Vit høvdu í vár eina grein um Tinu Thostrup, ommudóttir Brynhild og Jógvan Rasmussen í Havn.
Tina hevur danskan pápa og býr í Danmark. Tað serliga við Tinu er, at hon er í danska herinum, og sum slík hevur hon eisini verið í Afganistan, har hon hevur virkað sum samskiftisfólk.
Skipanin er tann, at hon er ávísa tíð í Afganistan, og so er hon eina tíð í Danmark. Hetta merkir, at Tina skal aftur til Afganistan í komandi ár.
Men so var tað eisini tað, at Tina greiddi frá, at hon hevði ein amerikanskan drong, Dave, sum hon hevur hitt í Afganistan. Hann er ættaður úr statinum Washington á vestursíðuni av USA norður ímóti Canada-markinum. Men hann hevur støð í San Diego sunnast í Californina.
Teirra samlív er tó ikki so lætt sum hjá teimum flestu øðrum. Hansara arbeiðstreytir eru eisini at verða sendur til ymiskar uppgávur ymsa staðni á knøttinum. Hann er limur í einum US Marine Corps, sum er ein sereind til serstakar uppgávur hjá herinum.
Tá vit hittu Tinu í vár var hann umborð á einum amerikanskum flogbera uttanfyri Somalia. Hetta er ikki hissini skip. Manningin er 1.200, og teir kunnu hava 40 flogfør umborð. Teir vóru tá staddir í økinum við Somalia at ansa eftir sjórænarum, sum gera so nógv um seg á hesum øki.
Tá lovaði Tina at koma aftur til Føroya at vísa ommuni og abban drongin. Tað hevur hon eisini verið, men ferðin gjørdist brúðarreisa.
Tey giftust nevniliga tann 14. august í Danmark, og dagin eftir gekk leiðin til Føroyar heim í Konradsbrekku til ommuna, abban og mammubeiggjan Olfert. Tey bæði siga, at betri brúðarreisu kundu tey ikki fáa. Tey vóru móttikin við opnum ørmum.
Ikki minst fullu Dave og Brynhild fyri hvørjum øðrum. Hetta var fyrstu ferð Dave var í Føroyum, so tað var við eitt sindur av spennandi, at hann skuldi hitta føroysku familjuna hjá Tinu. Men her var eingin trupulleiki. Dave helt, at Brynhild var besti kokkur sum kundi vera, og Brynhild tekur til, hvussu fittur Dave er.
Vit fingu eisini høvi til at hitta Tinu og Dave og kunnu bert vátta ta fatan, sum Brynhild hevur av honum.
Dave greiðir frá, at hann var við í hendingini, tá ið tá eitt danskt farmaskip var tikið av sjórænarum við Somalia í apríl. Hetta var sera dramatiskt. Skiparin varð hildin gíðsul umborð á bátinum hjá piratunum. Eina ferð royndi hann at flýggja, men varð tikin aftur. Tað eydnaðist tó amerikanarunm at beina fyri trimum av piratunum, men ein fjórði varð tikin til fanga og er nú fyri rættin í USA. Tað hevur verið frammi í fjølmiðlunum, at hesin sjórænarin bert var 16 ár og var lokkaður av hinum. Men komið er fram, at hann er uppi í tjúgunum og var veruliga oddamaðurin hjá hesum liði av piratum. Hann sleppur vist at vera í USA eina rúma tíð!
Annars sigur Dave eisini, at fleiri av hesum sjórænarum eru somalar, sum búgva í marglæti í vesturheiminum. Tá teimum tørva pening fara teir heim til Somalia aftur, kapra eitt skip, fáa loysigjald og so avstað aftur fíggjarliga tryggjaðir.
Dave og Tina fóru avstað aftur sunnudagin. Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við hjúnarbandinum!
ó.