Økt sjálvstýri ella skerd rættindi?

Boðað varð í undanfarnu viku frá, at donsk-føroysk nevnd nú verður sett, ið skal virka fyri, at loyva føroyingum at umboða "Ríkið" í uttanríkismálum, ið bert viðvíkja Føroyum. Spurningurin er bara hvat veruliga endamálið er.

Føroyingar hava nevnliga í dag rætt til at umboða seg sjálvar í altjóða høpi.
Løgfrøðisliga er ongin forðing fyri sjálvstøðugari føroyskari umboðan í uttanríkismálum - forðingin er politisk.
Heldur enn at økja um sjálvstýrið, kann ein nýggj løgfrøðilig binding millum Føroyar og Danmark, ið ikki er grundað á altjóða rætt, bera við sær skerd tjóðarrættindi.

Føroysk ávirkan ein hypotetisk støða?
Í dag hava føroyingar sera avmarkaðan avgerðarrætt á uttanríkisøkinum og stórtsæð ongan avgerðarrætt tá umræður eitt nú altjóða felagsskapir og trygdarmál. Hetta kom ikki minst til sjóndar tá danski forsætismálaráðharrin varð á vitjan í Føroyum herfyri og varð spurdur um, hvørt hann vildi viðurkenna um føroyskir myndugleikar søgdu nei til útbygging av NATO-støðini. Svarið varð, at hetta var ein "hypotetiskur spurningur", ið hann ikki vildi svara. Júst tað sama segði hann, tá hann varð spurdur um hetta í grønlendskum høpi. Seinastu hendingarnar í samband við Thule í Grønlandi geva illgruna um, at tá danski forsætismálaráðharrin nevnir nakað ein "hypotetiskan spurning", er nógv sum bendir á, at hetta merkir, at spurningurin ikki er viðkomandi, tí eru føroyingar, grønlendingar og danir ikki samdir eru tað donsku sjónarmiðini, ið vinna frama.

Fogh: Ikki økt sjálvstýri tá umræður trygdarpolitikk
Harvið kann stórt spurnartekin setast við lyftini hjá danska forsætisráðharranum herfyri um, at Føroyar skulu umboða "Ríkið" í uttanríkismálum, ið viðvíkja Føroyum burturav. Hetta er eitt lyfti, ið kann tulkast sera breitt - og kann skjótt gerast fín orð uttan veruligan vilja, ið skal bera orðini til gerð. Tí um nakað viðvíkir Føroyum, so má tað verða útbyggingar av NATO-støðini í Føroyum, nýtsla av føroyskum loftrúmi v.m.. Men danski forsætismálaráðharrin boðaði fyrr í hesum mánaðinum frá, at lyftini um økt sjálvstýri til Føroyar og Grønland á uttanríkispolitiska økinum kortini ikki fevndu um trygdarpolitikk. So vita vit tað. Leggjast skal afturat, at føroyingar heldur ikki hava fingið loyvi at umboða seg sjálvar í altjóða hvalaveiðufelagsskapinum IWC. Tá sjálvstøðug umboðan tá umræður hvalaveiðu og trygdarmál ikki kemur uppá tal, verður áhugavert at síggja á hvørjum økjum danska stjórnin hevur hugsað sær, at føroyingar skulu hava sjálvstøðuga umboðan.

Økt sjálvstýri skal grundast á fólkarættin
Velja føroyingar at átaka sær økta ábyrgd og ávirkan á uttanríkispolitiska økinum eigur hetta ikki at verða grundað á, at føroyskir myndugleikar umboða "Ríkið". Føroyskir myndugleikar skulu umboða Føroyar. Velja føroyskir myndugleikar at umboða Danmark og Grønland í altjóða høpi umvegis eina lóg - uttanfyri heimastýrislógina - ið skal heimila hesum (hetta er eitt krav frá danskari síðu, hevur danski forsætismálaráðharrin boðað frá), kann stjórnar- og ríkisrættarliga støða Føroya skjótt gerast ein onnur enn núverandi. Hetta er ein støða, ið møguliga kann seta tjóðarrættindi í vága.
Føroyskir myndugleikar skulu átaka sær fulla ábyrgd og ávirkan á uttanríkisøkinum, men neyðugt er at verða varin, tá umræður løgfrøðisligar broytingar í samstarvinum við Danmark í framtíðini. Skulu broytingar gerast er alneyðugt, at einhvør broyting byggir á tey tjóðarrættindi, ið Føroyar hava sambært altjóða rætti. Men hetta eru rættindi, ið danska stjórnin higartil ikki hevur viljað viðurkent og tí er sera lítið sannlíkt, at ein møgulig nýggj lóg vil verða grundað á hesi.

Manglandi vilji - ikki manglandi heimild
Nýggi føroyski atlimaskapurin í International Maritime Organization (IMO) - ið er ein felagsskapur undir ST - staðfestir óbeinleiðis at føroyingar eru tjóð, ið hevur rætt til sjálvstøðuga umboðan - eitt nú í altjóða ST-felagsskapum. Tá umræður sjálvstøðuga umboðan í altjóða høpi er sostatt ikki talan um nakra forðing frá altjóða síðu. Hinvegin vilja danskir myndugleikar verða við, at Føroyar ikki kunnu umboða seg sjálvar - men bert "Ríkið". Men kann heimild gevast fyri, at Føroyar og Grønland kunnu umboða "Ríkið" í altjóða høpi, so kann danska stjórnin sanniliga eisini finna heimild, ið tryggjar at Føroyar og Grønland umboða seg sjálvi í altjóða høpi - ikki minst grundað á altjóða rætt. Talan er í størri mun um manglandi vilja - heldur enn manglandi heimild.

Forðingin er politisk - ikki løgfrøðislig
Føroya Løgting hevur staðfest, at føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti sambært altjóða rætti. Føroyingar uppfylla eisini í dag allar treytir fyri at verða viðurkendar sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti, og er tað tí ikki ein spurningur hvørt føroyskir myndugleikar hava rætt at umboða Føroyar í altjóða høpi. Hinvegin er tað bert ein spurningur um føroyskir myndugleikar krevja hetta og um danskir myndugleikar vilja loyva ella forða hesum - við eitt nú at vísa til heimastýrislógina frá 1948. Heimastýrislógin er tó ongin forðing fyri sjálvstøðugari føroyskari umboðan í altjóða høpi. Einasta forðingin er tann politiska.

Skulu krevja tjóðarrættindi
Heldur enn at seta danska-føroyska nevnd og gera nýggja lóg, ið m.a. kann hava við sær, at føroyingar viðurkenna at vit hava avmarkaði rættindi til at umboða okkum sjálv og seta tjóðarrættindi í váða - átti Landsstýrið at farið til verka, fingið staðfest tjóðarrættindi føroyinga hjá ST og kravt sjálvstøðuga umboðan, ábyrgd og avgerðarrætt í uttanríkis- og trygdarmálum - rættindi, ið vit eiga, men enn ikki hava kravt.