Umhvørvisvernd
Evja, sum rennur úr lastini á bilum, sum flyta fisk, hevur í nógv ár verið til stórt fortreð hjá fólki, sum koyrir í bili, ella ferðast við ferjunum hjá Strandferðsluni.
Hendan evjan hevur dálkað ógvuliga illa frá sær. Vegirnir verða út av lagi skitnir og tað fer illa við bilunum,s um koyra eftir teimum og ger teir nógv skitnari enn neyðugt.
Men óskilið á biladekkunum á ferjunum hjá Strandferðsluni hevur verið til minst líka stóran ampa, tí fólk sleppa ikki undan at ganga og tvassa uppi í evjuni, sum rennur úr treylarum og setir seg bæði á skógvar og á klæðir. Av biladekkinum verður evja og luktur borin runt inn í ferðafólkahølini umborð á skipunum og er til stóran ampa hjá ferðafólki.
Strandferðslan hevur leingi verið varug við trupulleikan og nú er ein loysn á veg, so at tað slepst undan hesum trupulleikanum.
Heini á Borg, sum hevur við farmaflutning á Strandferðsluni at gera, sigur, at Strandferðslan er nú í ferð við at broyta treylaralastirnar soleiðis, at onki skal renna úr teimum.
? At sevja rennur frá fiskinum, slepst ikki undan. Men nú eru vit farin at gera treylaralastirnar púra vatntættar. Ístaðin hava vit gjørt frárensl við vatnlási á, í lastin. Eitt frárensl er í hvørjum horni á lastini, har øll sevjan síðani rennur og verður veitt í tangar undir lastini, sigur Heini á Borg
Hvør tangi tekur 60 litrar og hann verður síðani tømdur á góðkendum staði.
Heini á Borg sigur, at teir hava bygt nakrar lastir um og at tað riggar sera væl.
?Har, vit hava bygt lastirnar um, er trupulleikin við frárensluvatninum loystur, sigur hann.
Hann sigur, at Strandferðslan fer at broyta allar lastirnar so við og við og teir vóna at vera liðugur við arbeiðið einaferð næsta ár.
? Ein trupulleiki er, at tað eru so nógvur fiskur at flyta, at tað ber ikki til at taka ov nógvar lastir úr rakstri ísenn, og av tí sama tekur arbeiðið eitt sindur av tí, sigur hann.
Ein annar trupulleiki er, at ein vanlig kølaratreylaralast er fýra metrar høg, Men biladekkið á Smyrli er bara 3,97 metrar høgt og tað ger tað alt meiri tvørligt. Heini á Borg sigur, at tað er avmarkað, hvat tað loysir seg at brúka av peningi til amboð, sum passa til Smyril.










