Nik & Jay: Tað verður ein oyggjarveitsla

– Tað verður ein oyggjarveitsla, sum bert vit kunnu gera saman, Nik & Jay og okkara elskaðu Føroyar, siga Nik & Jay í heilsan til føroyingar

Hóskvøldið spælir kendi danski popprappbólkurin Nik & Jay á Summar Festivalinum.

 

Nik & Jay hava í meira enn tjúgu ár rappað og sungið fyri stóru og breiðu fjøldini, og teir eru betur umtóktir enn nakrantíð, nú teir koma til Klaksvíkar at framføra.

 

– Vit gleða ótrúliga nógv til at koma til Føroya at spæla á Summar Festivalinum, siga Nik & Jay í heilsan til føroyingar.

 

– Tað verður ein oyggjaveitsla, sum bert vit kunnu gera saman, Nik & Jay og okkara elskaðu Føroyar, siga teir í video-heilsan, ið kann síggjast niðanfyri.

 

Nik & Jay hava hittað við sangum sum "Hot", "Elsker hende mere", "Lækker", "En dag tilbage", "Mod solnedgangen", "Boing" og fleiri.

 

Teir spæla á Vágsbø hóskvøldið kl. 22.

 

Her kanst tú síggja video-heilsan frá Nik & Jay