Atli Hansen
Vit hava hesi seinnu árini hoyrt nógv um tørvin á rávøru til tey virkir, sum framleiða burtur úr livur og rognum. Rávøran verður hildin at vera til, men kemur ikki upp á land saman við fiskinum. Nógv uppskot hava verið frammi um at eggja ella beinleiðis noyða skipini til at taka livur og rogn við til lands.
Hetta átti ikki at verið neyðugt. Lógin um vinnuligan fiskiskap áleggur okkum øllum at gagnnýta livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum (§ 1) og heimilar landsstýris-manninum í fiskivinnumálum í kunngerð at seta bann fyri at blaka veiðu útaftur (§9, stk. 7). § 10, stk. 4 sigur beinleiðis, at tað er ikki leivt at blaka veiðu fyri borð.
Tilfeingi merkir eftir míni orðabók nøgd av tilfari ella ríkidømi íð er til taks serstakliga í náttúruni. Tað er í míni sál eingin ivi um, at bæði livur og rogn og fyri tann skuld allir innvølir koma undir heiti tilfeingi og soleiðis eru fevnd av lógini um vinnuligan fiskiskap. Tað hevur uttan iva eisini verið hugsanin hjá teimum, sum í síni tíð gjørdu lógina og tí er tað eftir hesi lóg ólógligt at lata nakran part av fiskinum fara í havi aftur.
Fiskiveiðueftirlitið, sum skal ansa eftir, at lógin verður hildin, hevur eina ómøguliga uppgávu. Teir kunnu bert síggja, hvat íð hendir, um teir hava eygleiðara á hvørjum skipi. At trýsta livur og rogn til lands við eini eygleiðaraskipan er ein dýr og problematisk loysn.
Eg havi útvegað mær innlit í livraprísir á donsku fiskauppboðssølunum seinasta vár. Har var príslegan fyri toskalivur kr. 12 15 / kg og fyri seiða- ella upsalivur kr. 5 8 / kg. Fyri at taka rognaprísin við, so var hann fyri bæði sløgini kr. 25 30 / kg.
Livur til henda prís skal hava ein ávísan feskleika, sum tað er trupult at hava fyri føroyska livur á útlendskum marknaðum. Men útlendsk konservesvirkir hava eisini tørv á livur og rognum sum rávøru og ein møgueliki kundi tí verið at fingið tílík virkir hendavegin ella sjálvir at seta slík virkir á stovn sum undirleverandørar til útlendsk virkir íð hava framleiðsluserkunnleikan og inngongd til marknaðirnar. Vit hava okkurt virki, men helst ov fá til at fáa kapping um vøruna.
Tað er fyri mær nakað undarligt í, at man kryvur ein upsa, førir tann sløgda upsan til lands og selur hann fyri 3 4 kr. / kg , men livrina til 5 8 kr. / kg og rognini til 25 30 kr. / kg blakar man í havi aftur. Her er okkurt spinnandi gali.
Eg trúgvi lítið upp á, at meira lóggáva hjálpir her. Hugburðsbroytingar, upplýsing um lóggávu og virðir og krøv frá reiðara kunnu leiða fram á mál.
Um vit seta livrina til at vera 9 % av einum seiði ella upsa, so eigur eitt par, sum í sesongini kemur við 100 tonsum av seiði ella upsa hvør at hava 18 tons av livur tilsamans, sum við kr. 6 / kg hevur eitt virði upp á kr. 108.000. Reiðaríið eigur smb. allar sáttmálar meira enn helvtina av hesum eisini. Tað mátti verið góður betalningur fyri at møtt upp á støðni, tá íð skipini koma ella bert at hugt eftir tá íð avrokningin kemur frá uppboðssøluni, um livur er við. Reiðarin hevur eins og samfelagið - møguleika fyri revsing av monnum, sum blaka tilfeingi fyri borð aftur. Ella er nakað gali við sáttmálanum millum reiðaríini og manningarfeløgini? Hava tey ikki somu áhugamál ella eru skipini undirmannaði til at taka hetta tilfeingi?
Sambart upplýsingar frá Fiskirannsóknarstovuni eru kanningar gjørdar, sum vísa, at í meðal er vektin av livur av øllum tí landaða toskinum 6 % og av øllum tí landaða upsanum 9 %.
Seinastu 5 árini hevur livur sostatt í fyrsta liði givið møguleika fyri at býta millum 40 og 60 mió. kr. netto millum reiðarí og manning. Eitt sindur, men ikki nógv av livur kundi komið frá øðrum fiskasløgum sosum hýsu, brosmu, longu og blálongu.
Tað er hugvekjandi, at okkurt ári kundi virði av livur og rognum nærkast helvtini av virðinum á veiddum upsa. Tosaði onkur um stovnsrøkt?
Havi ikki enn havt møguleika fyri at gera rognini upp, men væntuliga vísa tey tølini seg í minsta lagi á støði við livrina og helst meira.
Niðurstøða:
1. Tað er ólógligt at blaka tilfeingi útaftur eisini livur og rogn
2. Lógarverkið er nøktandi og skal bert handhevjast. Fiskimálaráðið skal upplýsa um hetta og gera Fiskiveiðueftirlitið ført fyri at fylgja við í hvønn mun tilfeingið verður blaka útaftur eisini annað enn livur og rogn.
3. Bæði Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini eiga at fremja upplýsing um virðini av tí, sum ikki kemur upp á land og harvið vera við til at fremja eina hugburðsbroyting
4. Sáttmálarnir eiga at verða eftirhugdir
5. Man hevur við kryvjimaskinum burturrationaliserað eitt inntøkupotentiali
Hevði hetta ikki verið vert at hugsa eitt sindur nærri um nú sesongin skjótt er í hondum? Kanska kundi okkurt munagott verið gjørt áðrenn.