annars er merkisvert á tann hátt, at eingin leikari úr GÍ er við á liðnum. Royndin, sum tosað verður um, er tað at skula spæla ein fótbóltsdyst í ógvusliga hitanum í Beograd. Tá gøtumenn her fyri spældu [...] nógv verður tað neyvan, tá landsliðið fer at spæla mikudagin. Tann dysturin verður nevnliga leiktur um kvøldið, so hitin man vera minkaður nakað til ta tíð. Nýggjur klaksvíkingur Sum nevnt, so er landsliðið [...] er við í 18-mannahópinum, sum nú er staddur í Jugoslavia. Talan hevur annars seinastu tíðina verið um teir báðar, Sámal Joensen og Helga L. Petersen, men báðir eru teir nakað darvaðir av skaðum í løtuni
úrslitið Løgmaður heldur lítið um innihaldið í brævinum hjá Kjartani Hoydal. ? Tað, sum er kjarnin í hesum máli, er, at Hesuferð sendir eitt bræv út til 52 teldupostadressur og biður um talsmenn fyri eini kampanju [...] løgtingssamtykt um sjálvsstýri og er tann gongda leiðin í sjálvstýrismálinum, sigur løgmaður. ? Tað er ómetaliga spell, at slíkt virksemið skal spjaða tann føroyska sjálvstýrisvongin, og eg eri fegin um, at hetta [...] ? Tað er púra burturvið at leggja meg undir at leypa á frælsið at skipa seg og at bera egin sjónarmið fram. Hesuferð kann gera og halda tað, tey vilja, men tað er gott at fólk hava fingið at vita, hvussu
talan er ikki um nakað álvarsamt, so tað sær út, sum um allir leikararnir eru tøkir. Ein ella tveir Spurdur, hvørt hann og landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, hava gjørt sær nakrar tankar um byrjunarupps [...] spurningurin, um Jens Kristian Hansen kemur inn aftur í veruna, sigur landsliðsvenjarin, uttan kortini at avdúka nakað serligt. Hetta er annars langt ífrá fyrsta ferðin, at størsti spurningurin er, um talið á [...] beinkin. Sostatt gita vit, at talan verður um fylgjandi byrjunaruppstilling: Jákup Mikkelsen ? Hans Fróði Hansen, Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen ? Jákup á Borg, Fróði Benjaminsen, John Petersen, Julian
Talan er um teir báðar, Hall Danielsen og Johannis Færø, sum báðir høvdu spælt við á besta HB liðnum vikuna frammanundan. Reglurnar siga, at skal leikari flyta eina deild niður, skal hann leypa dyst um hjá [...] í fyrstu deild er fluttur, var eingin dystur at leypa um. Sum skilst, hildu teir í HB seg hava rætt at nýta leikararnar, men á Skála eru tey ikki í iva um, at tey hava grein í sínum máli.
landsliðið. Var sum vanligt einaráðandi í luftini, og tá hann stútar burtur, er talan ikki bara um eitt nikk út um brotsteigin, men langt niðan og út í síðurnar. Stóð seg eisini væl niðri á jørðini, og hevði [...] ikki um tey nógvu føroysku álopini, men Julian var partur av teimum flestu, og eisini hjálpti tað føroyingum at fáa luft, tá hann í nógvum førum fekk longt langar bóltar við høvdinum. 9. Jákup á Borg, B36 [...] Chistian Høgni Jacobsen, NSÍ 6/1 Varð tikin fram um Kurt Mørkøre, tá Allan Simonsen skuldi sálda annan áleyparan frá, og í høvuðsheitum má sigast, at talan varð um eina sera ótakksama uppgávu. Royndi tó tað
og spakuliga tóktist tað sum um trýstið frá jugoslavunum minkaði. Um hetta mundi kom Kurt Mørkøre eisini inn á vøllin fyri Christan Høgna Jacobsen, og hóast talan bert var um ein hálvan hálvleik, so gav [...] Í øllum førum hevði úrslitið sæð penari út, um bólturin var endaður í kassanum. Sterkir taktiskt Hóast iðranina um misnýtta møguleikan, so talan so avgjørt um eitt sera virðiligt avrik frá okkara monnum [...] aftur ein annan spurning, og tað er, um Allan Simonsen hevur ítøkjuligar ætlanir um at halda fram í venjarasessinum, eftir at verandi sáttmálin rennur út í heyst. Um so var, at hann ikki hevði hug til tess
inntil Rúsan kom). So eg spurdi Martin, hvat eg skuldi tosa um. Hann helt fyri, at tað stóð heilt til mín kanska kundi eg sagt eitt sindur um meg sjálvan og ta lívsleið, sum hevði ført meg til tað starvið [...] Er nakað skilagott við loysing? Eg má heldur leypa út í hitt málið, nevniliga mína meting av føroyskari loysing frá Danmark. Tað skal ikki vera nakar ivi um, at eg haldi at tað er ein øgiliga vánalig ide [...] annan hátt fáa sín part av oljukakuni, um hon verður til nakað. Hevur danska fólkið skyldina? Nú er tað tann lúnski loysingarmaðurin kemur inn í myndina. Jú, um vit nú kunnu snara hatið til Danska banka
løtuna tóktist tað tó, sum um liðini høvdu dekan ov stóra virðing fyri hvørjum øðrum, ella var tað kanska óttin fyri at gra mistøk, sum viðførdi, at hvørgin parturin vildi leypa framav. Høga press-spælið [...] sum um dysturin hevði tørv á einum máli, fyri at loysa eitt sindur upp fyri nervunum, men hinvegin var ilt at fáa eyga á, hvaðani hetta skuldi koma, so tað var sum so sera hóskandi, at talan var um eina [...] Heðin, sum fór bóltandi niðuraftur, og floytan ljóðaði. Jákup á Borg varð settur at skjóta, og hóast bólturin bar við eitt GÍ-høvd á veg upp um múrin, so gjørdi hetta bara, at bólturin klistraðist enn longu
Heini á Borg Hvør tangi tekur 60 litrar og hann verður síðani tømdur á góðkendum staði. Heini á Borg sigur, at teir hava bygt nakrar lastir um og at tað riggar sera væl. ?Har, vit hava bygt lastirnar um, er [...] hevur dálkað ógvuliga illa frá sær. Vegirnir verða út av lagi skitnir og tað fer illa við bilunum,s um koyra eftir teimum og ger teir nógv skitnari enn neyðugt. Men óskilið á biladekkunum á ferjunum hjá [...] varug við trupulleikan og nú er ein loysn á veg, so at tað slepst undan hesum trupulleikanum. Heini á Borg, sum hevur við farmaflutning á Strandferðsluni at gera, sigur, at Strandferðslan er nú í ferð við
næstaftast. Um tað eisini verður plássið, tá átjan umfør eru spæld, so skulu teir telvast um plássið í deildini ímóti næstbesta liðnum í 2. deild. Tað er væl hugsandi, at talan kann gerast um dystir millum [...] og sjálvandi rokna teir í B36 ikki við so stórum sigri hesa ferð. Men tað hevði verið púra óvantað, um teir ikki komu aftur til Havnar við øllum stigunum. Í FSV ásanna teir, at tað verður ikki dysturin [...] millum FSV og ÍF ella TB. Hesi bæði liðini spæla í Fuglafirði í dag. Tað ræður um at gera heimaarbeiðið til lítar, og FSV venjarin, Albert Ellefsen, ætlar sær til Fuglafirðar í dag. Lyklaspælarar Hjá FSV