EB/Streymur eru altíð vandamiklir, og góðir fyri nøkur mál, tá teir spæla dyst, men dysturin ímóti B36 í Gundadali gjørdist eitt undantak í so máta. Talan gjørdist um fyrstu ferðina í átta og ein hálvan mánaða, at EB/Streymur spældi ein skrásettan fótbóltsdyst uttan at skora mál. EB/Streymur hevur ein breiðan bonk, men ringt er at koma uttanum, at serliga máltevið hjá Arnbirni Hansen manglaði ímóti B36 leygardagin.
Spulaðu vøllin
Áðrenn dystarbyrjan mátti Tórshavnar Sløkkilið til verka og spula ovara vøll, tí vandamikið var vorðið. Vatnstrálurnar rakti tó ikki allar partar av vøllinum, og vóru turr vandaøki, har sendingar ikki fóru har tær vóru tilætlaðar. Àskoðarnir kundu tó dusa sær í góðveðrinum, og teir fingu um enn ikki ein vælspældan dyst, so kortini drama og intensitet. EB/Streymur setti fulla ferð á fyrsta korterið. EB/Streyms-viðhaldsfólk mettu seg eiga okkurt brotssparkið hesa fyrstu løtuna, tí B36-verjuspælarar høvdu førkað bóltin við hondini. B36 reið stormin av, og byrjaði so líðandi veruliga at vísa tenn. Réne Tórgarð í EB/Streyms-málinum hevði eina stórbjarging, tá Heini í Skorini hevði ein góðan stútara ímóti málinum. Símun Joensen vann eisini dyst í loftsrúminum í EB/Streyms-brotsteiginum, men royndin hjá honum rakti ikki innanfyri rammurnar.
Avgerandi brotsspark
10 minuttir inn í seinna hálvleik fall sigursmálið. B36 fær hornaspark aftaná eitt mótálop. Eftirfylgjandi var bólturin førkaður við hondini, og Dagfinn Forná dómari peikaði í brotssparksblettin. Klæmint Matras og Jákup á Borg hava verið fúsir at taka brotsspørkini hjá B36, men hesaferð fall luturin á nýggja álopsessið hjá B36, Lukasz Cieslewitz, sum sendi Réne skeivan veg, og bóltin trygt í netið. Nú var væntandi at EB/Streymur fór at gera stormálop á norðara málið í Gundadali, men B36 verjan stóð einastandandi væl, og serliga Jonas Flindt Rasmussen og Oddmar Færø ruddaðu væl burtur. Offensivurin hjá EB/Streymi gav eisini rúm í hinum endanum í vøllinum, og kom B36 eisini til vandastøður. Ì teimum doyggjandi minuttunum mátti Meinhardt Joensen í B36-málinum toyggja seg, tá Sorin Anghel hevði eina roynd á B36-málið. Frøin var stór á B36-spælarunum og B36-viðhaldsfólkunum, sum tóku tann fyrsta stóra skalpin hetta kappingarárið. Komandi sunnudag spælir B36 aftur oddauppgerð. Hesaferð ímóti KÍ í Klaksvík.
Oddmar fegnaðist
Oddmar Færø fegnaðist um sigurin hjá B36.
– Hetta kennist fantastiskt, tað sigur seg sjálvt. Vit tóku veruliga arbeiðshandskarnar uppá í dag. Allir skuldu ofrað seg fyri hvønn annan, og sigast má, tað framdi vit í verki, og tað bar sigurin heim, segði Oddmar Færø aftaná dystin.
– Eg haldi vit hava trý rættiliga góð boð uppá brotsspark, harav tvey tíðliga í dystinum. Ímóti B36 er tað sera týdningarmikið, at ein kemur á odda fyrst. Tá teir koma á odda eru teir ringir at bróta niður, tí teir liggja langt afturi og verja. Og sigast má, at tað duga teir ógvuliga væl, vit søktu fyrsta málið, men tað eydnaðist so ikki, segði Levi Hanssen aftaná dystin.