Sólrún Michelsen fagnað í Budapest

Væl umtóktað tríverkið hjá Sólrún Michelsen Ein táttur er silvur, Ein annar er gull, og Fáur fær tráðin heilt slættan er givið út á ungarskum forlagið

Sprotin skrivar, at ungarska forlagið Polar Konyvek, hevur norðurlendskan skaldskap sum sítt serøki og fevnir um so víða gitin nøvn sum Karen Blixen, Jon Fosse, Auður Ava Ólafsdóttir og Oddfríð Marna Rasmussen. Nú hevur forlagið so fingið eyga á verkið hjá Sólrun og hevur givið báðar tær fyrstu út. Tann triðja verður á marknaðinum í vetur.

 

Stórur bókafagnaður varð hildin í Budapest í døgunum 2.-5. oktober, og í tí sambandi bjóðaði forlagið Sólrún at leggja bøkurnar fram fyri ungarar.

 

Samrøða var við bókmentaprofessara, sum spurdi á enskum. Sólrún svaraði á føroyskum, og týðarin týddi til ungarsk, so øll skuldu skilja. Tað riggaði. 

 

Hon varð spurd, hvussu hon hevði pentað hesa søguna saman, og hvussu hon hevði evnað hesar søguligu persónarnar. Hvussu hon bar seg at við at gera øll so samansett sum menniskju, hóast kvinna týðiliga var í brennideplinum. 

 

Hann var m.a. forvitin og fregnaðist, hvussu ungarar skuldu kunna skilja kríggið, ið lýst varð, samanborðið við tað kríggj, tey upplivdu í Ungarn. Ein eyðsýndur munur, sum tóktist hava stóran áhuga.

 

Síðan skifti hann prátið yvir á yrkingina um lagnutráðin, og hvussu høvundurin fataði lagnuna og hennara gátufullu leiðir. 

 

Fólk visti eyðvitað einki um Føroyar og føroyskar bókmentir, men Sólrún heldur seg hava varhuga av, at teimum dámdi bókina. 

 

Sólrún las eisini brot úr bókunum á føroyskum, sum ein sjónleikari síðan las á ungarskum. Tað riggaði so stak væl.