Tað er næstan einki sannlíki fyri, at B36 verður meistari í ár. Harvið missa teir ta hálvu milliónina, sum er munurin á at spæla í europeisku meistarakappingini og UEFA kappingini. Men sunnudagin vunnu teir ein part av hesum sannlíka tapinum aftur.
Tá klaksvíkingar vitjaðu, vóru onkra staðni millum 2600 og 2700 atgongumerki seld, og um vit leggja tey, sum eru so mikið ung, at tey ikki rinda fyri at síggja, afturat, so er einki at ivast í, at samlaða áskoðaratalið var omanfyri 3.500, og tað er størsta fjøldin, sum hevur verið savnað í Gundadali í ár.
Tað verður sagt, at umleið helmingurin av áskoðarunum var úr Klaksvík, og vit hava frætt úr Klaksvík, at lagið var ikki av leið, sjálvt um tað sjálvandi var eitt vónbrot fyri øll KÍ viðhaldsfólk, at KÍ tapti 2?0. Á veg norður aftur við Smyrli, tók Tony Paris mikrofonina og orsakaði vegna liðið, at tað hevði hilnast so illa, men hann mest sum gav lyfti um, at meistaraskapurin skal koma til høldar leygardagin.
John skaddur
Síðstu løtuna spældi B36 bara við tíggju monnum. Tomislav Sivic hevði brúkt allar møguleikarnar at skifta út, tá stóra áskoðarafjøldin sá John Petersen verða bornan av vøllinum á børu.
Eftir dystin var greitt, at John Petersen hevði fingið ein snudd í knæið. Í gjár skuldi hann til lækna, men tá vit frættu var ikki greitt, um skaðin er álvarsligur, ella um talan bara var um eitt dygt slag.
John Petersen spældi væl, og at hann skoraði annað málið hevði við sær, at hann og Jákup á Borg nú liggja stavn um stavn á máltindinum. Teir hava skorað fimtan mál í part:
? Eg vil ógvuliga fegin spæla við í Runavík, staðfesti óhepni maðurin, og tað var týðuligt, at tað umframt tey trý stigini, sum B36 vil hava við til hús, var í huganum á landsliðsmanninum, at hann hevur møguleika at enda ovastur á máltindinum. At John Petersen telist millum bestu málskjúttarnar er einki nýtt, men hann hevur bara eina ferð verið toppskjútti. Tað var í 1994, tá hann umboðaði føroyameistararnar úr GÍ og skoraði 21 mál, sum var sjey fleiri enn næstbesti málskjúttin, sum var Gunnar Mohr í HB.









