Kæra
Skálamenn, sum størsta partin av árinum hava verið í oddinum í aðru deild, mistu eitt stórt fet í so máta, tá teir sunnudagin taptu 2-0 fyri HB.
Nú er tó kortini møguleiki fyri, at Skála kann vinna sær trý stig fyri dystin, tí Skála hevur nevnliga latið FSF kæru, har teir vísa á, at HB hevur nýtt tveir ólógligar leikarar.
Talan er um teir báðar, Hall Danielsen og Johannis Færø, sum báðir høvdu spælt við á besta HB liðnum vikuna frammanundan. Reglurnar siga, at skal leikari flyta eina deild niður, skal hann leypa dyst um hjá liðnum í ovaru deildini, men tá dysturin millum HB og GÍ í fyrstu deild er fluttur, var eingin dystur at leypa um.
Sum skilst, hildu teir í HB seg hava rætt at nýta leikararnar, men á Skála eru tey ikki í iva um, at tey hava grein í sínum máli.










