Gongur tað sum Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, vil, skulu bygdarfólk sum koyra til Havnar í bili, ikki sleppa oman í sjálva Havnina við bilinum fyri síðani at lata hann standa á einum parkeringsplássi í miðbýnum fyri dagin.
Tað staðfesti borgarstjórin á valfundi í Sjónleikarhúsinum í Havn í gjárkvøldið.
Tað var Havnar Sjónleikarfelag sum hevði kallað saman til valfund av tí góða gamla slagnum, har tað skuldi vera lívligt kjak, og har áhoyrararnir skuldu sleppa til orðanna.
Uppmøtingin var ikki tann, nógv høvdu vónað, men har vóru kanska einar 50 atkvøður at kappast um hjá valevnunum, ið sótu við pallborðið
Og á almennum fundi í Havn slepst ikki undan at tosa um parkeringsviðurskiftini, í miðbýnum, ið eru ein av heilt stóru trupulleikunum í Havnini.
Og tað var í hesum sambandi, at Heðin Mortensen staðfesti, at hansara stóra ynskið er, at avmarka parkeringina soleiðis, at parkeringsplássini miðskeiðis í Havnini skuldi vera til stutttíðarparkering til tey, sum høvdu onkur ørindi í býnum.
Parkeringsplássini í miðbýnum skulu ikki brúkast til langtíðarparkering, har fólk koyra til arbeiðis, og seta bilin á eitt parkeringspláss fyri dagin, segði hann, sum annars var einasti býráðslimur við pallborðið, tí øll hini vóru valevni, sum ikki sita í býráðnum.
Borgarstjórin segði eisini, at øll tey mongu bygdafólkini, sum koma til Havnar í bili hvønn morgun til arbeiðis, skulu vera hjartaliga vælkomin til Havnar - men tey skulu ikki oman í miðbýin við bilinum at parkera hann fyri dagin.
Talan er kanska um fleiri túsund bilar. Men tey skulu parkera í Gundadali, ella longur uppi, tí tey skulu ikki heilt oman í býin við bilinum og seta teir á parkeringsplássini í miðbýnum fyri dagin.
Afturfyri skal Bussleiðin mennast so, at tað skal liggja væl fyri at sleppa úr Gundadali oman í býin við bussi, ella fólk kunnu ganga oman í býin, vilja tey heldur tað.
- Vit skulu hava stutttíðarparkering í býnum og langtíðarparkering uttanfyri býin, heldur borgarstjórin.
Somuleiðis er ætlanin at gera parkeringshús í tveimum hæddum á Bursatanga og eitt á Bøkjarabrekku. Tilsamans verður talan um parkeringspláss til fleiri hundrað bilar mitt í býnum.
Og so heldur borgarstjórin, at trupulleikin við parkering er endaliga loystur.
Jan Christiansen, sum eisini bjóðar seg fram sum valevni, er samdur í, at tað kann ikki ganga, at bilar skulu standa parkeraðir í miðbýnum heilar dagar.
- Skulu vit umhugsa at hava eitt handilslív í miðbýnum, við tí veðurlagi vit hava, kunnu vit ikki hava romantiskar dreymar um at øll skulu ganga, tí vit mugu kunna sleppa av við bilin eina løtu tætt við handlarnar.
Vit hava meiri seinni, eitt nú um, um at Bussleiðin skal koyra meiri og um, at okkurt valevni heldur, at havnarfólk skulu hava pass til Bussleiðina og okkurt annað valevni hevði ikki himprast við at avtikið ókeypis Bussleiðina