Ein ella tveir

Størstu spurningarnir á landsliðnum tykjast vera álops- og verjuparturin

 

Landsdystur


Føroyska A-landsliðið í fótbólti kom sunnukvøldið til Beograd, og síðani tá hava teir fyrireikað seg uppgávuna móti Jugoslavia.

Tvær venjingar vóru á skránni mánadagin, men síðani hava leikararnir mest sum tikið sær av løttum. Týsmorgunin varð venjingin strikað, soleiðis at leikararnir heldur kundu fáa eina rundvísing í Beograd, og einastu venjingarnar, sum so vóru eftir, var hin obligatoriska venjingin á leikvøllinum týskvøldið, umframt ein løtt venjing mikumorgunin.


Eingir skaðar

Týsmorgunin fingu vit orðið á hjálparvenjaran hjá Landsliðnum, Jógvan Martin Olsen, og yvir høvur tóktist hann at lata heilt væl at støðuni hjá liðnum.

- Vit hava sum so ongar skaðar av nøkrum slag. Fróði Benjaminsen og Hjalgrím Elttør fingu okkurt smávegis í einum nærdysti undir venjingini í gjár, men talan er ikki um nakað álvarsamt, so tað sær út, sum um allir leikararnir eru tøkir.


Ein ella tveir

Spurdur, hvørt hann og landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, hava gjørt sær nakrar tankar um byrjunaruppstillingina til dystin, sigur Jógvan Martin, at tað hava teir sjálvsagt, men hinvegin heldur hann sum vant kortini tætt at kroppinum.

- Spurningurin er helst í løtuni, hvørt vit fara at spæla við einum ella tveimum áleyparum. Miðvøllurin kann roknast við at vera hin sami, og so er tað spurningurin, um Jens Kristian Hansen kemur inn aftur í veruna, sigur landsliðsvenjarin, uttan kortini at avdúka nakað serligt.

Hetta er annars langt ífrá fyrsta ferðin, at størsti spurningurin er, um talið á áleyparum skal vera ein ella tveir. Allan Simonsen hevur fleiri ferðir givið til kennar, at honum dámar best, tá talan er um tveir mans í oddinum, men hinvegin hava umstøðurnar onkun tíð noytt hann at víkja frá hesi hugsjón.

Vit loyva okkum tó at gita, at valið hesa ferð verður tveir áleyparar, og serliga verður hetta grundað á tvinnar lutir. Annað er tann sannroynd, at tá føroyska liðið seinast royndi seg við einum einsamallum framherja ? í Sveis í oktober mánaði í fjør ? gekk tað snøgt sagt av skriðuni til.

Hin orsøkin er, at verður talan um tveir áleyparar, fellur valið ivaleyst á Kurt Mørkøre og Christian Høgna Jacobsen. Hendan blandingin er roynd tvær ferðir áður, og í báðum førum við góðum úrslitið. Móti Luksemburg ? eftir at Todi varð skaddur - skutu teir báðir eitt mál í part, og fáar dagar seinni vóru teir báðir við, tá føroyska liðið stóð seg framúr væl í Moskva.


Byrial inn og út

Gnga vit út frá, at miðvøllurin verður óbroyttur, er so einasti eftirverandi spurningurin, hvørt rúmd aftur skal gerast fyri Jens Kristian Hansen í verjuni.

Verður hetta so, merkir hetta helst, at Johan Byrial Hansen enn eina ferð má víkja av sínum plássi, hóast hann enn ikki hevur spælt seg av liðnum. Tað er í øllum førum upplagt, at Óli Johannesen kemur inn aftur eftir leikbanni seinast, og Hans Fróði Hansen verður undri ongum umstøðum fluttur av sínum plássi.

Valið stendur sostatt millum Hansen og Hansen, og her viga royndirnar hjá Jens Kristiani helst meira, eins og tað ikki tykist sannlíkt, Allan Simonsen tekur liðskiparan við aftur, fyri at seta hann á beinkin.

Sostatt gita vit, at talan verður um fylgjandi byrjunaruppstilling: Jákup Mikkelsen ? Hans Fróði Hansen, Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen ? Jákup á Borg, Fróði Benjaminsen, John Petersen, Julian Johnsson, Øssur Hansen ? Kurt Mørkøre, Christian Høgni Jacobsen.

Alternativið er so, at annar av álopsmonnunum dettur út, og kann hetta hugsast at geva rúmd fyri Johan Byrial Hansen, meðan Jens Kristian verður fluttur eitt vet longur fram á vøllin.


Góðar umstøður

Annars lata teir í ferðalagnum sera væl at umstøðunum hjá landsliðnum, nú teir á triðja sinni eru í Jugoslavia.

- Hotellið, sum vit búgva á, er framúr. Talan er um sama hotel, sum vit nýttu tá vit vóru her seinast, og her er einki at finnast at. Eg dugi bara ikki at skilja, hvussu tey hava ráð at hava opið, sigur Jógvan Martin Olsen.

- Talan er um ein risastóran bygning, men burtur sæð frá landsliðnum, so havi eg ikki borið eyga við nakað serligt av ferðafólkum, og onku staðni mugu pengar til ljós, hita og annað koma frá, heldur hann.

At enda skal so verða sagt, at talan helst ikki verður um tann heilt stóra hitan, tá dysturin skal spælast, soleiðis sum ótti annars var fyri. Mánadagin og í gjár vóru hitastigini upp ímóti teimum tríati, og veðurmenninir spáa, at hetta fer at halda sær. Harafturat verður dysturin leiktur um kvøldið, so alt í alt verður helst talan um so góðar umstøður sum gjørligt

Sostatt tykist einasti spurningurin at vera, hvørjar umstøður jugoslaviski landsliðsleikararnir fara at bjóða okkara á vøllinum, men tað er so ein heilt annar spurningur.