Bjarni Petersen
Eysturgrønland 26.august
Eftir drúgva tíð og nógvar umskyldningar og alt á gosi bleiv rækjustuðulin endiliga játtaður í mai, men hóast nú hálvt ár aftaná og bert eitt rækjuskip er eftir, vita teir ikki, hvør skal hava stuðul. Skulu teir, sum liggja við kaj, ella teir sum longu eru farnir á reyvina eisini hava, ella skulu vit sum eru dubultflaggaðir hava eisini??
Tað má sigast at eitt ótrúligt ráðaloysi valdar i Føroyum, nei tað er for simpult at fiska, vit skulu granska, granska hvat? Nei tað veit eingin, vit finna upp á okkurt, vit skulu jú verða fremsta tjóð í 2015, so vit mugu skunda okkum at finna uppá okkurt.
Hví ber onki til at fáa kvotu t. d í Vestgrønlandi hjá føroyingum. Eru vit so ringir diplomatar?
Danir fingu i fjør 4000 ts av rækjukvotu i Vestgrønlandi eftir 0 kvotu at hava havt har. Hetta er nakað, sum teir via ES keyptu, samstundis sum teir hava 2000 ts i Eysturgrønlandi OG HETTA ER TIL EITT SKIP.
Samstundis minkaði Føroyska kvotan i Eystgrønlandi við 10% til ca 100 ts pr skip, av tí man nú skal geva yvirvekt í eskjuni upp, men norska og grønlenska rækjukvotan bleiv kompenserað fyri hesum, tvs at teir fingu 10% meir. Bleiv tað yvirhøvur spurt um hetta frá føroyskari síðu??
T. v. s. at fyrst hava vit nógv minni kvotu enn hinir i Eystgrønlandi, og so blíva hesi fáu tons ikki ein gang uppdaterað eins og hjá øðrum.
Tað mátti borið til at landsstýrið keypti nakað av kvotu i Vesturgrønlandi, tá tað ber til hjá øðrum.
Ikki ein gang fáa vit loyvi at keypa óuppfiskaða grønlenska kvotu i Eystgrønlandi undir føroyskum flaggi, vit sum flaggaðu fyri Litavia, eitt land sum ALDRI hevur fiskað i Grønlandi, tá var onki problem hjá okkum at keypa 580 ts av grønlendskari kvotu i Eysturgrønlandi.
Nei her er okkurt spinnandi galið, eru vit ikki í sama ríkisfelagsskapi? Í hvussu so er sýnist tað at verða eitt stórt minus fyri føroyingar.
Hvat sigur Føroya fólk at ogn Føroya fólks kemur at liggja ófiskað á Flemmish Cap og Svalbard, ein kvota sum vit eiga fyri onki, 100 tals milliónir ligga fyri onki, nei tað ger kanska onki, vit finna uppá okkurt annað.
Hví skal tað ikki bera til at hava útlendska bíliga manning við føroyskum skipum? Allir hinir hava bíligari manning umborð t. d japanar hava filipinarar, hollendarar og spaniólar og írar hava eystar, ið fiska enntá undir Føroyum við teim, hesir menn fáa enntá eina PHD løn í teirra málistokki.
T. v. s. at teir spara 15% ella meir i hýruútreislum = ca 4,5 mill pr skip pr ár.
Nógv tos um at skapa karmar, hví ikki seta nýggjar karmar her.
Nógvir føroyskir yvirmenn sigla við útlenskum skipum, hví ikki royna at fáa hesar dugnaligu menn heldur til okkum at fiska, heldur enn at teir hjálpa hinum at konkurera okkum sjálvar út.
Danir innførdu DIS-skipan til skip teirra, tá øll farmaferðsla teirra var við at fara á húsagang fyri eini 30 árum síðani ella meir. Úrslitið var, at í staðin fyri ongan farmaflota at hava, eru teir verðsins størstu í dag, og tilføra danska samfelagnum 10 tals milliardir.
Hartil skulu føroyingar gjalda toll av rárækjunum, hvat norðmenn og íslendarir ikki skulu, hetta svarar til ca 2-3 mill minni hjá okkum pr ár pr skip, also meir enn tiltikni rækustuðulin pr ár.
altso vit eru munandi milliónbeløb verri fyri enn teir, sum vit kappast við, hvussu skal hetta kunna ganga i ringum tíðum.
Um hesar fortreytir vóru til staðar, so var als ikki neyðugt við stuðli, og føroysk rækjuskip kundu framyvir tilført landi og fólki virðismiklan fremmandan valuta, sum vit fáa fyri púra onki vegna søgulig rættindi av útlendskum grunnum. Okkara egnu hart troyttu grunnar fáa frið fyri okkum.
Øll vita, at samtykti stuðulin er bert ein lappaloysn sum als ongan mun ger.
Men upp á tað aðru síðuna eri eg samdur, tað er ikki serliga fínt longur at verða apa umborð einum skipi í dag, hvør smádrongur ella mamma ynskir syni sínum at verda sjómaður, neyvan nøkur.
Kom at hugsa um út- ella sjónvarpskvinnuna í samrøðu við Jákup Magnussen, at tað skuldi ikki ein stertur nevnast i hennara sendingum, so tað er væl tann vegin rákið er i dag.
Nei nú skal eg ikki tala ímóti gransking, tað havi eg als ikki skil fyri, ongantíð betur at okkurt annað betur kom, men hví skulu vit sleppa internationalari fiskari sum rækjuveiðan í dag er, tí eg veit at føroyingar eru av dugnaligastu fólki á sjónum og kanska serliga at standa fyri bæði á brúgv og maskin og dekki, hetta prógvar bara mestsum allir yvirmenn á grønlendsku rækjubátunum eru føroyingar, eisini i Canada og Norra eru fleiri, harafturímóti er als ongin av teirra hjá okkum.
Haraftrat vunnu føroyingar heimsmeistaraheiti i bæði egning og bøting og sjómanstaki, tað sigur væl ikki so lítið.
Nei á internationalum øki mugu internationalar fortreytir verða fyri føroyingum eisini, um tað skal bera til.










