Ein serlig áheitan á mítt bygdarfólk, tit, sum so mangan hava staðið í andgletti orsakað av tí politisku støðu, sum tykkara forfedrar tóku og sum tit skulu bera víðari.
Orðavalið, sum Fólkaflokkurin hevur til tykkara, sigur alt um henda flokk og umboð hansara. Tvøroyri er ein sosialistisk royndarsigling.
Tann siglingin hevur roynst væl, ja, nógv betur enn Fólkafloksins kollsigling av øllum tí, sum var tykkara ogn.
Tað vóru okkara forfedrar, sum løgdu støði undir javnaðarrørsluna og fylkingina á arbeiðaraøkinum, ja, tit skaptu javnstøðu á mongum øki. Tá tað stóð á og teir privatu ikki kundu meira, tá vóru tað tit, sum tóku yvir og bygdu tykkara egnu arbeiðspláss, tit lótu til virkini, sum tit bygdu, kontantan pening, og yvir tykkara limagjald vórðu latin prosent til virkisskapandi tiltøk.
Jú, tit bygdu borg.
Tað var við dyggari samvijnnu við javnaðarstýrda býráð, at Tvøroyrar Flakavirki bleiv bygt og at trolararnir vórðu bygdir.
Mangan vóru óløgini stór, og vit vórðu tiknir av fótum, men ongantíð varð fallið í fátt. Tann yvirlivingarviljin, sum hevur verið, hevur borið uppi.
Tit settu á stovn javnaðarrørsluna, sum framvegis hevur sterkar røtur á Tvøroyri, og sum hevur givið nógv góð valúrslit, har tit settu tykkum umboð á løting. Vit gera tað aftur nú, sjálvt um vit við seinasta val fingu eitt afturstig, sum gjørdi, at Verkamannafylkingin fekk valt umboð á løgting av teimum persónligu atkvøðum, sum vórðu givnar her hjá okkum á Tvøroyri.
Latið tykkum ikki villleiða einaferð enn, men sláið ring um tykkara umboð, tey umboð, sum vilja verja tey arbeiðspláss, sum eru, tí er tað avgerandi, at tit, sum arbeiða á Tvøroyrar Flakavirki og Fiskavirkinum Delta, verja borg og seta tykkara umboð á løgting.
Tvøroyrar Flakavirki bleiv tikið úr hondum okkara, men tað vóru tit, sum bygdu tað, og so leingi, sum tit hava umboð á løgtingi, sum verja borg, so vil tað altíð vera eitt trygt og gott arbeiðspláss.
Verkafólk á Delta og Flakavirkinum, tit vita, hvør er hollur og verjan besta.
Stuðlið Javnaðarflokkinum, eingin annar flokkur er betri verja av verandi arbeiðsplássum.
Hetta er tykkara lívsgrundarlag og tað vil eg, um eg verði valdur sum umboð tykkara, verja.
Sverre Midjord