Annika aftur á gamlar gøtur

Um vikuskiftið fer Annika Hoydal á pall í Sjónleikarahúsinum saman við trimum av okkara fremstu tónleikarum. Hóast Annika í mong ár hevði sína dagligu gongd í Sjónleikarahúsinum, hevur hon ongantíð áður havt eina konsert í húsinum.

Sum tey flestu vita, er árliga Listastevnan í hesum døgum. Millum teirra, sum hava framførslur á stevnuni, er útisetin Annika Hoydal, ið saman við nøkrum spælimonnum vitjar kring landið.

Frá seymikonu til songfugl
Longu sum stór smágenta var Annika fastur gestur í Sjónleikarahúsinum í Havn. Fyrstu tíðina royndi hon seg sum seymigenta, ið veitti eina hjálpandi hond í sambandi við eitt nú árligu kabarettirnar.
Ein dagin, meðan Annika sat og seymaði nakrar knappar í onkrar búnar aftan fyri pallin í Sjónleikarahúsinum, bleiv hon spurd, um hon dugdi at syngja. Annika Hoydal segði nei, men hóast noktandi svarið, endaði tað við, at hon stutt eftir stóð á pallinum og sang fyri fullum sali.
Annika Hoydal gjørdist ikki av álvara kend her á landi, fyrr enn hon kom fram við Harkaliðnum, og júst Harkaliðið er eisini sprotið úr júst Sjónleikarahúsinum, greiðir Annika Hoydal frá, hendan morgunin vit hitta hana í húsinum.
- Eg og Jógvan(Dahl, blðm.) hittust fyrstu ferð her í Sjónleikarahúsinum í sambandi við eina kabarett, sum vit bæði tvey tóku lut í, og tað gjørdist sprotin til Harkaliðið, sigur hon.
Annika Hoydal dylur ikki fyri, at tað verður ein serliga løta fyri seg, tá ið hon skal á pallin í Sjónleikahúsinum.
- Eg havi nógv minnir úr hesum húsi, men sum tónleikari havi eg ongantíð havt nakra framførslu í húsinum. Tí er tað ikki sørt, at eg gleði meg til at fara á pallin, sigur Annika Hoydal.

Ein blanding av gomlum slagarum og nýggjum tilfari
Mikukvøldið hevði Annika Hoydal eina konsert í fimleikahøllini í Glyvra Skúla, og fríggjadagin og leygardagin eru konsertirnar á Sjónleikarahúsinum á skránni.
Sambært Anniku Hoydal verður borðreitt við einari blanding av gomlum slagarum og nýggjum tilfari á konsertunum.
- Tað verður sjálvsagt nokk so fitt av tí gamla, sum fólk kenna, men vit fara eisini at framføra okkurt nýtt, sum ikki er komið út á fløgu enn, sigur Annika Hoydal.
Í løtuni arbeiðir Annika Hoydal við einari fløgu, sum kemur á marknaðin tann 19. novembur. At útgávan er júst tann 19. novembur, er ikki av tilvild, tí júst tann dagin fyllir Annika Hoydal 60 ár.
- Talan er í princippinum um eina barnafløgu, sum fær heitið "til børnini hjá børnunum", sigur Annika Hoydal.

Fegnast um móttøkuna á bygd
Annika Hoydal og bólkurin hjá henni hava farnu dagarnar eisini havt konsertir í Vági og á Sandi, og tey lata ógvuliga væl at hesum báðum konsertunum.
- Í Vági var fult hús, og tað var ómetaliga hugnaligt at spæla fyri vágbingum, tí fólk sungu við, og tað var øgiliga góður stemningur, siga tey.
Á Sandi var spælt í Virkinum á Sandi, og her gjørdist bólkurin ógvuliga bilsin av, hvussu ómetaliga góður akkustikkur er í hølunum í ungmannafelagshúsinum.
- Tað var nakað heilt serligt at spæla á Sandi, tí ljóðumstøðurnar vóru so ómetaliga góðar, at alt gekk upp í eina hægri eind og gjørdist eitt tað besta, ið vit nakrantíð hava upplivað, siga limirnir í bólkinum.
Umframt Anniku Hoydal eru tað Jógvan Dahl, Kaj Johannesen og Eyðun Mohr Hansen, ið manna bólkin hjá føroyska songfuglinum í Danmark. Við sær á konsertferðini hava tey eisini tøkningin Kartni Fornagarð, ið er teimum ein hollur stuðul í sambandi við konsertirnar.