EB/Streymur hevur fyrr í ár vunnið javnleik ímóti bæði Víkingi og KÍ. Javnleikirnir muna ikki so nógv á stigatalvuni, men ivaleyst mundu teir í EB/Streymi undan fráferðini við Margáir í dag verið nøgdir, um teimum stóð í boði at hava eitt stig við sær í viðførinum úr Gundadali í kvøld.
Um teir í HB høvdu roknað við, at Sigfríður S. Clementsen og hansara menn vóru komnir í Gundadal fyri at verja seg til eitt stig, so sást tað skjótt, at soleiðis var spælætlanin hjá gestunum ikki.
EB/Streymur leyp á og pressaði HB verjuna, sum var alt annað enn sannførandi. Tá ið teir fóru at hvíla seg, var EB/Streymur frammanfyri 3-0, og hóast HM minkaði um munin til bæði 3-1 og 3-2, so eydnaðist tað EB/Streymi at vinna 4-2 ímóti HB liði, sum sá út til at hava lítið sjálvsálit og ikki megnaði at pressa mótstøðumenninar.
Eftir horna, sum Óli Eyðsteinsson Poulsen tók sær av, løgdu gestirnir seg beinanvegin á odda. Sowe Lamin prikaði hann í málið eftir sending frá Lars Nørby.
Og seks minuttir seinni var tað 2-0. Eftir innkast var tað miðverjin Laurits Nørby, sum setti bóltin í málið. Og lítla løtu undan steðginum var tað Óli Eyðsteinsson Poulsen, sum eftir óbeinleiðis fráspark frá Gesti B. Dam setti bóltin í málið. Frísparkið var bara úr seks metrum, tí málverjin tók boltin upp eftir afturlegging.
HB avrikið í fyrra innleggið var alt annað enn gott. Tí vóru fleiri skiftingar gjørdar beinanvegin eftir steðgin, og eftir kiksaða avvísing átta minuttir eftir steðgin, var tað Ejvind R. Mouritsen, sum minkaði um munin.
Og tá ið ein tími var farin, sá tað út til, at HB av álvara fekk fatur á tí, tá ið innskifti Heini Sørensen umsetti brotsspark til 3-2. Brotssparkið var annars óføri málverjin óheppin at gera.
So tevjaði HB blóð og spenti álopsbogan, men eitt korter undan leikloki var tað Búi Egilsson, sum økti um munin til 4-2. Tað var eftir klossut fríspar, sum HB gjørdi og eitt sindur av trýsti ímóti sera lítið sannførandi verjuspæl.
Spenningur kom í aftur tríggjar minuttir undan, at vanliga leiktíðin var farin. Mathias Voss var skrásettur sum málskjútti eftir innlegg úr høgru og eitt sindur av aftur og fram.
Dómarin legði átta minuttir aftrat. HB var nógv á bóltinum, og tað mesta gekk fyri seg á gestahálvuni, men tað eydnaðist ikki HB at vinna seg í upplagdan málmøguleika. EB/Streymaspælararnir vóru ógvuliga troyttir, teir ofraðu seg fult og heilt, og loksins fingu teir fulla úrtøku og vunnu 4-3. Hetta var vorðin sum sigur.
HB úrtøkan úr fimm teimum seinastu landskappingardystunum er eitt stig. Fyrsta tapið á heimavølli ímóti EB/Streymi síðani 2017 og fýra mál ímóti er staðfesting av, at tað av álvara er kreppa í HB, sum mánadagin, 2. hvítusunnudag, fer inn á Toftir, har tað fyrr í ár endaði við 3-1 heimasigri ímóti HB.











