Cameron-ætlan í Føroyum hevði givið 400 færri í almenna geiranum

At almennu fakfeløgini krevja lønarhækkan í hesum døgum, er
vandamikið, tey fáa lítið og onki burtur úr, tá skattur og
og avgjøld eru tikin, men lyftini í leysum lofti, serliga frá
“nýuppkomlingum” av politikarum, eru óðamannaverk

Í framhaldi av grein míni seinastu viku, “Eru Føroyar spakuliga á veg hagar kommunisman slepti”, fari eg at geva frá mær onkrar hugmyndir av álvarseminum, nú almennu fakfeløgini ikki aftrað seg við at krevja hægri lønir samstundis, sum politikarar geva lyfti í leysum lofti.

Sera kostnaðarmikið er at liva í Føroyum. Torført er at reka almenna geiran, av hesi orsøk eru skattur og avgjøld støðugt hækkandi, tað ger, at framleiðslukostnaðurin gerst vanliga alt ov tungur, ja so tungur, at versnandi støða er í kapping til útflutnings, harafturat er lítil peningur til marknaðføring og fjarlagni vigar nógv.

Almenni lønmóttakarin átti at tikið hetta í nógv størri álvara. Torført er at vera politikari í dag við stórum krøvum og ongum pengum, hóast flestu sjálvir eru komnir sær og okkum øðrum í hesa støðuna. – Skortað hevur ikki verið uppá ávaringarnar.

Evropa í sama báti
Ikki bara í Føroym er hendan næstan óloysiliga støðan, men stórur partur av Evropa er í sama báti.

Í tíðindabrævi frá danska miðdeplinum fyri politiskum kanningum CEPOS, varð víst á víðfevndar avgerðir, sum forsætisráðharri Onglands, Cameron, er noyddur at taka.

Henda ætlanin er, at í 2015 skulu 490túsund alment lønt verða tikin úr alemenna geiranum. Hetta svarar til eini 44túsund í Danmark, ella 8-9túsund árliga sjálvboðin nátúrliga fara av almenna arbeiðsmarknaðinum.

Føroyar sleppa ikki uttanum
Taka vit nú rokniarkið fram, sum okkara akademikarar ofta eru óførir til, tá teir skulu sannføra onnur, so skuldi hetta í Føroyum svara til íalt eini 400 fólk úr almenna sektorinum, tá 2015 er runnið. – Hetta kann uttan iva gerast við nátúrligari frágongd.
Núverandi fíggjarmálaráðharrin var løgmaður, tá “Visjón 2015” var kjølsett, og sera errin av henni. Sjálvur var eg ongantíð heitur talsmaður fyri henni, tí sum eg tá segði, eitt er at hava eina dreymasjón, annað er eina visjón, sum drúgvt, áhaldandi og nærlagt arbeiði skal leggjast í.

Tað sum Cameron nú ger í Bretlandi, metir CEPOS er neyðugt at gera í Danmark, tað hevði spart Danmark fyri einar 22 milliardir krónur. ella brúka vit aftur rokniarkið, so hevði hetta spart minst 200 mió. krónur í Føroyum. – Hetta sleppa Føroyar í longdini ikki uttanum. Tess skjótari hetta verður framt, so mikið lættari, heldur enn at “tosa” um flosklarnar “bygnaðarbroytingar”, sum hava verið uppi og vent seinastu 25 árini, tá onki annað er at taka til, og sum um tað við teimum henda undurverk. Sjálvandi eru hesar eisini neyðugar, men muna onki einsamallar.

At almennu fakfeløgini krevja lønarhækkan í hesum døgum, er vandamikið, tey fáa lítið og onki burtur úr, tá skattur og avgjøld eru tikin av, men lyftini í leysum lofti, serliga frá “nýuppkomlingum” av politikarum, er óðamannaverk..