Við á ferðini vóru systkini Eiler Einarsson og Hanna Nielsen f. Einarsson. Tey høvdu eina serliga grund at koma við hendan túrin, tí teirra uppruni er júst á leiðunum, sum vit vitjaðu. Tey eru eisini kelda til hesa frásøgn, sum tey aftur hava fingið frá fleiri keldum í Íslandi og Føroyum.Navnið Einar var navnið á bóndanum á garðinum Vikurgerði á Fáskrúðsfirði í 12 ættarlið.
Her var Einar Einarsson føddur 29.12.1885. Einar, faðir hansara (1857-1900), var bóndi í Vikurgerði, sonur hansara Einar, sum henda søgan snýr seg um, var borin til garðin.
Pápi Einar doyði í 1902. Mamma hansara Sigurbjørg Tóradóttir, selur tá garðin og fór við tveimum børnum fyrst til Canada og síðan til Norður Dakota í USA. Dóttirin kallaðist Oddny Kristin Soffía. Hon bleiv gift og fekk børn, men flutti longur vestur í USA. Hana vita tey ikki meira um enn. Sonurin var Halldór Ingvard Einarsson f. 26.08.1896. Funnið varð fram til hansara gjøgnum herin, har tey áttu mynd av honum í búna. Hann arbeiddi sum telemontørur og var giftur sum eldri við eini einkju við børnum, men tey fingu eingi børn saman. Halldór Ingvard gjørdist 90 ára gamal.
Einar yngri, sum tá er um 15 ára gamal, velur at verða eftir í Íslandi, tá mamman fer til Amerika. Tað varð fortalt, at Laura, sum Einar seinni giftist við, goymdi brøv, sum komu úr Amerika fyri Einari. Hann bleiv so argur inn á mammu sína, tí hon hevði selt garðin undan honum og var farin av landinum. Hetta var hann sera keddur um, tí hugin til at bóndast var stórur, og tað lá sera væl fyri hjá honum. Hann hevði stak góð evnir, og sterkur skuldi hann vera sum fáur.
Annars varð sagt, at mamma Einar hevði eitt kondittarí í Amerika og tók annað arbeiði við síðuna av. Hon bar orð fyri at vera sera røsk. Dótturin giftist við einum manni Josef Kramer, sum kom úr Polen, Týsklandi ella Eysturíki, men tann dóttirmannin var hon ikki serliga fegin um. Hann var ikki serliga arbeiðssamur.
Einar kom til Bakkafjørðin umleið 1916-17. Hann búði á Bjargi og seinri á Høfn á Bakkafjørðinum, har hann var hjálparmaður hjá keypmanninum Halldór Runólfsson á Bakkafirði. Teir blivu serliga góðir vinir. Eisini var hann sjómaður.
Laura misti bæði foreldrini
Arntrudur Lára Pétursdóttir var fødd 6. apríl1898 á Fremri-Hlíð á Vopnafirði. Pápi hennara Petur Kristjánsson kom av Reyðafirði og mamman Jónina Sigurðadóttir kom úr Einarsstaðasókn í S-Tingeyjasýslu. Tey blivu gift 3. mai 1896, og í 1901 eru tey í Hvammsgerði í Vopnafirði. Petur, pápi Lauru, fekk tuberklar og doyði. Mamman fekk krabbamein og doyr stutt eftir hann.
Børnini vóru sett út á garðarnar at verða. Hetta var ikki altíð so gott, tí tá Laura tosaði um at vera send út í ,,sveyt”, ljóðaði tað sum nakað av tí ringasta, sum kundi henda einum barni.
Eftir konfirmatiónina kom Laura til Bakkafjørðin og tænti hjá Halldóri, har hon hitti Einar.
Einar og Laura giftust 08.12.1917 í Skeggjastaðar kirkju á Bakkafirði. Tey búðu á Høfn – í Halldórshúsi – á Bakkafirði til 1919. Hesi húsini eru eitt av teimum fáu, sum føroyingar húsaðust í, sum er til enn.
Til Føroya
Einar og Laura komu at kenna brøðurnar úr Rituvík Jógvan, Elias, Magnus, Benadiktus og Hendrik Olsen á Bakkafjørðinum í samband við útróður har. Harvið kom gott samband altíð at vera teirra millum. Tað er fortalt, at Einar og Magnus vóru so serliga góðir. Hetta hevur so skapt áhugan hjá teimum fyri at flyta til Føroyar.
Tað var við Jógvan og Eliasi, at tey á fyrsta sinni komu til Rituvíkar. Tey eru so komin heim við skipi, sum flutti útróðarmenninar. Bátarnir hjá teimum stóðu eftir yviri í Íslandi. Beiggi Lauru, Ingimund, var eisini í ferðalagnum.
Tað var sera fátæksligt á teimum smáu plássunum í Íslandi, so tey hava helst vónað, at støðan kundu bara blíva betri í Føroyum saman við góðum fólki. Í Íslandi høvdu tey heldur onga familju eftir.
Ta fyrstu tíðina búðu tey inni hjá Diktusi. Helst hevur Ingimund búð heima hjá Jógvani, meðan Elias gjørdi pláss fyri teimum í kjallaranum. Har bleiv veggur settur upp í gongini, so kúgvin var fyri seg sjálva. Tískil høvdu tey eina roykstovu og eitt rúm afturat. Tey fingu tvey børn afturat, meðan tey búðu har.
Aftur til Íslands
Í 1925 velja Einar og Laura at fara aftur til Ísland, og tá fara tey við deyðsiglara. Lítið mundu teir hava vitað, tí fýra dagar eftir, at tey eru komin yvir á Fáskusfjørðin, átti Laura eina dóttir, sum bleiv doypt Jenny Elsa, eftir brøðrunum Jógvan og Eliasi.
Men børnunum longdust so illa aftur til Føroyar. Serliga var hetta galdandi fyri Sigurjón Einar, sum tá var um 7 ár. Laura fortaldi, at bara hann sá eina føroyska slupp, so vildi hann biðja um pláss heim. Tískil valdu tey at koma aftur til Føroya árið eftir. Umstøðurnar í Íslandi hava heldur ikki verið ov góðar tá.
Tey koma aftur á heysti 1926 og fara at byggja hús. Tvey ár seinni flyta tey niðan í húsini. Einar velti sær eina trø úr haga, og kúgvin kom í kjallarin. Har hava verið góðar og sterkar hendur, sum hjálptu til, tí tungt var at koma niðan við tilfari, hóast grótið kom oman úr haganum.
Tað tók Einari einans tvey ár at leggja inn tað fyrra gerðið, sum Eiler hevur í dag, umframt at húsini blivu bygd, lagað úr gróti og stoyptar skjøldrar. Eftir tað bleiv trøðin hjá Ingimund eisini løgd inn.
Einar sigldi mest við Magnus í Rituvík, men hann var eisini onkrar túrir við millum øðrum Hanusi í Rituvík.
Samdroymdur
Einar var samdroymdur. Eina ferð hann var við Hanusi úr Rituvík, tók hann, komin úr koygguni, klædnasekkin við upp á dekkið og setti hann hjá sær, har hann stóð og fílaði. Spurdur hví, svaraði hann aftur, at ”í dag verða vit yvirsigldir av einum trolara.” Rætt var. Tá ið hann sá trolaran, segði Einar: ”Hatta er hann.” Hann var fyrsti maður við pjøkanum upp á dekkið á enska trolaranum aftaná samanstoytin. Einar bleiv sjúkur, meðan hann legði ”handara gerði” inn. Hann lá heima í nakrar dagar, fór á sjúkrahúsið í Havn, men doyr av bruna í búkhindini longu í 1935.
Ingimund
Ingimundur Jóhann Pétursson (1901-1969) fór aftur til Reykjavíkar í 1947. Har fann hann sær konu og fekk børnini Láru og Jón, sum búgva í Reykjavík.
Ingimund var væl kendur á Skálafjørðinum. Eisini var hann onkrar vetrar í Lorvík hjá Lorvíks Jóannes sum hjálparmaður við fyrifallandi arbeiði. Lorvíkingar hevur hann allerhelst hitt á Vattanesi, har nógvir teirra vóru til lands.
Mong minnast hann fyri stuttligu íslendsku/føroysku dialektina.
Ingimund var eisini húskallur úti í Nólsoy. Hann tók eisini fyrifallandi arbeiði, sum tá helst var í fiski. Ingimundur fekk eisini tuberklar sum ungur. Hann misti hálvan fótin, so hann haltaði, og hann hevði mist nakrar fingrar. Ingimund var kanska ikki heilt arbeiðsførur aftaná hetta, men hann var kortini til skips við Magnus Olsen, og hann var aftur í Íslandi og róði út. Hann var eisini við Irex hjá Absalon á Skála, sum Hanus hjá Peri førdi. Hann skuldi snúsa ella skráa nokk so illa.
Ingimund legði inn ”handara gerð” saman við Einar, uppi á Brekku, sum Laura nevndi tað. Nú verður tað kalla uppi á Lotinum. Hetta var gerðið sum Ingvard, sonur Einar yvirtók. Ingimund keypti lastbil eftir kríggið, sum Ingvard kom at koyra. Hesin bilur sigst at vera annar bilurin í bygdini tá.
Ingimund gjørdist ein góð hjálp í húsinum eftir at Einar doyði. Her varð hann til børnini vóru vaksin og flutt heimanífrá.
Laurusa blómur
Laura hevði ein lítlan urtagarð niðanfyri húsini, nakað sum nógv ikki høvdu tá á døgum. Hetta gekk hon høgt uppí. Táið tey komu aftur úr Íslandi í 1926, hevði Laura blómur heim við sær, sum blivu kallaðar Laurusa blómur og komu tær so við og við runt allar Føroyar. Fyrst helt hon, at tær vóru útdeyðar, tí reisan heim hevði veri so long, og tí bað hon Einar taka meira heim við sær næstu ferð. Hetta er eitt vakurt minni um hana.
Samanhaldið í bygdini var so serliga gott, og Laura segði ofta, at tað var sum, at øll vóru ein familia. Hetta var henni ein stór troyst og hjálp, tá ið hon sat eftir við seks børnum og uttan egna familju um seg. Har vóru mong, sum í tí stilla settu ein posa uttanfyri húsini. Ikki var nógv at taka av, tí øll høvdu fult hús av børnum. Eitt dømi var teir fimm Olsenbrøðurnur við 55 børnum. Onkur av teimum doyði eisini í góðum aldri.
Einaferð kom ein bindimaskina í húsið, og bant Laura so fyri onnur. Hvussu hon kom bleiv ongantíð tosað um.
Sum fleiri onnur fekk Laura arbeiði hjá Símun á Høgabóli, eisini áðrenn Einar doyð. Hon var eitt av teimum síðstu arbeiðsfólkunum á Høgbóli, áðrenn virksemið steðgaði. At arbeiða dugdi og orkaði hon væl, tað fall henni lætt. Tað er sagt, at ofta var sangur og nógvur látur runt um hana. Hon dugdi eisini væl at siga frá søgum. Tá arbeiðsdagurin endaði sungu arbeiðskvinnurnar altíð ”Bred dine nådes vinger.....”
Eingin vegur var fyrstu tíðina, so farið var til gongu til arbeiðis. Laura gekk enntá heim til Rituvíkar til døgurða, táið børnini vóru smá.
Onkuntíð var Laura í Havn á Bacalao. Hon búði tá hjá dóttrini Solveig. Hon fór eisini til Vestmannaoyggjarnar onkra vertíð. Tá vóru tey í ættini rættuliga bangin fyri, at hon ikki kom heim aftur, tí Oddbjørg og Ingimund búðu jú í Íslandi. Men heim aftur kom hon.
Tá D.P.Højgaard byrjaði var hon har serliga í saltfiski, og tá Lynfrost kom, var hon við í flakaarbeiði til tann týsdagin, sum hon doyði hósmorgun, 69 ára gomul, í 1969.
Ommubørnini halda ikki, at nakar annar í Rituvík tá átti ommu, sum var av bygdini til arbeiðis næstan hvønn dag.
Einar og Laura høvdu kanska ikki altíð somu meiningar sum bygdafólkið. Viderø skrivar um fyrstu sjálvsstýrisatkvøðuna úr Rituvík, sum teir vóru vísir í, at Einar átti. Hann var kanska skyldmaður konu Jóannes bónda.
Tey fingu seks børn
Fyrsta barn teirra var Sigurjón Einar Einarsson f. 25.12.1918 á Høfn á Bakkafirði og doyptur á Skeggjastaðar kirkju tann 30.03.1919. Hann doyði 25.05.1981 í Rituvík.
Hann giftist við Katrinu f. Hansen av Toftum. Børn teirra eru Eiler, Hensia, Hanna, Símun Leo, (6.04.1955-2007) og Laura.
Oddbjørg Petrina Sonja
f. 18.12.1920. Búði í Reykjavík frá 1946. Hon var fyrst gift við Edvard Mortensen úr Havn, og hon eigur Annu f. 21.08.1940, sum vaks upp hjá ommu síni Lauru í Rituvík.
Oddbjørg og Gunnlaugur fingu Einar og Inga (Ingvinn Valdimar)
Ingvard Elias, (1924-2006) Búði í Rituvík til um 1992, síðani í Saltangará. Giftur við Elinu f. Hansen úr Klaksvík. Tey eiga Elsu, Einar, Maiken, Kristian, Ingálvur, Leif (1962-1995) giftur í Hetlandi, og Ann Britt.
Jenny Elsa f.11.06.25 gift Ova Eklund úr Tórshavn, búgva í Dragør í Danmark. Tey eiga Georg, Gunnlaug og Unu. Hon er tað einasta av systkjunum, sum er á lívi.
Aimiee (1928-1983). Var sjúkrasystir, giftist til Noreg, búsetti seg ì Oslo.
Solveig (1929-2004). Giftist við Karl Olsen, Tórshavn. Tey áttu trý børn, Frans, Eilen og Maria
Andaliga virkin
Laura byrjaði við sunnudagsskúla í missiónshúsinum, men bleiv seinni tann einasti í bygdini, sum gjørdist adventist. Av og á fekk hon vitjan av prestum frá meinigheitini. Laura tók ofta ommubørnini við í Havnardal á summarlegu.
Mamma Honnu og Eiler var missiónsfólk og Lina, kona Ingvard, helt seg til brøðrunar. Aldrin hoyrdist um nakra tvístøðu um tað.
Fólk í bygdini vóru kedd um, at Laura var farin til eina aðra samkomu, tí hon dugdi so væl at fortelja søgur. Hon skipaði eisini fyri útferðum fyri sunnudagsskúlabørnini. Hon tók sær ta tíðina, sum kravdist, og hetta dámdi børnunum so væl.
Vit takka Honnu og Eiler fyri hesa áhugaverdu ættarsøguna. Tað er sjálvsagt nógvir íslendingar, sum eru giftir til Føroya. Men tað man hava verið sjáldsamt tá á døgum, at hjún, sum bæði er íslendsk flyta higar.
Hjá teimum báðum var hesin túrin til Bakkafjørðin eitt serligt uppivilsi. Hetta er nevniliga fyrstu ferð, at tey hava verið í bygdini, haðani foreldrini fluttu til Føroyar. Tey vóru eisini inni í húsinum, har omman og abbin hittust, og har pápi teirra var føddur.
Tað var stuttligt hjá fyrireikarunum av ferðini at hava verið við til at gera hetta møguligt.
----------------------
Seyðisfjørður, okkara grannabýur
Seyðisfjørðurin kann saktans roknast fyri at vera okkara heimabeiti. Hann er nærmasti býur vit kunnu røkka við ferðamannaskipi úr Føroyum. Siglingin tekur bert 18 tímar, ein stórur partur er um náttina. Hin tíðin merkist ikki
Tó kann ikki sigast, at Seyðisfjørður er nakar heimsbýur. Har búgva bert eini 800 fólk. Býurin er merktur av útlendskari ávirkan. Her vóru nógvir danskir og norskir handilsmenn frá miðjuni av 19. øld. Hetta hevur eisini merkt byggiháttin í býnum, tá menn fóru at innflyta liðug norsk hús.
Serliga var tað sildavinnan árini 1870-1900, sum kom at seta sína ávirkan á býin. Tá fór býurin rættuliga at vaksa, og hann fekk býarheitið í 1895.
Tað koma nógv ferðafólk til Seyðisfjarðar, og er hetta fyrst og fremt takkað verið Norrønu. Fólkið hjá Smyril Line gjørdi eisini sítt til at gera hendan túrin so væleydnaðan. Her var fyrst og fremst talan um Jónas Hallgrimsson, sum sera væl dugdi at leggja skránna. Hann var eisini við ein part av ferðini. Hetta eigur hann tøkk fyri. Jónas er væl kendur í Føroyum sum fyrrverandi nevndarlimur í Smyril Line.
Móttøkan var eisini góð. Borgmeistarin á Seyðisfirði Ólafur Sigurðsson bjóðaði ferðalagnum vælkomið, har hann legði dent á sambandið millum Føroyar og Ísland og ikki minst Seyðisfjørðin.
Føroyingar eru nevniliga allar tíðir komnir til Seyðisfjarðar. Skipini sum fiskaðu á Eysturlandinum komu inn higar. Ofta var tað fyri at halda sunnudag. Aðrar tíðir var tað fyri at kroka.
Men so var tað eisini útróðurin til lands. Summir útróðrarmenn høvdu støð inni í Seyðisfjørðinum. Aðrir vóru úti við munnan. Á norðara armi vóru teir á Brimnesi, sum nú er avtoftað, men har tað eru toftir, sum minna um gamla tíð. Her er vist nakað ringt at koma til, men tað er kortini møguligt. Hetta var stóra útróðrarplássið hjá føroyingum.
Á sunnari armi á Seyðisfjørðinum, sum er 10 fjórðingar djúpur, er tað Skálanes, har tað enn er ein garður, og har vit vitjaðu. Her kundi eisini síggjast, hvar føroyingar høvdu búleikast. Her var ringt at koma til, men tað er tó koyrandi.
Millum Seyðisfjørðin og Skálanes er Hánefsstaðir, har eisini varð róð út. Millum teir sum róðu út her var í hvussu er Andrass í Pállstovu av Eiði. Hann varð umrøddur í Miðvikuni í frásøgn hjá abbasoni hansara Tórhalli Andreassen.
Ein annar abbasonur Tummas Andreassen var eisini við á hesum túrinum. Andrass hevur so eisini verið á Skálanesi og Brimnesi.
Eisini áhugi fyri søguni í Íslandi
Alt hetta er felags søga hjá íslendingum og føroyingum. Áhugin fyri henni er stórur í Føroyum. Millum annað kom hetta til sjóndar í hesi ferðini. Sjálvur havi eg gjørt rættuliga nógv fyri at fáa hesa søgu á prent fyrst í FF-blaðnum og seinni í Sosialinum. Hetta hevur víst seg at hava stóran áhuga millum fólk.
Men áhugin er eisini stórur í Íslandi. Hetta sást eisini á hesi ferðini. Komið varð á Seyðisfirði í samband við Rannveig Thórhallsdóttir, sum er við í eini verkætlan at kanna søguna hjá norðmonnum og íslendingum í samband við útróður til lands á eysturlandinum.
Vit hava avtalað samstarv. Hon fekk tað tilfar, eg hevði við til Íslands og eg havi frá henni fingið samrøðu, sum hon í Íslandi hevur havt við føroyska konu um lívið hjá pápanum, sum var væl kendur á hesum leiðum.
Á Seyðisfirði er eisini Fjarðarsel, sum er millum tey elstu vatnravmagnsverk í Norðanlondum. Tað er bygt í 1913 og er enn virkið. Har er eisini eitt museum, sum tað ber til at vitja. Sagt varð á Seyðisfirði, at hetta verk fyri ein stóran part varð fíggjað av peningi, sum føroyskir útróðrarmenn løgdu til býin.
Ferð verður aftur
Tað eru nógv, sum hava sagt frá, at tey fegin høvdu viljað verið á hesum túrinum til Íslands. Men hetta kom so mikið seint í lag, at fólk høvdu lagt aðrar ætlanir. Kortini var fullsett.
Men møguleiki verður aftur komandi ár. Smyril Line hevur longu lagt ætlan um ein líknandi túr og um ein vikutúr, har tað verður betri tíð, og møguleiki verður at síggja meira av slóðunum hjá føroyskum fiskimonnum. Hetta verður lýst nærri
Ódnin 20. september 1900
Føroyingar eru komnir til Seyðisfjarðar í meira enn 100 ár. Ein av teimum, sum fekk niðurskrivað heilt væl av føroyskari fiskimannasøgu var Erling Poulsen, lærari í Vági, sum doyði fyri nøkrum árum síðani. Erling var ein dyggur stuðul hjá FF-blaðnum, og fekk blaðið eina ferð frásøgn frá honum um eitt tiltikið ódnarveður 20. september 1900.
Hetta hevur verið um javndøgurstíð, og javndøgursstormar hava altíð verið tiltiknir. Seinni royndu skipini altíð at vera heimkomin áðrenn hesa tíðina. Men hesin stormur í 1900 kostaði tveimum føroyskum fiskimonnum lívið. Her er ein partur av frásøgnini hjá Erling.
Ár 1900 var eitt ræðuligt ódnarveður um heystið, nevniliga tann 20. september. Abbi mín var við skipi, ið var statt millum Ísland og Føroyar í hesari ódnini, og eg hoyrdi hann so mangan taka taka til, at verri veður enn tá var kundi ikki blíva aftur.
Royndin Fríða
Í hesum ódnarveðrinum fóru
tvey føroysk skip á land á Seyðisfirði og blivu givin upp sum vrak. Annað av hesum skipum var "Royndin Fríða" av Tvøroyri.
Hon var dagin fyri komin inn á Seyðisfjørðin, og høvdu teir lagt hana fyri akker inni í Øld við sunnara landið, stutt uttanfyri krambúðina hjá kenda handilsmanninum Watne. Skipari var Dánjal Johan Jespersen, úr Hovi, vanliga nevndur Hovs Dánjal. Veðrið var gott tá, men um 4-tíðina morgunin eftir kom hann við glaðustroki av útsynningi. Teir lótu tá hitt akkerið falla og stungu báðar keturnar á tamb. Um 8-tíðina gekk hann eitt sindur meira vesturá við meira jøvnum vindi, men hann vaks vindin í hvørjum, og um middagsleitið stóðu hav og himmal í einum roki, og eingin umborð hevði verið í slíkum veðri áður.
At enda fór skipið at dríva spakuliga fyri báðum akkerunum, og einki var at gera uttan at lata tað dríva. Uppi høvdu teir fokkuna við tveimum repum og mesanin við trimum repum í, men teir fingu ikki brúkt seglini.
Um 5-tíðina fór "Royndin Fríða" á land á Vesturdalsoyrini og legði seg á liðina einar 20-30 favnar úr landi. Hóast væl var av brimi, fóru teir í bátin, men tá ið allir trettan menninir vóru komnir niður í hann og skuldu skjóta frá, fingu teir eitt brot, sum hvøvldi bátin. Skiparin og Erik Lávus Johannessen frá Gjógv sjólótust tá, meðan brotið skolaði hinar upp á land.
Manningin á "Royndini Fríðu" hendan túrin, umframt hesar báðar áðurnevndu menn, vóru hesir: Petur Juel Danielsen í Ungagarði, bestimaður, Tvøroyri, Tummas Johan Ludvig, Niels Christian Holm, Jóan Jákup Ludvig, Jens Ferdinand Andreassen og Carl Fredrik Berg, allir úr Hvalba, Sámal Magnussen og Sofus Olsen úr Froðba, Dánjal Jacob Michelsen úr Vági, Hans Pauli Debes frá Gjógv og Mortan Mørk úr Sandvík, sum var kokkur. Hovs Dánjal, ið var búsitandi á Tvøroyri, var ógiftur.
Fearless
Hitt skipið var "Fearless" eisini av Tvøroyri. Mortan í Sandi keypti hana úr Grimsby í 1895 saman við soninum Jóhannesi og Jákupi Peder Michelsen. Mortan í Sandi førdi hana til Føroya, hóast hann ikki var skiparalærdur tá, og førdi hana hetta árið til fiskiskap, men so tók sonurin, Jóhannes, við og førdi "Fearless", til hon fórst í ódnarveðrinum á Seyðisfirði 20. september. Jóhannes hjá Mortani, sum hann vanliga var nevndur, vandist til skips hjá pápabeiggjanum, Debes við Sílánna, umborð á "Don" og "Immanuel".
Teir vóru komnir 18. september inn á Seyðisfjørð eftir agni. Teir løgdu skipið út fyri Vesturdalsoyruni, men kvøldið eftir fluttu teir tað inn um Oyruna, har skipið skuldi liggja betri. Sum longu greitt frá fór veðrið at versna um morgunin tann 20. september og versnaði í hvørjum, til himmal og hav stóðu í einum roki. Verri veðri visti eingin frá at siga.
Umborð á "Fearless" royndu teir at gera tað, ið gerast kundi, fyri at skipið ikki skuldi fara á land, men kortini fór hon at dríva, og um 5-tíðina seinnapartin fór hon á land á Vesturdalsoyruni. Skipsráð varð hildið, og gjørdu teir av, at seks mans skuldu fara í land við bátinum, og skuldu so tveir mans hála bátin út aftur til skipið eftir einum trossa, sum teir skuldu hava inn á land við sær. Menninir komu í øllum góðum inn á land, men báturin kom ikki út aftur til skipið, sum ætlanin var, helst av tí, at brimið var so nógv.
Skiparin, Jóhannes hjá Mortani, bant tá eina bjargingarboyu á seg, og hevði eisini eina línu á sær og lesti seg so eftir trossanum inn á land. Hetta varð hildið at vera eitt bragd og komin inn á land, loysti hann boyuna av sær, bant hana í línuna, sum so varð drigin umborð aftur. Teir menninir, ið enn vóru umborð á "Fearless", vórðu so stjóraðir í land.
Dagin eftir, tá ið hann hevði makað veðrið, sluppu teir umborð á "Fearless", men tá stóð nógvur sjógvur í henni. Teir fingu tó bjargað nakað av fiskinum í lastini, nøkrum livraføtum og klæðum hjá manningini. Men skipið var so illa farið, at tað varð givið upp sum vrak. Hendan túrin var Mortan í Sandi við. Hann setti seg ímóti, at teir fóru í bátin, og hendi tí kanska eingin mannskaði.
Manningin hjá Jóhannes hjá Mortani hendan túrin var Poul Debes í Stovu, ið var bestimaður, sum áður nevnt faðir skiparan, Mortan í Sandi, og Hanus Hansen, úr Dali, allir búsitandi á Tvøroyri, Hans Reinhold Hansen og Jógvan Sedus Hansen, báðir úr Leirvík, Tummas Petur Thomsen úr Skúvoy, Óli Sofus Olsen, Óli Martin Olsen og Óli Chr. Olsen úr Trongisvági, Niels Antonius Smith úr Hovi, Dánjal Olsen og Tummas Pauli Winther úr Vági og Tummas Pauli Jensen úr Hvalba. Manningin slapp heim til Føroya við skonnartini "Falkinum" hjá Mortensen.
Aðrar sluppir vóru eisini inni á Seyðisfjørðinum henda ódnardagin. Á "Energy" kappaðu teir mastrarnar, so hon varð liggjandi. Skipari á henni var Mortan Luid - Mortan í Meileti - ættaður úr Hovi, búsitandi á Tvøroyri.
Jóhannes Lambá, skipari úr Havn, var eisini staddur á Seyðisfjørðinum hendan dagin við "Streymoynni", og hann bjargaði skipinum frá at fara á land við at seta segl og halda út av fjørðinum. Fyri hetta bragdið fekk hann eina heiðursgávu við innskrift á frá tryggingini.
Viking
Tá ið so ringt veður var inni á Seyðisfjørðinum, kann ein og hvør skilja, at tað mundi vera nógvar ferðir verri úti á víðum havi, og at tey skip, ið har vóru, vóru sera illa fyri, ja, summi av teimum beinleiðis í havsneyð, og skal her verða greitt frá einum teirra.
Norðan fyri Langanes lá "Viking", og skipari á henni var Lávus á Høvda. Hann var útsynningur sunnan í ættini, men ikki ringur sjógur til tað. Um kvøldið gekk hann upp í útnyrðing við somu vindmegi, og havið østist upp. Teir fingu tá ein øðiligan sjógv, ið legði skipið skerflatt. Barlastagrótið slongdist upp úr kjølinum, salt og fiskur tveittust upp undir dekkið og yvir í leborð, og allar stútturnar í lastini kvettust av. Til alla eydnu skrædnaði stórseglið í tveimum støðum, so at sjógvurin setti úr, og skipið reistist aftur. Báðir bátarnir fóru í sor, fiskakassin stóð eftir. Annars var alt sópað av dekkinum. Snørini, ið hingu á vaðbeininum vóru øll burtur uttan eitt, og vaðbeinini vóru kvett av. Eitt barlastajarn, sum hevði ligið í einari sildatunnu í forlastini, og ein sjóstivli, sum hevði ligið í lugarinum, og ringar av kabyssini funnu teir millum fiskin og saltið í afturlastini.
Maðurin, ið hevði staðið til útkikk í kahútskappanum, varð standandi, til brotið fjaraði av, fyri ikki at so nógvur sjógvur skuldi sleppa niður, men dekkið lak illa um kapparnar. Teir seglstumparnar, ið vóru eftir, lótu teir hanga, og loraðu teir seglið eitt sindur niður, men av tí at óklárt var í erva, mátti onkur upp at greiða pikkfallið.
Maður varð so bundin til róðurs og roynt varð at taka skipið undan, tá ið løgir vóru og so at lensa við henni. Teir flestu av manningini fóru í lastina at stakka fiskin um aftur. Teir fingu okkurt nosið eftir tað, men tá ið veðrið batnaði dagin eftir, eydnaðist tað teimum at fáa sligið eitt nýtt stórsegl undir. Teir settu so kós eftir Føroyum og komu á Trongisvág í øllum góðum.
-------------------
Komandi Miðvika
Komandi Miðviku byrja vit eina røð við frásøgn hjá Gerdu Einarsson av Tvøroyri. Millum annað arbeiddi hon hjá AT, arbeiðarafyritøkuni á Tvøroyri