Foreldur skelkað av handfaring av dagstovnaflyting

Frítíðarskúlin í Stoffalág í Havn flytir til Hoyvíkar. Hetta er sum ætlað, men øvugt av tí, sum foreldur, børn og starvsfólk hava fingið at vita, so fylgja starvfólkini ikki við av sær sjálvum, men
teimum stendur frítt fyri at søkja starv á nýggja stovninum. Fleiri børn við serligum tørvi, og sum ikki hava gott av ov nógvum broytingum, eru á stovninum. Foreldrini eru skelkað av møguligu broytingunum

At Frítíðarskúlin í Stoffalág 60 flytir í nýggj høli við Hoyvíkar Skúla, er ikki nakað nýtt, men ein løgd ætlan, ið verður fylgd.
Og sum so er onki galið í hesum.

Onnur boð
Hinvegin hava starvsfólk og foreldur verið kunnað um gongdina og fingið at vita, at sjálvandi fylgja starvsfólkini frá Stoffalág 60 við, tá flutt verður; hetta hevur alla tíðina ligið í kortunum.
Men hósdagin fingu tey so onnur boð, sambært einum pápa, ið hevur barn á stovninum.
Pápin, sum Sosialurin hevur tosað við, er skelkaður av gongdini.
- Hósdagin fingu vit at vita, at starvsfólkini kortini ikki flyta við í flytingini av sær sjálvum, men tey hava sjálvandi møguleika at søkja starv á nýggja stovninum. Hetta er skelkandi, tí vit hava verið í góðari trúgv, og óivað starvsfólkini eisini, sigur pápin.
-Foreldrabólkurin umrøddi støðuna hósmorgunin og semja var um, at hetta átti ikki at fara framvið uttan átalu. Vit hava verið sera væl nøgd við frítíðarskúlan og starvsfólkini har, og hetta hava tey ikki uppiborið.

Børn við serligum tørvi
Orsøkin til, at tað er so umráðandi við somu starvsfólkum er m.a., at fleiri børn við serligum tørvi eru í frítíðarskúlanum. Tey hava ikki gott av ov ógvusligum broytingum, so sum starvsfólkaskifti.
- Sum um tað ikki var nóg mikið við tí, at tey skulu flyta í nýggjar umstøður, sigur pápin, sum er millum teirra, ið hava barn við serligum tørvi.
Hann metir handfaringina av málinum at vera illa umhugsaða.
- Hetta fer at geva órógv í okkara heimi eftir summarfrítíðina, staðfestir óttafulli pápin, sum hugsar um barn sítt, ið ikki hevur óneyðuga órogv í gerandisdegnum fyri neyðini.
At barnið hevur fingið at vita, at bert sjálvar hølisumstøðurnar verða broyttar, men at nú eisini starvsfólk kortini verða skift út, er als ikki nøktnandi, sambært pápanum, ið ásannar, at foreldrini neyvan kunnu broyta gongdina, men at neyðugt er at gera vart við viðurskiftini.
Sosialurin ætlaði at fáa eina viðmerking frá umsitingini hjá Tórshavnar Býráð um viðurskiftini, men rætti viðkomandi er ikki at hitta hesa vikuna og er ikki aftur fyrr enn í næstu viku.