7. mei, NSÍ-HB 1-1, Andrew av Fløtum javnar fyri HB
19. mei, HB-VB 2-2, Andrew av Fløtum javnar fyri HB
1. juni, HB-VB 6-2, Andrew av Fløtum skjýtur 4 av málunum hjá HB
4. juni HB-B68 3-4, Andrew av Fløtum leggur HB á odda 1-0
7. juni, FS Vágar-HB 0-2, Andrew av Fløtum skjýtur bæði málini hjá HB
Sjálvsálitið
Jú, av sonnum kann sigast, at maðurin við 10-talinum á rygginum hjá havnarliðnum hevur gjørt um seg seinastu tíðina.
Árið í fjør var hann í stóran mun darvaður av skaðum, og eisini í ár hevur hetta verið ein trupulleiki hjá honum, men skal dømast eftir yvirlitinum omanfyri, so er einki at ivast í, at hetta nú er lagt aftur um bak.
Eftir dystin móti vágamonnum mikukvøldið var Andrew enn einaferð maðurin í fokus, tó at hann kanska ikki sjálvur tóktist so greiður um hetta, tá vit hittu hann umborð á Ternuni. Vit spurdu hann, hví tað gongur somikið væl í løtuni:
- Hatta var sjálvandi ein deiligur dystur hjá mær, men eg dugi ikki at siga, hví tað gongur so væl júst nú. Kanska hongur tað saman við, at sjálvsálitið er í lagi.
Ikki bert talent
Er hetta samstundis eitt tekin um, at tú ert um at blíva meira enn bara eitt talent, ella hvussu?
- Tað hopi eg í hvussu so er at sleppa av við nú. Tað er eisini neyðugt hjá mær at vísa nakað nú, tí so nógvir av teimum gomlu leikarunum eru burtur.
Er tað kanska eisini ein partur av frágreiðingini. Tað at tit nú eru noyddir at taka ábyrgd?
- Ja, avgjørt. Vit kunnu ikki longur goyma okkum aftan fyri ein Una Arge ella Allan Mørkøre. Vit eru noyddir at átaka okkum nakað av ábyrgd sjálvir, og tá eg eri eldri enn álopsfelagarnir, er tað sjálvsagt, at eg noyðist at taka mín part av hesum.
Eg haldi eisini, at eg nú eri komin í hampuliga góða venjing. Tá eg byrjaði at venja aftur í vár, vigaði eg nøkur kilo ov nógv, men nú vit hava spælt so nógvar dystir innan stutta tíð, er hetta eisini um at koma í rættlag.
Gleðir seg til grannauppgerðina
Hvussu verður so við leygardegnum. Ætlar tú eisini at skjóta mál tá?
- Tað hevði í hvussu so er verið øgiliga stuttligt. Undir øllum umstøðum er tað ein dystur, sum eg gleði meg til, men samstundis er tað ein sera týdningarmikil dystur hjá okkum. Vinna vit, so er alt aftur púra opið í toppinum, meðan gloppið hinvegin verður 7 stig, um vit tapa dystin.
Dysturin í dag hevði tó eisini alstóran týdning fyri okkum, tí ein sigur í dag var so at siga grundarlagið fyri, at vit nú hava møguleikan at koma heilt fram í oddin.
Og hvussu so við framtíðini. Hevur tú gjørt tær nakrar tankar í so máta?
- Nei. Fyri fyrst royni eg bara at gera mítt besta her í HB. Áðrenn eg kann byrja at hugsa um útlandið, skal eg helst royna at skapa mær eitt navn her heima, so tað er als ikki nakað eg hugsi um.
Stutta samrøða okkara var nú komin at enda, men eftir prátið tykist tað greitt, at talan í løtuni er um ein leikara við stórum sjálvsálitið, uttan at hetta tó tykist ov stórt.
Verður hugburðurin framhaldandi hin sami í komandi dystunum, tykist tað í øllum førum ikki ósannlíkt, at klintranin upp eftir máltindinum heldur fram.acute;larklárt, at danska stjórnin - tað hevur hon sagt - ynskir ikki, at Føroyar gerast sjálvstøðugar. Tí hevur tað eisini í samráðingunum verið roynt at forða fyri, at man kemur víðari við ætlanunum hjá landsstýrinum. Tí er samráðingarstøðan hjá landsstýrinum eisini truplari enn tann hjá donsku stjórnini.
-Í Føroyum hava vit ikki andstøðuflokkar, sum siga, at vit eiga at lata landsstýrið samráðast. Vit hava harafturímóti andstøðuflokkar, sum siga, at tað sum landsstýrið ger, er beinleiðis skeivt, og tað siga teir eisini við danskar politikarar og fjølmiðlar. Tað er tað, sum danska stjórnin kann brúka í síni samráðing: tá man fer til harðar samráðingar og har báðir partar hava sínar meiningar og ynski, so er samráðingarstøðan hjá donsku stjórnini sterk, tí hon hevur undirtøku frá flestu flokkum á fólkatingi - hinumegin er samráðingarstøðan hjá landsstýrinum veik, tí her heima er tað ein stórur partur av tí parlamentariska grundarlagnum, sum beinleiðis mótarbeiðir landsstýrinum í samráðingunum.
Tað merkir sigur landsstýrismaðurin víðari, at vóru føroyingar samdir í heildini, at man sjálvandi skal hava eina rímuliga skiftistíð, og at hetta er eitt rímuligt krav frá føroyingum, tí man nú tekur tí fullu ábyrgdina - vit hava eisini verið undir donskum valdi í 600 ár, og tí má man hava eina rímuliga umstillingartíð - so hevði Nyrup ongantíð gjørt tað, sum hann ger í løtuni.
Høgni Hoydal ivast tí ikki í, at hevði Nyrup fingið nóg sterk krøv úr Føroyum og nóg sterka fokusering uppá, hvat føroyingar halda vera rímuligt, so hevði hann heldur ikki spælt út við 4-5 árum.
-Sigur tú harvið, at tað er andstøðan, sum gevur donsku stjórnini trumfkort á hondina fyri at kunna ganga ímóti politikkinum hjá landsstýrinum?
-Eg skal ikki pástanda, at hon ger tað tilvitað, men parlamentariska støðan í Føroyum ger, at Nyrup kann brúkar nakrar trumfir, sum hann annars ikki hevði kunnað brúkt. Tað ger, at hann kann koma við heilt ógrundaðum útmeldingum uttan at hann fær nóg sterkt svar uppá tiltalu.
Hví spyr eingin Nyrup um, hví hann heldur 4-5 ár eru rímulig. Hvat liggur í boðskapinum hjá honum? Eru 4-5 ára skiftistíð rímulig fyri eitt land, sum nú vil vera sjálvstøðugt, meðan eitt land, sum ikki vil vera sjálvstøðugt skal bara hava pengar í allar ævir? Tað hava vit ikki fingið nakra skilagóða grundgeving fyri enn heldur landsstýrismaðurin.










