Ongin orsøk hjá suðuroyingum at stúra fyri bergholinum

Arbeiðið upp á bergholið ímillum Øravík og Hov verður boðið út í heyst og boringin byrjar tíðliga næsta ár, akkurát sum ætlað. Tað vissar Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, suðuroyingar um

Hovstunnil

? Vit hava ikki útsett ætlanina at gera berghol ímillum Øravík og Hov.
Tað vissar Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum suðuroyingar staðiliga um.
? Tvørturímóti kann eg vissa suðuroyingar um, at vit arbeiða við tunlinum við allari teirri orku, vit hava.
Suðuroyingar eru annars farnir at stúra fyri bergholinum ímillum Øravík og Hov.
Ætlanin hevur verið, at arbeiðið at gera bergholið skal bjóðast út í heyst, so at farast kann undir sjálvan tunnilin tíðliga næsta ár.
Men í summar hevur Landsverkfrøðingurin kortini brúkt milliónir av krónur upp á at asfaltera tann gamla Hovsvegin, sum tunnilin er ætlaður at koma ístaðin fyri.
Suðuroyngar hava tí undrast á, at stórar upphæddir eru brúktar uppá at asfaltera ein veg, sum kortini skal takast úr brúki longu um tvey ár .
Og tað hevur av álvara kynt uppundir ein illgruna um, at Hovstunnilin verður ikki gjørdur kortini og tað er farið at ganga sum rótasúpan í Suðuroy, at tunnilin er útsettur í fleiri ár.
Og hetta hevur loypt órógv á suðuroyingar, tí júst Hovstunnilin verður mettur sum størsta einstaka frambrotið fyri innnanoyggja samferðsluna í Suðuroy, tí hann fer at binda oynna saman á ein heilt annan hátt enn nú.

Arbeiða av kraft við tunlinum
Men Bjarni Djurholm vissar um, at tað er onki at stúra fyri.
Hann sigur, at ætlanin at gera Hovstunnilin er ikki útsett og enn minni slept.
?Tvørturímóti er stórur dentur lagdur á at fáa arbeiðið upp á tunnilin ígongd so skjótt sum gjørligt.
Hann sigur, at ráðgevarin hjá landsverkfrøðinginum mælti fyrr í ár til at fleiri royndarboringar vórðu gjørdar øravíkarmegin, tí har er lendið heldur vánaligt.
? Heldur enn ein, sendu vit tveir borivognar á staðið fyri at fáa boringarnar so skjótt frá hondini sum gjørligt, sigur Bjarni Djurholm.
Hann sigur, at tíverri hevur lendið verið so vánaligt, at tað seinka royndarboringunum nógv.
? Men landsverkfrøðingurin hevur fingið at vita, at hetta er eitt mál, sum hevur fremstu raðfesting.
Landsstýrismaðurin sigur, at ætlanin er, at royndarboringarnar skulu gerast lidnar so skjótt sum gjørligt, so at tilfarið kann kannast.
Síðani skal endaliga tunnilslinjan stingast út í kortið og útbjóðingartilfarið gerast klárt.
Samstundis skal uppskot um eina verklagslóg fyri Hovstunnilin leggjast fyri tingið í heyst. Hetta er ein lóg, sum gevur landsstýrismanninm heimild til at seta arbeiðið ígongd.
? Hovstunnilin skal bjóðast út í heyst, so at arbeiðið kann byrja so tíðliga sum gjørligt næsta ár, sigur Bjarni Djurholm.
Tað liggur eisini fast, at tunnilin skal gerast onkustaðni niðri á dalinum, sum er nógv tann betri tunnilin.Men úrslitið av royndarboringunum kemur so at vísa, akkurát hvussu linjan fer at liggja.
Upprunaliga var ætlanin at gera tunnilin longur uppi í fjallinum, men tann ætlanin er slept.
Bjarni Djurholm sigur eisini, at samgongan er eisini sinnað til at seta pening av á fíggjarlógini næsta ár til tunnilin.
Hann sigur, at umleið 40 milliónir fara at verða settar av til Hovstunnilin á fíggjarlógini fyri 2005.
Á Ólavsøku fer Løgmaður at leggja fyri tingið ein lista yvir tey mál, sum landsstýrið ætlar at fremja. Og á tí listanum stendur, at ein ein verklagslóg fyri Hovstunnilin skal leggjast fyri tingið í heyst, sigur Bjarni Djurholm.