Hjalgrím í hitan

Hitin kann gerast ein hin størsta hóttanin móti føroyska landsliðnum, sum í gjár kom til Beograd. Hjalgrím Elttør úr KÍ er spildurnýggjur í landsliðshópinum

 

Landsdystur


Gøtumenn royndu tað fyri viku síðani, og nú er tørnið so komið til føroyska landsliðið, sum annars er merkisvert á tann hátt, at eingin leikari úr GÍ er við á liðnum. Royndin, sum tosað verður um, er tað at skula spæla ein fótbóltsdyst í ógvusliga hitanum í Beograd.

Tá gøtumenn her fyri spældu móti FK Obilic, vóru eini 36 hitastig í skugganum, men heilt so nógv verður tað neyvan, tá landsliðið fer at spæla mikudagin. Tann dysturin verður nevnliga leiktur um kvøldið, so hitin man vera minkaður nakað til ta tíð.


Nýggjur klaksvíkingur

Sum nevnt, so er landsliðið merkisvert á tann hátt, at eingin leikari úr GÍ er við í 18-mannahópinum, sum nú er staddur í Jugoslavia. Talan hevur annars seinastu tíðina verið um teir báðar, Sámal Joensen og Helga L. Petersen, men báðir eru teir nakað darvaðir av skaðum í løtuni, og hava tí valt at geva avboð til landsliðið. Sámal hevði sum so longu borið seg undan, áðrenn hópurin varð úttikin, meðan avboðið frá Helga hevur viðført, at Jóhannis Joensen úr HB er komin í hópin.

Harafturat hevur talan verið um avboð frá Jón Róa Jacobsen og Pól Thorsteinsson, og í teirra stað eru komnir tveir klaksvíkingar. Heðin á Lakjuni, sum nú spælir í B36, hevur áður verið í landsliðshópinum, men spildurnýggjur í hesum høpi er Hjalgrím Elttor.

Serliga man tað vera úttøkan av Hjalgrími, sum fer fleiri at spíla oyruni, tí enn hevur ungi KÍ leikarin ikki bitið seg 100% fastan á KÍ liðnum. Tað er tó eingin loyna, at við hesum hevur Allan Simonsen klárt givið til kennar, at hetta er ein leikari, sum føroyingar eiga at vænta sær nógv av í framtíðini.

Tað er heldur ikki bara Allan Simonsen, sum hevur lagt evnini til merkis. Longu undan kappingarárinum í fjør peikaði KÍ-venjarin, Tomislav Sivic, á Hjalgrím sum ein leikari, sum stóð fyri sínum stóra gjøgnumbroti, eins og talan eisini hevur verið um venjingaruppihald í Onglandi.


Hópurin

Teir 18 leikararnir í hópinum eru sostatt: Kurt Mørkøre og Hjalgrím Elttør úr KÍ, Jóhannis Joensen, og Rógvi Jacobsen úr HB, Hans Fróði Hansen og Fróði Benjaminsen úr B68, Jens Martin Knudsen og Christian Høgni Jacobsen úr NSÍ, John Petersen, Jens Kristian Hansen, Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni úr B36, Julian Johnsson úr Hull City, Johan Byrial Hansen úr OB, Óli Johannesen úr Hvidovre, Øssur Hansen úr B93, Súni Olsen úr FC Zwolle og Jákup Mikkelsen úr Molde. Harumframt eru landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, og hjálparvenjarin Jógvan Martin Olsen, við í ferðalagnum, sum eisini telur Dánjal Andreasen, Torleif Sigurðsson, Birgir Hansen (liðleiðari), Jens Paula Marstein (lækni) og Álv Hansen (fysioterapeutur).