høvdu fýra neyt í fjósinum. Kirkjan, ið er bygd í 1957, sæst úr køksvindeyganum í Stórhúsi. Áðrenn Dalur fekk kirkju máttu tey til gongu til Húsavíkar. Saman við Skarvanesi var Dalur uppi í Húsavíkar kirkjusókn [...] heim í kirkjugarðin í Húsavík, eisini var hetta leiðin til handils. Leonia sigur frá, at hon sjálv helt á yngra soninum, tá hann í 1956 var doyptur í Húsavíkar kirkju, og hann var seinasta barnið í Dali [...] bleiv ikki leingi uppi, men eg svav í Stórhúsi. Um 4-5 tíðina um morgunin vaknaði eg av fólkapráti í køkinum. Har mundu vera eini 10 fólk, sum vórðu boðin inn. Eg fór upp og niður í køkin, tá segði Leonia
alt hitt. Og uttanfyri er ein annar sum koyrir skinnini inn í eina bingju. - Tað tekur eina løtu at koma í gongd. Men tá vit so eru komnir upp í umdrejningar, vita vit nærum ikki av, fyrrenn vit hava flett [...] at koma við eini 150 seyðum í hesi vikuni. Tað fara vit eisini at klára. Eingin ivi um tað, sigur Leon Sólheyg. FAKTA 1700 Virksemið á Sláturmiðstøðini í Haraldssundi byrjaði í 2007, men síðani tá hava fólk [...] seyðirnar, sigur Leon, ið er ættaður úr Klaksvík. Hann hevur hjálpt til her í eini trý ár, men er annars sjómaður við einum skipi úr Leirvík. Beint nú eru teir ikki til fiskiskap. - So tað passar bara fínt
gagnnýta livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum (§ 1) og heimilar landsstýris-manninum í fiskivinnumálum í kunngerð at seta bann fyri at blaka veiðu útaftur (§9, stk. 7). § 10, stk. 4 sigur beinleiðis [...] Tilfeingi merkir eftir míni orðabók nøgd av tilfari ella ríkidømi íð er til taks serstakliga í náttúruni. Tað er í míni sál eingin ivi um, at bæði livur og rogn og fyri tann skuld allir innvølir koma undir [...] hevur uttan iva eisini verið hugsanin hjá teimum, sum í síni tíð gjørdu lógina og tí er tað eftir hesi lóg ólógligt at lata nakran part av fiskinum fara í havi aftur. Fiskiveiðueftirlitið, sum skal ansa
fleiri FM-heiti. Í talvi hevur hann syft mangan mannin frá borðinum og vunnið FM-heitir. At enda hevur hann eisini vunnið FM í frælsum ítrótti, har hann gjørdist føroyameistari í renning. Í hæddarlopi vann [...] Øssur fór til Týsklands at spæla landsdyst, gjørdi hann av at gevast í skúrinum og søkja sær kjans við skipi. - Mær dámar væl at arbeiða í skúrinum, men kundi nú hugsað mær at sloppið til skips, sigur hann [...] - Eg vænti ikki, tað verður beinanvegin, sigur hann. Í dysti móti týsku heimsstjørnunum Øssur Hansen var við á føroyska fótbóltslandsliðnum, sum í síðstu viku spældi landsdyst móti Týsklandi, og hann var
longur at verða apa umborð einum skipi í dag, hvør smádrongur ella mamma ynskir syni sínum at verda sjómaður, neyvan nøkur. Kom at hugsa um út- ella sjónvarpskvinnuna í samrøðu við Jákup Magnussen, at tað [...] vit finna upp á okkurt, vit skulu jú verða fremsta tjóð í 2015, so vit mugu skunda okkum at finna uppá okkurt. Hví ber onki til at fáa kvotu t. d í Vestgrønlandi hjá føroyingum. Eru vit so ringir diplomatar [...] grønlendskari kvotu i Eysturgrønlandi. Nei her er okkurt spinnandi galið, eru vit ikki í sama ríkisfelagsskapi? Í hvussu so er sýnist tað at verða eitt stórt minus fyri føroyingar. Hvat sigur Føroya fólk
heilsu í føðingardagsgávu, tí eg kann ikki reypa av at hava livað sunnari enn nakar annar. Heldur hinvegin, tí mær dámar so ómetaliga væl feitan mat, og eg eri herviligur at seta meg í bilin í staðin fyri [...] Tað var, tá Kiss í Kina fekk handan serliga bilin við dupultum pedalum, fortelur Sofus. Eg fór til Havnar, koyrdi við Kiss í ein tíma ella so, og tað var tað. So eg havi havt koyrikort í eini 70 ár, og tað [...] heppin í spæli og í kjerligheit, flennir Sofus. Ger seg ikki tvøran Nakrar gongurtúrar verður tað til kortini, tí omanfyri bygdina hevur Sofus eitt gásapar, sum skal hava at eta hvønn dag. Túranir í haganum
Mortensen, borgarstjóri í Havn, vil, skulu bygdarfólk sum koyra til Havnar í bili, ikki sleppa oman í sjálva Havnina við bilinum fyri síðani at lata hann standa á einum parkeringsplássi í miðbýnum fyri dagin [...] pallborðið Og á almennum fundi í Havn slepst ikki undan at tosa um parkeringsviðurskiftini, í miðbýnum, ið eru ein av heilt stóru trupulleikunum í Havnini. Og tað var í hesum sambandi, at Heðin Mortensen [...] fleiri túsund bilar. Men tey skulu parkera í Gundadali, ella longur uppi, tí tey skulu ikki heilt oman í býin við bilinum og seta teir á parkeringsplássini í miðbýnum fyri dagin. Afturfyri skal Bussleiðin
okkum øðrum í hesa støðuna. – Skortað hevur ikki verið uppá ávaringarnar. Evropa í sama báti Ikki bara í Føroym er hendan næstan óloysiliga støðan, men stórur partur av Evropa er í sama báti. Í tíðindabrævi [...] er í kapping til útflutnings, harafturat er lítil peningur til marknaðføring og fjarlagni vigar nógv. Almenni lønmóttakarin átti at tikið hetta í nógv størri álvara. Torført er at vera politikari í dag [...] eina visjón, sum drúgvt, áhaldandi og nærlagt arbeiði skal leggjast í. Tað sum Cameron nú ger í Bretlandi, metir CEPOS er neyðugt at gera í Danmark, tað hevði spart Danmark fyri einar 22 milliardir krónur
hevur endurrindað 150.000 í mvg til eitt matrikkulnummar, verður lokið smekka á kassan og so verður onki meiri latið í mvg. Tá ið kvotan er uppi, ber sostatt heldur ikki til í framtíðini at søkja um at [...] Í framtíðini fer virðið á sethúsum at minka. Tað eru tey bæði tryggingarfeløgini í Føroyum samd um. Tey eru samd um, at ein samtykt í Løgtinginum síðsta summar, fer at føra við sær, at virðið á sethúsum [...] at fáa mvg endurgoldið til arbeiðsløn í sambandi við nýgerð og umvæling av egnum bústaði. Í longdini ger hetta sjálvandi møguleikarnar at røkja og umvæla bústaðin nógv minni Og hetta fer uttan iva, at trýsta
inn. Hann lá heima í nakrar dagar, fór á sjúkrahúsið í Havn, men doyr av bruna í búkhindini longu í 1935. Ingimund Ingimundur Jóhann Pétursson (1901-1969) fór aftur til Reykjavíkar í 1947. Har fann hann [...] ligið í einari sildatunnu í forlastini, og ein sjóstivli, sum hevði ligið í lugarinum, og ringar av kabyssini funnu teir millum fiskin og saltið í afturlastini. Maðurin, ið hevði staðið til útkikk í ka [...] Reyðafirði og mamman Jónina Sigurðadóttir kom úr Einarsstaðasókn í S-Tingeyjasýslu. Tey blivu gift 3. mai 1896, og í 1901 eru tey í Hvammsgerði í Vopnafirði. Petur, pápi Lauru, fekk tuberklar og doyði. Mamman