Haraldssund: Tað er týðiligt at síggja, at her er talan um menn sum vita hvat teir skulu gera, tá tað ræður um fletting.
- Tað er best, tá vit eru seks mans. Vit eru bara fimm beint nú, men tann sætti kemur um eina løtu, vísir Leon á, meðan tann stríðist við at skjóta eitt lambið fyri og annað eftir.
Serligi flutningsbilur teirra er júst komin norðurum Norðoyatunnilin við eini 50 seyðum av Skálafjørðinum. Hinir standa klárir við hvør sítt borð, og spølini ið hjálpa og lætta munandi um arbeiðið.
Teir rigga skjótt til, hvør maður veit hvat hann skal gera: Ein skjýtur. Ein tummar. Ein togar skinnið av. Ein syrgir fyri at burturbeina vemburnar og alt hitt. Og uttanfyri er ein annar sum koyrir skinnini inn í eina bingju.
- Tað tekur eina løtu at koma í gongd. Men tá vit so eru komnir upp í umdrejningar, vita vit nærum ikki av, fyrrenn vit hava flett teir fyrstu 20 seyðirnar, sigur Leon, ið er ættaður úr Klaksvík.
Hann hevur hjálpt til her í eini trý ár, men er annars sjómaður við einum skipi úr Leirvík. Beint nú eru teir ikki til fiskiskap.
- So tað passar bara fínt við flettingina, sum jú bert er hesa ársins tíð - tað vil siga henda eina mánaðin.
- Onkutíð er nakað nógv press á, tí alt skal ordnast í sjálvari heystfrítíðin. Kanska burdi heystferian vart í tvær vikur, sigur hann við einum brosi.
2-3 tímar
Hósdagin var úr at gera hjá teimum fimm monnunum á Sláturmiðstøðini - Leon, Fríðjohn, Ragnari, Jón og Elmar.
Beint eftir døgurða komu teir til Haraldssunds við einum innilokaðum lastbili, fyltur við seyði av Skálafjørðinum, og sum var klárur til flettingar.
- Her eru einir 50 seyðir, so tað skuldi eftir røttum ikki tikið meiri enn einar 2-3 tímar at fletta, greiðir Leon íðin frá.
Vanliga siga teir, at eru teir seks vandir mans til arbeiðis, kunnu teir lættliga fletta 30 seyðir um tíman. Ja, her fær ein nærum ikki vent sær, fyrrenn enn næsta gongan kann koma til flettingar.
Henda dagin hevði ein annar privatmaður, somuleiðis úr Eysturoynni, biðið um tíð at fáa einar 12 seyðir flettar. Og hetta skuldi takast inn ímillum seyðirnar hjá bóndanum.
- Um tað passar seg so, plaga vit at møta klokkan átta um morgunin og fara til hús aftur um 4-tíðina, sigur Leon.
Soleiðis gongur tað bara - hond í hond. Ella seyð av seyði.
70 seyðir
Sláturmiðstøðin hevur longu nøkur ár á baki. Undir verandi umstøðum, hevur miðstøðin loyvi at virka eftir galdandi lógum og reglugerðum fram til komandi heyst.
Líkt er til, at bøndur og privatfólk hava sæð hetta sum ein kærkomnan møguleika at fáa seyð sín flettan.
- Teir flestu koma sjálvandi higar úr Norðoyggjum, men nógvir koma somuleiðis úr Eysturoynni. Ja, tað koma eisini seyðir frá monnum í Havn, sigur Leon brosandi.
Ein av hentu møguleikunum hjá Sláturmiðstøðini er tilboðið um at koma eftir seyðinum hjá bóndanum. Við flutningsbili teirra, ið kann taka einar 70 seyðir, er lætt og einfalt at fáa seyðin koyrdan á staðið.
Tað er skjótt hjá royndu monnunum at fletta allar seyðin. Tá tað fer at nærkast endanum á flettingini, verða boð send til eigaran um, at nú kann hann so smátt fyrireika seg at koma norður eftir krovunum.
Men sesongin er stutt, og tí ræður um at arbeitt verður bæði skjótt og væl.
- Ikki bara onkur, men fleiri hava boðað frá, at teir fara at koma við eini 150 seyðum í hesi vikuni. Tað fara vit eisini at klára. Eingin ivi um tað, sigur Leon Sólheyg.
FAKTA
1700
Virksemið á Sláturmiðstøðini í Haraldssundi byrjaði í 2007, men síðani tá hava fólk fingið eyguni upp fyri tænastu teirra.
Hetta fyrsta árið flettu teir slakar 1000 seyðir, men árið eftir so nógvar sum 1700. Hetta árið flettu og pakkaðu teir eisini 175 neyt.
Tá vit vitjaðu á virkinum í farnu viku, høvdu teir longu flett 400. Men sum ordrabókin sær út, er lítil ivi um, at teir fáa meiri enn nokk at gera hesa vikuna, ið skúlarnir eru í heystfrí.
Ein smakk av heystinum
- Okkara sannroynd er, at tað verða færri og færri sum fletta. Tí er brúk fyri eini slíkari miðstøð sum hesi, sigur Leon Sólheyg.
Hóast flestu viðskiftafólkini bert eru áhugað í krovunum, vísir tað seg, at tey eisini vilja hava tað sum Leon nevnir “ein smakk av heystinum”, samstundis sum tey sleppa undan upptakinum aftaná. TAÐ vilja tey heldur betala seg frá.
- Ja, fólk vilja ikki hava ta stóru rúgvuna við sær aftur til húsa, men bert henda lítla smakkin av heystinum, slær hann fast.
Ofta ynskja fólk sær bert tann eina sveitan og kanska okkurt annað úr innvølunum. Men í stóran mun verður restin burturbeind her á miðstøðini.