Ljótt og ósakligt, Edmund!

Týskvøldið hevði Dagur&Vika eitt innslag um afturvendandi atfinningarnar hjá Edmundi Joensen móti síni egnu samgongu og ikki minst sínum egna floksformanni og løgmanni.

Innslagið vísir nakrar fáar av atfinningunum hjá Edmundi og umrøður eisini, hvussu løgmaður hevur valt at handfara lemjandi kritikkin frá sínum floksfelaga og undanmanni.
Leysar kanónir eru als ikki ókendar í føroyskum politikki - hesuferð vildi Dagur&Vika seta sjóneykuna á avleiðingarnar av sjálvdráttinum hjá Edmundi Joensen á Sambandsflokkin og á føroyskan politikki. Tískil høvdu vit boðið stjórnmálafrøðinginum Hallberu West í sjónvarpsstovuna at greina støðuna.
Redaktiónin valdi ikki at hava Edmund Joensen við í innslagnum, tí ongar nýggjar upplýsingar vóru lagdar fram. Allar upplýsingar í innslagnum høvdu verið frammi áður, úr tíðindaskrivum hjá Edmundi Joensen og so vóru útsagnir hjá honum og Kaj Leo Johannesen í útvarpi og sjónvarpi endurtiknar og umrøddar.
Vit vildu lýsa og greina eina heild, ikki kjakast um hvørt dømi sær. Tá er Edmund Joensen ikki tann besti gesturin í sjónvarpsstovuni. Og um nakar ivast, so kemur Edmund Joensen sanniliga til orðanna – gjøgnum alt innslagið.
Edmund Joensen er royndur í føroyskum politikki og hann hevur styrkt seg við einum albrynjaðum spunasmiði. Longu fáar tímar eftir at innslagið hevði verið í sjónvarpinum fór Edmund Joensen í hernað. Hann skrivaði:
"Er tað so livandi galið, at ein politiskur sveinur hjá Javnaðarflokkinum – fyri at seta kílar í Sambandsflokkin – borðreiðir við einari ”saftigari konflikt” millum Edmund Joensen og Kaj Leo Johannesen í bestu senditíð í Sjónvarpinum?"
Soleiðis byrjar ljóta álopið frá Edmundi Joensen á tíðindamannin hjá Degi&Viku.
Nógv bendir á, at Edmund Joensen veit, at Dagur&Vika hevur grein í sínum máli. Og tí fer hann beint eftir manninum. Tað snýr seg um at fáa tíðindamannin hjá Degi&Viku dálkaðan og illtonktan fyri at renna ørindi fyri annan flokk. Taktikkurin er greiður - at flyta fokus. Tí Edmund Joensen vísir ikki á ein tann einasta feil við innslagnum. Greinin er reinur retorikkur, sum hevur til endamáls at fjala álopið hjá Edmundi Joensen.
Edmund Joensen harmast í síni grein um, at Dagur&Vika ikki ferð inn í substansin í politisku málunum. Men Edmund Joensen má sum politikari tola at hansara sjónarmið verða umrødd og viðgjørd - uttan at leggja persónliga eftir tíðindafólki.
Nú veit eg ikki, hvørjum kóri Edmund Joensen prædikar fyri, men øll, sum hava fylgt eitt sindur við í føroyskum politikki, vita, at Edmund Joensen hevur koyrt solo í áravís. Dømini eru nógv fleiri enn tey, sum Dagur&Vika borðreiddi við týskvøldið um sjálvdráttin hjá Edmundi Joensen.
Tað er týdningarmikið at sláa fast, at Dagur&Vika arbeiðir óheft av øllum seráhugamálum. Soleiðis skal tað vera og soleiðis er tað!
Vit royna at kasta ljós á, analysera, viðgera og perspektivera føroyska samfelagið. Hendan dagin setti Dagur&Vika sjóneykuna á sjálvdráttin hjá einum tí royndasta føroyska politikaranum. Tí tað er ein áhugaverd og týdningarmikil søga.
Edmund Joensen er ein heppin maður. Honum er unt at tæna Føroya Fólki meira enn flestu politikarar kunnu droyma um. Men hann vísir embætinum og sær sjálvum lítlan sóma við so ljótum og ósakligum álopum. Vit høvdu væntað meira!
Eg vil við hesum taka frástøðu frá hesum ljóta álopi og boða frá, at redaktiónin stendur aftan fyri allar sjey minuttirnar og 41 sekundini.


Høgni í Jákupsstovu, redaktiónsleiðari, Dagur&Vika, Kringvarp Føroya