Tað hevur gingið eitt sindur striltið hjá FCK í ár, og nú eru donsku fjølmiðlarnir farnir at fiska eftir, um maðurin, sum tað mesta higartil hevur snúð seg um, ikki ætlar at geva onkrum av liðfeløgunum eitt spark fyri ikki at vera nóg góðir. Og harvið høvdu fjølmiðlarnir jú eisini fingið eina góða søgu.
Men Brian Laudrup heldur ikki, at tað stendur so illa til í FCK:
? Tá Lars Højer Nielsen aftur fer at raka málið við sínum langskotum og royndum í deyðbóltsstøðum, og tá Todi Jónsson fer at skora upp á møguleikarnar, sum hann fær og skapar, so fara vit at fáa fleiri mál og vinna fleiri stig, sigur Brian Laudrup, sum sær tað positiva í, at Todi er á rætta staðnum røttu løtuna.
Fríggjakvøldið var ætlanin, at Thomas Thorninger skuldi koma inn í staðin fyri David Nielsen. Sum vit hava sagt aðra staðni á ítróttarsíðuni, so var Todi tætt við at skora fleiri ferðir, og frá onkrum, sum hugdi at, frætta vit, at føroyski álopsspælaarin sá út til at vera tann betri upplagdi av teimum báðum.
Men so skoraði David Nielsen, Thomas Thorniger, sum var farin úr venjingarbúnanum, lat seg í aftur, og fimm minuttir seinni varð hann settur inn fyri Toda Jónsson.
Brøndby tapti
Mánakvøldið hevði Brøndby møguleika at leggja seg á odda í superliguni, men teir tóku ikki av, og sjálvsagt var hetta eitt vónbrot fyri teir flestu av teimum 9.564 áskoðarunum ? meiri enn helmingurin av áskoðarunum í superliguni møta upp á heimavøllunum hjá Brøndby og FCK.
AaB vann 2-1 á Brøndby stadion, og harvið kílaðu teir úr Aalborg seg inn ímillum AB og Brøndby í oddastríðnum, sum er rættuliga tætt.
Hetta var fyrsta ferðin, at AaB hevur vunnið á útivølli móti Brøndby. Øll málini komu fyrstu 28 minuttirnar. AaB var á odda 2-0, áðrenn heimaliðið svaraði aftur. Síðsti tímin var fyri tað mesta trýst frá heimaliðnum, men verjan hjá AaB stóð seg frágera væl, og fram móti endanum var um reppið, at teir í snarálopum øktu til 3-1.
AB hevur 44 stig, AaB 42, Brøndby 41, FCK 35, Lyngby 33, Vejle 31, og Herfølge er á sjeynda plássinum við 30 stigum.