Høgni Mohr
Lise Lyck, ið føroyingar einamest seta í samband við orðaskifti í kjalarvørrinum á fíggjarkreppuni og bankagøluni, er aftur í Føroyum. Í góðveðrinum mánamorgun kom danski búskaparfrøðingurin á Havnina við Norrønu.
At Lise Lyck, ið hevur nógv um at vera, hevur stundir at koma til Føroya sjóvegin, hevur sína orsøk. Ørindi hennara hesaferð hava onki við búskaparkreppur og politiskt ábyrgdarloysi at gera, men harafturímóti nakað so meinaleyst sum ferðavinnu. Ferðaráð Føroya hevur biðið hana gera eina kanning av føroysku ferðavinnuni við serligum atliti til arbeiðið teirra at samansjóða ferðaavinnuna og finna menningarmøguleikar í henni.
Vit spurdu Lisu Lyck um til ber at siga at hon hevur funnið sína fakligu nissju í Føroyum, nú hon aftur ger um seg her í landinum. Men tað heldur hon ikki. Hon vísir á, at hon hevur drúgvar royndir í búskaparligum høpi so ymsastaðni sum í Grønlandi og Suðurafrika, eins og hon harumframt er í føstum starvi á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Vit skulu eisini gera vart við, at tað er ferðaráðið sjálvt, ið hevur kosið sær víðfarna búskaparfrøðingin sum frægasta fólki at seta sjóneykuna á føroysku ferðavinnuna.
Finna sermerki
Skipað varð fyri ferðavinnudøgum í apríl, og ein niðurstøða í hesum sambandi var, at neyðugt var at gera meira við sonevnda prokuktkonseptið. Í hesum sambandi er ætlanin at leggja dent á sermerki á ymsu støðunum í landinum. Sambært Hjørdis Zachariassen, virkandi stjóra á Ferðaráði Føroya, eigur at vera spurt, hvat føroyska ferðavinnan eigur at menna, og hvar henda menningin eigur at fara fram. Á henda hátt slepst sambært Hjørdis kanska undan, at øll økisferðavinnufeløgini fara at brúka somu vinnuhugskot allastaðni. Øll sonevnd ferðaframleiðslumenning er hiðartil farin fram í økisfeløgunum, men tað skal sambært Hjørdis Zachariassen broytast.
? Vit eiga sjálvandi at standa saman og sterk í altjóða ferðavinnuhøpi, men vit skulu kortini finna sereyðkennini á ymsu støðunum fyri á henda hátt at fáa fleiri valmøguleikar til ferðafólkið, sigur Hjørdis Zachariassen, og skoytir uppí, at henda felags menningarætlan júst er byrjað við vitjanini hjá Lise Lyck .
Ætlanin er eftir øllum at døma, at uppskotini um, hvørji eyðkennini skulu vera, skulu gerast saman við økisfeløgunum og lokalum kreftum annars. Um ætlanirnar hjá Føroya Ferðaráð eydnast til fulnar, verður hitt mest spennandi staðið í landinum sum frálíður at finna á heimsyvirlitinum fyri støð, ið verða mett at vera verd at vitja; staðið fær sonevnda world heritage status.
Spurd um Lise Lyck og fylgi eru farin í beinleiðis leiting eftir einum slíkum staði, svarar stjórin á ferðaráðnum, at tað tekur tíð at vinna seg so langt framá í ferðavinnuni, og at tað skulu føroyingar ikki vænta alt fyri eitt. Ætlanin er fyribils avmarkað til at finna áhugaverd støð og tilboð, ið eru verd at marknaðarføra.
Ferðaætlanin hjá Lisu Lyck er løgd saman við økisfeløgunum, og í hvørjum øki, vitjað verður, fer eitt staðkent umboð at fylgja við. Lise Lyck hevur longu verið í Eysturoynni, og í gjár varð farið í Norðuroyggjar. Suðuroyingar og Sandoyingar verða somuleiðis vitjaðir eins og leiðin fer at ganga vestur í Vágar. Lise Lyck fer heim aftur til Danmarkar mánadagin, og í september í ár skal hon lata ferðaráðnum frágreiðing, ið kanska fer at leggja lunnar undir eini meira skipaðari føroyskari ferðavinnu.