– Tað kann gott vera, at tað búskaparliga er ein trupulleiki, men tað er ein minst líka stórur trupulleiki, um vit ikki í hesum tíðum, eisini í samgonguni, megna at lyfta í felag. Og tá meini eg við, at vit halda okkum til tær ætlanir, sum samgongan ger, og at øll tey fólk, sum eru innanfyri samgonguna royna at hava eina felags línu.
– Tað eisini ein innilig áheitan, at vit fara eftir einum felagsmáli. Tað er eitt veldugt arbeiði í sær sjálvum, segði Kaj Leo Johannesen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, á tíðindafundinum um landsstýrisseminarið á Gjáargarði í gjár.
Men Magni Laksáfoss, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum upp til fleiri ferðir hevur traðka aðrastaðni enn formaðurin, eftirlýsir einum máli at ganga í takt um.
– Høgni Hoydal spurdi í tinginum, um nakað mál er, sum er so avgerandi, at tað kann koppa samgonguni. Løgmaður svaraði, at tað var tað ikki.
– Eg haldi, at ein samgonga má hava nøkur kardinalmál – orsøkir til at vera saman – sum hava avgerandi týdning fyri samgongusamstarvið og sum øll í samgonguni stremba eftir at fremja, sigur Magni Laksáfoss.
Onki mál
Á tíðindafundinum í gjár greiddi Kaj Leo Johannesen, løgmaður frá, at hann hevði 30 síður av við málum, sum samgongan arbeiðir við.
Harumframt hevur løgmaður fleiri ferðir lagt dent á, at eitt aðalmál er at minka um hallið á fíggjarlógini.
Men Magni Laksáfoss heldur ikki, at hesi mál hava nakað við veruleikan at gera.
– Hví tók mann so og vaks um hallið fyri verandi fíggjarlóg?, spyr sambandstingmaðurin.
Hann leggur afturat, at eitt dømi um avgerandi politikk kundi verið, at samgongan bleiv samd um at gera ein fiskivinnupolitikk og at minka um útreiðslurnar í almenna rakstrinum.
– Fólkaflokkurin kundi kanska verið við til ein fiskivinnureform, og Javnaðarflokkurin kundi tolt ein niðurskurð í almanna sektorinum, um tað varð gjørt samstundis, og press var lagt á, men tað verður tað ikki. Tað sama er galdandi á nógvum økjum, sigur Magni Laksáfoss.
– Problemið, sum eg síggi tað, er ikki at fólk ikki ganga í takt. Problemið er, at onki er at ganga í takt um.
Onki konkret
Um úrslitið, sum varð lagt fram á tíðindafundinum við Gjógv í gjár, er Magni Laksáfoss eisini avgjørdur.
– Hatta var ikki konkret nokk til at hava nakrar viðmerkingar um tað. Eg veit als ikki, hvat tey eru blivin samd um, og andstøðan fær ikki ein gong lopið á tað, sum varð sagt. Tað sigur kanska nokk so nógv, sigur samgongulimurin.
Men hann heldur eisini, at tað næstan kann gera tað sama, hvat formenninir í flokkunum tosa um í dag, tí tosið um tiltøk er tað sama í dag, sum tað var somu tíð í fjør.
– Hví skal nakar trúgva, at nakað verður gjørt nú, tá onki varð gjørt til hesa fíggjarlógina? Vit høvdu ein Ólavsøkupakka, men tað gingu nakrir fáir mánaðir, so var tað gloymt. Orðið er so taknemiligt, sigur Magni Laksáfoss.
Hann leggur afturat, at tað veruliga sýnist, at samgongan bara er saman fyri at sita, tí enn saknar hann, at nakað mál er at vera saman um.