Stranda Málig hevur júst fingið loyvi at byggja ein nýggjan virkisbygning á 600 fermetrar afturat verandi virkisbygningi á Strondum, ið er 400 fermetrar.
Tað hevur gingist væl hjá Stranda Máling seinastu árini, og tí hava eigararnir nú tikið stig til at víðka munandi um virksemi. Jógvan Óli Fredriksberg, ið er ein av eigarunum, vil ikki siga nágreiniliga, á hvønn hátt víðkað verður um virksemið, men hann nevnir tó, at nýggi bygningurin hevur nakað at gera við eina nýggja blandiskipan og fleiri vørur.
Grava fyrsta dagin
Farið verður undir at grava út fyri nýggja bygninginum fyrsta dagin, og væntandi er hann liðugt innilokaður á vári ár 2000. Næsta heyst verður síðani farið at seta maskinur og annað upp í bygninginum.
Jógvan Óli Fredriksberg vil ikki upplýsa kostnaðin av verkætlanini, alt er ikki komið heilt upp á pláss enn, og tískil kann hann ikki geva eitt nágreiniligt tal, men hann sigur, at talan er um eina nóg dýra vekætlan. Tó stúrir hann ikki fyri, at ætlanin ikki fer at bera seg.
? Vit hava rættuliga drúgvar royndir í at framleiða máling. Stranda Máling byrjaði nevniliga virksemi sítt í 1975. Vit hava havt virkið seinastu trý árini, og er ein støðug menning farin fram, og vit trúgva eisini uppá, at tað fer at bera til at menna virkið víðari.
Selja ikki uttanlands
Sum er, verður Stranda Máling ikki seld uttanlands. Jógvan Óli Fredriksberg sigur, at tann størsta avbjóðingin í løtuni er at vinna meira av føroyska marknaðinum. Nøgdirnar av Stranda Máling, ið seldar verða í Havn eru nevniliga ógvuliga lítlar, orsakað av, at einki søluumboð er í Havn. Hetta heldur Jógvan Óli Fredriksberg eigur at fáast upp á pláss, áðrenn hugsað verður um at marknaðarføra seg uttanlands.
Á bygdunum liggur tó betri fyri hjá Stranda Máling. Felagið hevur søluumboð í nógvum bygdum kring landið, og ger hetta, at felagið selur heilt fitt av máling úti um landið.
Klár í september
Ætlandi skal nýggja verkætlanin hjá Stranda Máling vera klár at leggja fyri almenningin einaferð fyrst í september, og fæst tá nágreiniliga at vita, á hvønn hátt Stranda Máling fer at víðka um virksemi sítt.