B36 er størsti favorittur á árinum

FSV-B36:

Venjarin hjá FS Vágum fer í dag til Fuglafirðar, so hann ikki fer at standa á berum, um liðið hjá honum skal luttaka í endaspæli

 

UPPTAKT


Størsti mótstøðumaðurin hjá B36, tá teir í morgin fara í Vágar, eru ivaleyst B36arnir sjálvir. Tá liðini hittust í Gundadali í 5. umfarinum vann B36 15?0 metsigur á FSV.Men síðani tá er nógv vatn runnið í ánna, og sjálvandi rokna teir í B36 ikki við so stórum sigri hesa ferð. Men tað hevði verið púra óvantað, um teir ikki komu aftur til Havnar við øllum stigunum.

Í FSV ásanna teir, at tað verður ikki dysturin ímóti B36, sum fer at gera av, hvørja lagnu teira lið fer at fáa- Í løtuni er FSV næstaftast. Um tað eisini verður plássið, tá átjan umfør eru spæld, so skulu teir telvast um plássið í deildini ímóti næstbesta liðnum í 2. deild.

Tað er væl hugsandi, at talan kann gerast um dystir millum FSV og ÍF ella TB. Hesi bæði liðini spæla í Fuglafirði í dag. Tað ræður um at gera heimaarbeiðið til lítar, og FSV venjarin, Albert Ellefsen, ætlar sær til Fuglafirðar í dag.


Lyklaspælarar

Hjá FSV vóna teir, at allir spælararnir verða tøkir í morgin, men tað eru nøkur ivamál. Hannus Olsen kom ikki innaftur eftir steðgin, tá FSF síðsta sunnudag tapti týdningarmikla dystin á Eiði. Umframt hann dragast eisini Jack Johansen og Ruslan Screle við vøddaskaðar, sum hava darvað venjingini, men teir vóna tað besta.

Hjá B36 er nógv fólk at taka av. Tá onkur fellur frá, standa fleiri klárir at sleppa inn á oddaliðið. Tað er greitt, at Jákup á Borg verður ikki á vøllinum í Vágum. Hann fekk triðja gula kortið ímóti GÍ og er tískil leikbannaður.

Pól Thorsteinsson hevur verið plágaður av vøddaskaða heilt síðani B36 í 4. umfarinum var í Gøtu. Sunnudagin varð hann enn eina ferð pjøssaður til at spæla, men nú er greitt, at Pól verður ikki við í Vágum. Klæmint Matras hevur verið smáskaddur, men teir rokna við, at hann verður klárur í morgin, tá Floksmenn skipa fyri útferð í Vágar.