Val á veg - politisk hólmgonga í Reinsarínum

Innanfyri eitt ár verður løgtingsval útskrivað. Tí skipar Frihedsbrevet í vetur fyri politiskum pallborðsorðaskifti í Reinsarínum í Havn.

Tíðindaskriv frá Frihedsbrevet:

 

Umboð fyri allar politiskar flokkar luttaka og evnini skifta fyri hvørt kvøld, Val á veg er á skrá.

 

Hóskvøldið fara tey at kjakast um fíggjarlógaruppskotið og uppskotið um fría abort. Men høvið verður eisini at seta spurningar.

 

Við fólkunum frá Frihedsbrevet sum orðstýrarar er lagt upp til eitt lívligt og hvast kjak. Og við Reinsarínum sum karmi eru umstøðurnar avslappaðar og óformellar. 

 

Øll eru vælkomin til Val á veg í Reinsaríinum hóskvøldið 16. oktober. Pallborðsfundurin byrjar klokkan 20.00.

##med2##