Løgmaður: Hesuferð spjaðir sjálvstýrisvongin

Løgmaður vísir avgjørdur aftur, at hann leypir á frælsið at bera egin sjónarmið fram og skipa seg, soleiðis sum oddamaður í Hesuferð heldur, at løgmaður ger

 

? Tað er púra burturvið at leggja meg undir at leypa á frælsið at skipa seg og at bera egin sjónarmið fram. Hesuferð kann gera og halda tað, tey vilja, men tað er gott at fólk hava fingið at vita, hvussu átakið arbeiðir.

 

Tað sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum fríggjadagin tók eitt óvanligt stig, tá hann sendi út eina ávaring ímóti innihaldinum í einum teldubrævi frá átakinum Hesuferð.

 

Í hesum teldubrævi, sum eitt av oddafólkunum í átakinum, Kjartan Hoydal, hevði skrivað, vórðu fólk biðin um at mótmæla samráðingarleiðini hjá løgmanni mótvegis donsku stjórnini.

 

Kjartan Hoydal heldur, at løgmaður leypir á frælsið hjá fólki at skipa seg og bera sjónarmið fram, tá hann almennakunnger teldubrævið og ávarar ímóti innihaldinum.

 

? Hetta teldubrævið kom mær í hendi, og tað, sum eg vildi við at almannagera tað, var at vísa almenninginum, at vit kunnu vænta ein herferð ímóti samráðingarviljanum hjá løgmanni, sigur Anfinn Kallsberg.

 

 

 

Spjaðing er úrslitið

 

Løgmaður heldur lítið um innihaldið í brævinum hjá Kjartani Hoydal.

 

? Tað, sum er kjarnin í hesum máli, er, at Hesuferð sendir eitt bræv út til 52 teldupostadressur og biður um talsmenn fyri eini kampanju ímóti samráðingarviljanum hjá løgmanni mótvegis donsku stjórini. Hesuferð roynir við hesum at stríðast í móti einum politikki, sum byggir á eina løgtingssamtykt um sjálvsstýri og er tann gongda leiðin í sjálvstýrismálinum, sigur løgmaður.

 

? Tað er ómetaliga spell, at slíkt virksemið skal spjaða tann føroyska sjálvstýrisvongin, og eg eri fegin um, at hetta teldubrævið kann vísa føroyingum, hvussu tað verður arbeitt.

 

Løgmaður ætlar ikki at taka brævið upp í samgonguni, men hann sigur seg kenna onkur av sjónarmiðunum aftur frá tingfólki hjá Tjóðveldisflokkinum undir viðgerðini av løgmansrøðuni.

 

 

 

Einki mistak

 

Anfinn Kallsberg heldur ikki, at tað var eitt mistak, at teldubrævið frá Hesuferð var sent teimum ávísu fólkunum á adressulistanum.

 

? Tað vóru so at siga tær somu teldupostadressurnar, sum fingu eitt líknandi bræv frá Hesuferð í februar mánaði. Tá bað átakið fólk um at mótmæla, at fólkaatkvøðan var avlýst, sigur løgmaður.

 

Ta ferðina var brævið skrivað av øðrum fólki í Hesuferð, men send so at siga somu fólkum, sum hesuferð fingu brævið frá Kjartan Hoydal.

 

Tað heldur løgmaður vísir, at tað var einki mistak, at fólk fingu seinastu áheitanina frá Hesuferð.

 

? Tað er ein hóttan ímóti demokratinum, tá hvør einstakur ikki sleppur at taka sínar avgerðir sjálvur. Tí eri eg glaður um, at almenningurin hevur fingið innlit í hetta teldubrævið, sigur Anfinn Kallsberg.