Øssur Hansen er 31 ára gamal. Hann er ikki maðurin við teimum stóru orðunum og ger ikki nógv burtur úr sínum ítróttarligu avrikum. Spyrt tú um okkurt, fært tú eitt vinarligt, skilagott og vælumhugsað svar. Hann hevur áhuga fyri nógvum og hevur roynt eitt sindur av hvørjum.
Evnaríkur sum ítróttarmaður er hann sum fáur. Tíðliga taldist hann millum fremstu borðtennisleikarar, og vann hann sær fleiri FM-heiti. Í talvi hevur hann syft mangan mannin frá borðinum og vunnið FM-heitir. At enda hevur hann eisini vunnið FM í frælsum ítrótti, har hann gjørdist føroyameistari í renning. Í hæddarlopi vann hann silvur.
Sostatt hevur hann verið føroyameistari í fýra ymiskum ítróttargreinum.
Øssur er útbúgvin el-innleggjari, men honum dámar betur tey arbeiði, har arbeiðstíðin ikki liggur millum 8 og 17. Hann ræðist ikki agnroyk og fløkjustampar, tí seinasta árið hevur hann verið landformaður hjá Páll Højgaard á Toftum, sum rekur útróðrarbátin, Trygva. Sum ungur, hevði hann ábyrgdina av egningini hjá øðrum útróðrarbáti.
Áðrenn Øssur fór til Týsklands at spæla landsdyst, gjørdi hann av at gevast í skúrinum og søkja sær kjans við skipi.
- Mær dámar væl at arbeiða í skúrinum, men kundi nú hugsað mær at sloppið til skips, sigur hann.
Øssur hevur søkt um kjans við nýggja Stapanum, men veit ikki, um tað fer at eydnast at sleppa við.
- Eg vænti ikki, tað verður beinanvegin, sigur hann.
Í dysti móti týsku heimsstjørnunum
Øssur Hansen var við á føroyska fótbóltslandsliðnum, sum í síðstu viku spældi landsdyst móti Týsklandi, og hann var á vøllinum allan dystin.
Hvussu kendist tað at fara úr egningaskúrinum á Toftum og skula møta heimsins næststerkastu fótbóltstjóð?
- Jú, tað er eitt upplivilsi hvørja ferð, og hesaferð var tað nakað serstakt, tí vit hava leingi droymt um hendan dystin.
Øssur sigur, at menn vóru ógvuliga spentir og uppsettir, og tað var ikki sørt, at nervarnir vóru uppá spæl, áðrenn farið varð inn á vøllin.
- Vit væntaðu eitt øgiligt ódnarveður, og tað fingu vit eisini. Tá ið týskarar fingu brotsspark og mál beinanvegin, sá ikki gott út; tá mundu fleiri av okkum bera ótta fyri stórtapi. Trýstið linkaði, og vit sóu, at tað bar til at spæla ? eisini frameftir vøllinum. At málmaðurin stóð so serstakliga væl, gav okkum eisini gott mót. Við endan av fyrra hálvleiki fingu vit so javnandi málið sum gjørdi, at vit av álvara fóru at trúgva uppá eitt gott úrslit.
Øssur heldur ikki, at týsku málmøguleikarnir í so stóran mun stóðust av góðum álopsspæli, men meira av, at okkara menn mistu bóltin í óhepnari støðu.
- Tá ið seinni hálvleikur byrjaði, væntaðu vit aftur ódnaðarveður, tí fyri týskararnar var 1-1 støðan avgjørt einki at reypa av. Vit fóru innaftur við góðum treysti og vildu leggja alla orku í at halda støðuna teir fyrstu 15-20 minuttirnar. Men tá ið vit høvdu spælt einar 10 minuttir, fingu týskarar næsta málið. Byrjanin til hetta málið var eitt feildømt innkast, sum heilt upplagt var okkara.
Øssur sigur, at hóast týskarar fingu næsta málið, vísti tað seg, at føroysku leikararnir trúðu uppá eitt gott úrslit.
- Vit valdu at halda fram og ansa eftir ikki at detta ov langt aftur á vøllin og samstundis geva týsku leikarunum minst møguligt pláss. Eg haldi, at Fróði Benjaminsen og Julian Johnson megnaðu óføra væl at bróta týska spælið og vinna nakrar bóltar. Tá ið so týskarar byrjaðu at keglast sínámillum, merktu vit, at rímiliga væl stóð til, og at vit ikki høvdu tapt dystin.
Øssur sigur, at hugburðurin var góður, og leikararnir vóru væl fyri hóast hørðu mótstøðuna.
- Eg haldi, at týska spælið passaði væl til okkara fótbólt, og uppleggið hjá okkum var skilagott. Vit settu okkum fyri at gera týskarunum tað trupult og taka ferðina av teimum.
Drógu tíðina út
Tað var ein undarlig kensla at sita frammanfyri sjónvarpsskíggjanum og síggja týsku heimsstjørnurnar draga tíðina út móti endanum av dystinum.
- Ja, ta kensluna hevði eg eisini. Teir vildu gardera seg við tí støðu, teir høvdu. Týski málmaðurin drálaði við at sparka bóltin útaftur, og har afturi á vøllinum spældu leikarar ímillum sín. Hetta var ein undarlig kensla móti eini so stórari fótbóltstjóð, sigur Øssur.
Spurdur, um leikararnir vóru vónsviknir, tá ið útjavnandi møguleikin varð misnýttur stutt fyri leiklok, sigur hann.
- Ja, tað vóru vit sjálvandi, men hetta var reint óhepni. Hjalgrím Elttør royndi tað, hann kundi og bólturin, sum rakti stongina og smeyg sær út um, kundi eins væl havt rakt stongina og farið inn í málið.
Øssur sigur, at bæði Hendrik Larsen og Jógvan Martin Olsen vóru stak væl nøgdir við avrikið, og menn vóru samdir um, at við eitt sindur størri hepni móti endanum, kundi úrslitið verið ein javnleikur móti Týsklandi.
Um sítt egna avrik í dystinum, heldur Øssur Hansen, at tað var um miðal.
- Eg royndi at verja sum best og koma framvið, tá ið høvið beyðst. At steðga týsku leikarunum hvørja ferð, var vónleyst. Sum heild var eg nøgdur við mítt avrit, sigur toftamaðurin, sum nú ætlar sær til skips eina tíð.










