Einki er sum tað var. Framkomna tøknin ger, at uppgávur sum fyrr vóru dýrar og kostnaðarmiklar, nú kunnu gerast til tørvin hjá tí einstaka fyri ein bíligan penga. 
 
Margmiðlahúsið Sp/f Sjónband við Hoyvíksvegin í Havn hevur eina nútímans framkomna digitala prentsmiðju, sum prentar alt frá smáum prentlutum til bøkur – alt eftir tørvi hjá tí einstaka kundanum.
 
Til dømis verður tilfarið til eina bók bert sent sum ein PDF-fíla til prentsmiðjuna og síðan prentað út í eini handavending.  
 
Um kundin t.d. ynskir at teir prenta tvey sangheftir, so kosta tey tað sama fyri hvørt, sum um talan var um 500 eintøk. Vanligt hevur verið at tað kostar nógv at byrja upp á prentingina, men so lækkar prísurin pr. stk. so hvørt nøgdirnar økjast. 
 
Eftir nýggju skipanini hjá Sjónband er tað eingin truppulleiki at prenta t.d. 20, 100 ella 500 bøkur. Stykkjaprísurin er tann sami. Arbeiði er væl úr hondum greitt, sera snøgt skorið og heft. 
 
Um kundin t.d. hevur biðið um prenting av 300 bókum, og tað vísir seg, at allar verða útseldar, so er bara at prenta meira. Alt eftir tørvi. 
 
Tað ber eisini til at prenta fleiri bøkur og t.d. seta ymiskan tekst ella myndir á hvørja einstaka bók. Tað við siga, at um bøkurnar t.d. skulu nýtast sum gávur, kann navnið hjá hvørjum einstakum gávumóttakara standa á permuni hvørji bók. Alt verður gjørt undir prentingini.      
 
Tróndur Joensen, sum eigur og rekur Sp/f Sjónband, sigur, at hann hevur gjørt stórar íløgur í hesa prentsmiðjuna, við tí fyri eygað at nøkta ein tørv og gera nøkur ting sum ikki heva latið seg gjørt áður, tí hevur verið alt ov dýrt fyri kundan. Um onkur t.d. skal skipa fyri einar privatari veitslu og í hesum sambandi ynskir at fáa gjørt nøkur heftir við veitslusangum, so er bara at siga hvussu nógv heftir skulu brúkast, so prenta vit tey. 
 
Umframt sjónvarps- og blaðlýsingar gera vit eisini reklamuskelti til bilar, hús, fótbóltsvøllir og tekstilprent. Vit hava bæði nýggjastu digitalu prentútgerðina, eins og blýggj og offset. Tilboð verða eisini givin upp á arbeiðir, sigur Tróndur Joensen. Hjá Sp/f Sjónband eru 7 fólk í føstum starvi.
 
 
 
 










