spurningur, sum eg sum so einki hava at siga um, vóru fyrstu orðini frá Anfinni Kallsberg, løgmanni, tá vit spurdu um hansara fatan av málinum. Løgmaður segði tó víðari, at eftir hansara fatan hevði málið um [...] neyðugt tað er við eini endurskoðan av lógarkarminum á økinum. - Trupulleikin er, at tað á fleiri økjum eru konfliktir ímillum stýrisskipanar- og játtanarlóggávuna, og hetta málið er bert eitt dømi um henda [...] mannagongdir fáast á økinum, soleiðis at sleppast kann undan líknandi trupulleikum í framtíðini: - Vit nýta alt ov nógva tíð og orku upp á at loysa trupulleikar, sum tað skuldi verið púrasta óneyðugt at
Tvøroyri, og sum hevur givið nógv góð valúrslit, har tit settu tykkum umboð á løting. Vit gera tað aftur nú, sjálvt um vit við seinasta val fingu eitt afturstig, sum gjørdi, at Verkamannafylkingin fekk valt [...] býráð, at Tvøroyrar Flakavirki bleiv bygt og at trolararnir vórðu bygdir. Mangan vóru óløgini stór, og vit vórðu tiknir av fótum, men ongantíð varð fallið í fátt. Tann yvirlivingarviljin, sum hevur verið, hevur [...] villleiða einaferð enn, men sláið ring um tykkara umboð, tey umboð, sum vilja verja tey arbeiðspláss, sum eru, tí er tað avgerandi, at tit, sum arbeiða á Tvøroyrar Flakavirki og Fiskavirkinum Delta, verja borg
Umstøðurnar fyri hennara yrki eru ikki tær som í USA sum í Íslandi, men tað ber kortini til at liva sum sjónleikari í Íslandi heldur Maria. ? Í USA hildu tey tað verða ótrúligt at vit í Íslandi kundu gera filmir [...] filmir, tá ið tey hugsaðu um fólkatalið. Tað er bara tað av vit ofta gera ov nógv burturúr. Vit skuldu heldur lagað tað til okkara umstøður og gingið út frá tí. ? Tað sama haldi eg eisini, tit kundu gjørt [...] um kvøldið, sigur Maria. ? Sum barn haldi eg, at eg kann siga at Føroyar varð mítt annað heim. Men nú er tað longri ímillum eg eri her og ferðist. Tá ið eg búði í USA var tað at koma heim at koma til Ísland
dysturin móti ungverska liðnum verður í Budapest mikukvøldið í komandi viku. ? Vit hava so nógv á skránni nú, at tað eru ikki stundir at spæla í landskappingini heima á landi, sigur Allan Mørkøre, sum [...] uppaftur størri: ? Vit høvdu møguleikar at skora eini sjey mál, og tað var eingin ivi um, at Jens Martin Knudsen var besti maður hjá Leiftri. Eg hevði tveir góðar møguleikar, eina ferð stútaðu vit í tvørtræið
Tað hevur gingið eitt sindur striltið hjá FCK í ár, og nú eru donsku fjølmiðlarnir farnir at fiska eftir, um maðurin, sum tað mesta higartil hevur snúð seg um, ikki ætlar at geva onkrum av liðfeløgunum [...] inn í staðin fyri David Nielsen. Sum vit hava sagt aðra staðni á ítróttarsíðuni, so var Todi tætt við at skora fleiri ferðir, og frá onkrum, sum hugdi at, frætta vit, at føroyski álopsspælaarin sá út til [...] deyðbóltsstøðum, og tá Todi Jónsson fer at skora upp á møguleikarnar, sum hann fær og skapar, so fara vit at fáa fleiri mál og vinna fleiri stig, sigur Brian Laudrup, sum sær tað positiva í, at Todi er á rætta
Tá klaksvíkingar vitjaðu, vóru onkra staðni millum 2600 og 2700 atgongumerki seld, og um vit leggja tey, sum eru so mikið ung, at tey ikki rinda fyri at síggja, afturat, so er einki at ivast í, at samlaða [...] tá vit frættu var ikki greitt, um skaðin er álvarsligur, ella um talan bara var um eitt dygt slag. John Petersen spældi væl, og at hann skoraði annað málið hevði við sær, at hann og Jákup á Borg nú liggja [...] savnað í Gundadali í ár. Tað verður sagt, at umleið helmingurin av áskoðarunum var úr Klaksvík, og vit hava frætt úr Klaksvík, at lagið var ikki av leið, sjálvt um tað sjálvandi var eitt vónbrot fyri øll
ikki fyri, at ætlanin ikki fer at bera seg. ? Vit hava rættuliga drúgvar royndir í at framleiða máling. Stranda Máling byrjaði nevniliga virksemi sítt í 1975. Vit hava havt virkið seinastu trý árini, og er [...] ið er 400 fermetrar. Tað hevur gingist væl hjá Stranda Máling seinastu árini, og tí hava eigararnir nú tikið stig til at víðka munandi um virksemi. Jógvan Óli Fredriksberg, ið er ein av eigarunum, vil ikki [...] er ein støðug menning farin fram, og vit trúgva eisini uppá, at tað fer at bera til at menna virkið víðari. Selja ikki uttanlands Sum er, verður Stranda Máling ikki seld uttanlands. Jógvan Óli Fredriksberg
tí hann var sum oftast prísgivin, tá lorvíkingar skoraðu. ? Vit kunnu avgera sjálvir, um vit flyta upp í 1. deild, og tað er júst tað, sum vit ætla at gera, sigur Harry Benjaminsen, sum er venjari hjá LÍF [...] undan gestunum beinanvegin, og restina av dystinum var stundum talan um lætt spæl hjá lorvíkingum, sum eru beint í hølunum á oddaliðnum í 2. deild. Tað var álopsveteranurin Kristian á Reynatrøð, sum gav botnliðnum [...] skoraði eftir eitt av mótálopunum hjá EB/Streymi. Kaj Eli Olsen, sum hevur verið búsitandi í Danmark, men nú er fluttur heim, gjørdi tað til 7-1 stutt fyri leiklok, tá hann royndi seg við einum skoti nakað uttanfyri
Hósdagin fingu vit at vita, at starvsfólkini kortini ikki flyta við í flytingini av sær sjálvum, men tey hava sjálvandi møguleika at søkja starv á nýggja stovninum. Hetta er skelkandi, tí vit hava verið í [...] urin umrøddi støðuna hósmorgunin og semja var um, at hetta átti ikki at fara framvið uttan átalu. Vit hava verið sera væl nøgd við frítíðarskúlan og starvsfólkini har, og hetta hava tey ikki uppiborið [...] Orsøkin til, at tað er so umráðandi við somu starvsfólkum er m.a., at fleiri børn við serligum tørvi eru í frítíðarskúlanum. Tey hava ikki gott av ov ógvusligum broytingum, so sum starvsfólkaskifti. - Sum
nógv heftir skulu brúkast, so prenta vit tey. Umframt sjónvarps- og blaðlýsingar gera vit eisini reklamuskelti til bilar, hús, fótbóltsvøllir og tekstilprent. Vit hava bæði nýggjastu digitalu prentútgerðina [...] Einki er sum tað var. Framkomna tøknin ger, at uppgávur sum fyrr vóru dýrar og kostnaðarmiklar, nú kunnu gerast til tørvin hjá tí einstaka fyri ein bíligan penga. Margmiðlahúsið Sp/f Sjónband við Hoyvíksvegin [...] blýggj og offset. Tilboð verða eisini givin upp á arbeiðir, sigur Tróndur Joensen. Hjá Sp/f Sjónband eru 7 fólk í føstum starvi.