Trivaligur sigur til lorvíkingar

Fótbóltur: LÍF skoraði sjey ferðir hjá EB/Streymi

2. deild menn:

LÍF-EB/Streymur 7-1 (4-0)


LÍF tók beinini undan gestunum beinanvegin, og restina av dystinum var stundum talan um lætt spæl hjá lorvíkingum, sum eru beint í hølunum á oddaliðnum í 2. deild.

Tað var álopsveteranurin Kristian á Reynatrøð, sum gav botnliðnum úr Sundalagnum fyrsta slagið í andlitið. Hann fekk ein bólt úr vinstru síðu, og so hevði hann lætt við úr púra fríari støðu at senda í kassan.

Hetta var eftir bara tveir minuttir og lítla løtu seinni økti Petur Sjúrðaberg til 2-0, tá hann stútaði eitt innlegg frá Signar á Reynatrøð í málið.

Póllendingurin Mirek Gil gjørdi tað til 3-0, tá hann fekk eina sending frá Kristian í Vági, hann vendi sær og sendi bóltin í málið. Og tað gjørdist 4-0 áðrenn hálvleikssteðgin, tá Kristian í Vági smekkaði til úr 17 metrum.

Fyrra hálvleik høvdu lorvíkingar fult tamarhald á dystinum, og tað var langt í millum royndirnar hjá EB/Streymi. Í seinna hálvleiki løgdu lorvíkingar enn meira fyri fram eftir vøllinum, tí teir hava havt verri málmun enn kappingarneytarnir úr Vágum, og tað eydnaðist at fáa trý mál afturat.

Teir báðir Kristian í Vági og Kristian á Reynatrøð skoraðu hvør sítt mál, áðrenn EB/Streymur javnaði, tá Suni Jacobsen skoraði eftir eitt av mótálopunum hjá EB/Streymi.

Kaj Eli Olsen, sum hevur verið búsitandi í Danmark, men nú er fluttur heim, gjørdi tað til 7-1 stutt fyri leiklok, tá hann royndi seg við einum skoti nakað uttanfyri brotsteigin.

Lorvíkingar royndu allan dystin at spæla ágangandi álopsspæl, og tað gav úrslit. Teir skoraðu sjey ferðir, og teir høvdu eisini aðrar møguleikar, men stóð Óla Christian Djurhuus, sum hesaferð vardi málið hjá EB/Streymi, í vegin, og tað bar illa til at geva málverjanum skuldina fyri stóra tapið, tí hann var sum oftast prísgivin, tá lorvíkingar skoraðu.

? Vit kunnu avgera sjálvir, um vit flyta upp í 1. deild, og tað er júst tað, sum vit ætla at gera, sigur Harry Benjaminsen, sum er venjari hjá LÍF.

Lorvíkingar hava tveir heimadystir eftir í seinastu trimum dystunum. Teir skulu næstu ferð spæla móti NSÍ í Lorvík og í seinasta umfarið koma klaksvíkingar á vitjan. Í næstaseinasta umfari er úti- og toppdystur móti FS Vágum.