Endurskoðan er neyðug

Málið um Signar á Brúnni hevur greitt víst, hvussu alenyðugt tað er at endurskoða lóggávuna á økinum, heldur Anfinn Kallsberg, løgmaður

Í blaðnum í gjár stóð at lesa, at Bjørn á Heygum hvassliga fanst at frídømingini av Signari á Brúnni, fyrrverandi landsstýrismanni.

Millum annað vísti hann á, at hetta mál kann skapa fordømi fyri, at landsstýrismenn at kalla fáa frítt spælirúm uttan at skula taka fyrilit fyri teimum játtanum, sum løgtingið annars hevur samtykt.


Greiðari mannagongdir

Hasi orðini frá Bjørn á Heygum havi eg sum so onga viðmerking til. Hatta er ein juridiskur spurningur, sum eg sum so einki hava at siga um, vóru fyrstu orðini frá Anfinni Kallsberg, løgmanni, tá vit spurdu um hansara fatan av málinum.

Løgmaður segði tó víðari, at eftir hansara fatan hevði málið um Signar á Brúnni týðuliga staðfest, hvussu neyðugt tað er við eini endurskoðan av lógarkarminum á økinum.

- Trupulleikin er, at tað á fleiri økjum eru konfliktir ímillum stýrisskipanar- og játtanarlóggávuna, og hetta málið er bert eitt dømi um henda trupulleika, sigur løgmaður. Víðari sigur hann, at eigur at verða soleiðis fyriskipað, at greiðar mannagongdir fáast á økinum, soleiðis at sleppast kann undan líknandi trupulleikum í framtíðini:

- Vit nýta alt ov nógva tíð og orku upp á at loysa trupulleikar, sum tað skuldi verið púrasta óneyðugt at komi í. Tað, sum tørvur er á, er at fáa púrasta greiðar mannagongdir frá A til Z, soleiðis at tað eingin ivi er um, hvussu mál skulu handfarast. Hetta eigur at vera galdandi frá teirri løtu, at málið stingur seg upp á einum stovni og allan upp ígjøgnum tað politisku processina. Tað ber ikki til, at vit alla tíðina skulu trilva okkum fram og fara skeivur av hvørjum øðrum, sigur Anfinn Kallsberg at enda.jans at menna ein sunnan moral enn børn, har foreldur tala í boðshátti og dialogurin er einsrættaður.

Í síðsta enda er tað helst júst tað, rapp-tónleikurin snýr seg um. Røddir ongin hoyrdi, fyrr enn trummubeatið bankaði boðskapin inn í hvønn krók.


Eminem er mest seljandi rapp-tónleikarin í hesum døgum. Samstundis, sum hann selir fleiri milliónir fløgur, verður spældur non-stop á MTV og liggur ovarliga á 15 Teimum Bestu, so verður frá fleiri síðum eisini harðliga funnist at hansara tekstum, ið eitt nú leggja eftir samkyndum.