vísa løgini á komandi heildarútgávuni fram. - Vit hava ætlanir um at spæla nakrar konsertir nú skjótt, men eg dugi ikki heilt siga nær og hvar enn. So ætla vit eisini at fara á konsertferð seinni í ár. Beinir [...] fram, sum enn ikki eru útgivnir. Hetta helt hann rigga avbera væl. - Tað var ordiliga stuttligt at spæla løg, sum eingin kendi. Ofta er tað lættast at spæl tey løgini, sum longu eru útgivin, men tey nýggju [...] og danskir fjepparar komnir at hoyra unga føroyingin. ”Kenslan er fantastisk” Tekstirnir hjá Beinir eru sera fjølbroyttir. Summir snúgva seg um at vera ungur og skula royna at klára seg sjálvan, meðan aðrir
hevur verið nevnt sum ein møgulig inntøkukelda fyri tað føroyska samfelagið. Eitt nú arvaeindirnar hjá føroyingum eru somikið spennandi, at tað verður hildið vera sannlíkt, at útlendskar fyritøkur vilja [...] galdandi lóg, at syrgja fyri, at tey, ið verða granskaði, eisini eru væl vard. ? Fólk skulu bæði munnliga og skrivliga vera kunnaði um, hvat tey eru við í og skulu hava høvi at siga nei. Tað er ógvuliga umráðandi [...] landinum, so skulu hesir burturbeinast eftir, at kanningarnar eru lidnar. Royndir og upplýsingar mugu undir ongum umstøðum goymast uttanlands. ? Fáa vit ein góðan forsvarligan biobanka í Føroyum, so kunnu up
Tað er í hesi øldini, at veiðimøguleikarnir eru munandi skerdir hjá fiskimonnum okkara, men har afturímóti hava fiskaprísirnir ongantíð verið so høgir sum nú. Tað er í hesi øldini, at tveir heimsbardagar [...] ein frágreiðing fyri 1998 nevnir talið 60 milliónir abortir, hetta er skelkandi, hvar er verjan? Vit eru á veg inní ein heilt nýggjan heim, sum letur dyr upp fyri alskins møguleikum, telduheimurin, har [...] ikki taka við sær í gloymskunnar hav. Har sum kristin menniskjur eru, er og verður hesin boðskapur tíðarleysur ætt eftir ætt. Kvoteringar eru ókendar, tykkum er í dag ein Frelsari føddur, sum skal verða fyri
landsliðnum, eru ikki tøkir hesa feð, tí teir eru skaddir. Hesir eru Pavel Nedved, Radek Sloncik og Pavel Kuka. Fótbóltsáhugaðu kekkarnir, sum vit hava tosað við, fjala kortini ikki, at teir eru fullvísir [...] og øll atgongumerkini eru langt síðani útseld. Eitt tað størsta stadion í heiminum er í Prag. Tað kallast Strahoc stadion. Tað er uppi ímoti tí, teir kalla Petrín fjallinum. Har eru trý stadion í sama umhvørvi [...] Teir hava vunnið allar níggju dystirnar í undankappingini, sum tað í dag verður lagt lok á, og skulu vit trúgva tí, sum hýruvognsførararnir siga, so verður avgjørt roknað við, at Kekkia seinni í kvøld fer
gera upp, hvussu nógv ferðafólk vit missa hvørt ár. Men hetta talið átti at gjørt okkum mei ra tilvitað um, hvat fólk aðrastaðni halda um grindadráp, og hetta vera vit onkursvegna noydd at fyrihalda okkum [...] Føroyar. Hetta hóast framstig eru gjørd í sambandi við drápshættir og drápsamboð. Tørvurin og rætturin at skaffa dygdargóðan mat kundi rættvísgerast, áðrenn vit byrjaðu at drepa og slakta nógv [...] broytast? Sjálvandi ikki. Vit skulu til eina og hvørja tíð halda fast í okkara sjálvsavgerðarrætti, bæði tá ið tað viðvíkur sildatrætum, grindadrápi og øðrum. Hinvegin vera vit noydd at vera tilvitað um
rørsluráðstevnuni 11. mars Nú ónsdagin 11. mars skipa vit fyri almennari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, har vit skjóta rørsluárið ígongd – hóast nógvir partar langt síðani eru farnir ígongd, sum t.d. Havnar [...] r, sum vit fóru undir í 2004, og sum síðani hava verið ein kjempisuccés, eru meira heilsufremjandi enn nakað annað, heilsuverkið kann vísa á tey nógvu seinni árini! Ikki akkurát tí at fólk eru farin at [...] javnlíka heilsu fyri alt fólkið«. Og júst hetta finna vit aftur sum yvirskipaður málsetningur í sjálvum fororðinum í føroysku fólkaheilsuætlanini, har vit hava skrivað: »Við støði í hesum hevur landsstýrið
øðingunum, ið nú hevur vart í 15 dagar. Felagið sigur at sjúkrarøktarfrøðingarnir tryggja alla tíðina, at sjúkrahúsini ikki gerast ótrygg og tað gera tey við at lata tey undantøk, ið eru neyðug. Hetta [...] – Nú verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingum fer inn í triðju viku, er enn einki, ið bendir á, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tekur støðuna í álvara. Soleiðis tekur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar [...] ini« sigur felagið. – Tað tykist sum av tí, at verkfallið ikki beinleiðis rakar Fíggjarmálaráðið, eru tey líkaglað. Men er Sambandsflokkurin eisini líkaglaður, spyrja tey. Tey sipa til, at Sambandsflokkurin
landstýrismannin ásetti, at línuskip, sum eru í bólki 3, saman við bólki 4A, sum eru størri útróðrarbátar, bólki 4B, sum eru miðal útróðrarbátar, og bólki 5, sum eru vanligir útróðrarbátar, skuldi býta 8000 [...] upphæddir, sum vit øll eiga, verða lutaðar út og fluttar millum áhugabólkar, sum tað er í sambandi við makrelin. Síðsta dømi er makrelkvotan hjá línuskipunum. Í vikuskiftisblaðnum varð umrøtt, at nú hava línuskipini [...] skuldu vera saman við øðrum um 8000 tons. Tað endaði tó við, at línuskipini, sum eru 21 í tali, fingu 5000 tons fyri seg sjálvi. Nú hevur felagið Línuskip selt kvotuna til JFK og Framherja. Sosialurin veit,
høvdu fingið Bíbliuna á egnum máli, fingu vit hana. Tað var Victor Danielsen, ið gjørdi tað bragdið at týða alla Bíbliuna til føroyskt mál. Um nakrar dagar eru tað 130 ár, síðan Victor Danielsen var borin [...] ígjøgnum iva og myrkur, var Viggo Ryving-Jensen, heimamissiónstrúboðari og seinni prestur. Victor fór nú inn aftur á Skálafjørðin, har hann bleiv lærari í Søldarfirði, á Glyvrum og í Lamba. Men hetta starv [...] fleiri bøkur út, sum hann hevði týtt, ikki færri enn fýra í 1957. Góð tvey ár, eftir at Bíblian var komin út, varð hon harðliga álopin, serliga av tveimum prestum. Annar av teimum mælti fólki frá at keypa
fermingarrúminum í kirkjuni. - Tað skuldi vera púra náttúrligt, tí tað er meira vist, at vit øll skulu í kirkjugarðin enn, at vit fara ein túr í eina ítróttarhøll. Katrin Dahl greiddi frá, at fleiri fólk høvdu [...] Hoyvík, býargartnari í Havn, legði fram á almennum fundi í Hoyvíkar Kirkju í gjárkvøldi. Fundurin var komin í lag, tí kirkjuráðið í Hoyvík fleiri ferðir hevur eftirlýst, at kommunan tekur støðu til og fer undir [...] kommununa, men hóast kirkjuráðið fleiri ferðir hevði heitt á býráðið, so er einki hent í málinum. Tí varð nú skipað fyri borgarafundi. Fyri at seta skubb á. Fleiri møgulig kirkjugarðsstøð Kirkjugarðurin við