Leikaraummæli
1. Jákup Mikkelsen, Molde
22 dystir/0 mál
Hóast tað ikki var so ótrúliga nógv at gera hjá Jákupi, so vórðu tær royndirnar, sum komu móti máli hansar sera naskar. Hevði tíðliga í dystinum eina sera týdningarmikla bjarging, tá Milosevic royndi seg úr spískum. Seinni hevði hann eisini tvær sera góðar paradur, áðrenn hann við einari bjarging í heimsflokki vardi fyri stútaranum frá 18.
Málini bæði fekk hann púrt einki gjørt við, og einasta veruliga mistakið, sum hann framdi, gjørdi hann sjálvur gott aftur, tá hann sera rutinerað - men kanska ikki heilt reint - blokeraði rennibanan hjá Milosevicd. Var annars tryggur við innleggum, har hann aloftast valdi røttu loysnina, og í spælinum á jørðini vóru sum vant ongar atfinningar.
Saman um tikið er lítið at ivast í, at Jákup var stinnasti føroyski leikarin í dystinum, tó at avrikið hjá hinum á ongan hátt skal forsmáast.
2. Óli Johannesen, Hvidovre
52/1
Var eftir liðugt leikbann náttúrligt afturval á sweeparaplássinum, og sum vanligt treivst hann eisini sera væl á hesum. Rangstøðufellan riggaði aloftast væl, men serliga í fyrra hálvleiki hevði hann trupulleikar við at bakka upp í borðunum, har vongverjarnir fleiri ferðir vórðu yvirspældir. Hetta batnaði tó stórliga í seinna hálvleiki, har liðið yvir høvur fekk betri fatur á.
Óli fekk tó gult kort fyri at steðga Kezman, men hetta taldist millum tey meira neyðugu kortini.
3. Jens Kristian Hansen, B36
38/2
Eftir ein steðg í landsliðshøpi var fyrrverandi liðskiparin við aftur í hópinum, og sum væntað, gjørdist talan um eitt beinleiðis lop inn á vøllin. Avrikið hjá Jens Kristiani prógvaði eisini, at hann eigur at vera sjálvsagdur til eitt pláss á liðnum.
Hóast hann ikki var á vanliga plássinum sum miðverjuleikari, so er bóltførleikin somikið góður, at hann ikki hevði stórvegis trupulleikar av at spæla á miðvøllinum. Taktiska medvitinum bilar heldur einki, og uttan at hann á nakran hátt gjørdi nakað stórvegis hóvasták, so rúgvaði hann væl upp á vøllinum.
4. Johan Byrial Hansen, OB
5/0
Grundað á avrikini í landsdystum sínum í vár, fekk Johan aftur møguleikan, hóast mong høvdu gitt, at Jens Kristian kanska fór at taka plássið aftur.
Veruleikin er tó, at Johan Byrial ongan tíð hevur spælt seg av liðnum, og tað gjørdi hann so avgjørt heldur ikki hesaferð. Var sera stinnur í verjupartinum. Bæði við høvdinum og beinunum, og átti so avgjørt sín triðing í góða verjuavrikinum. Í framrættaða spælinum er tó ofta líkt til, at hann er ov bangin fyri at gera mistøk, men ivaleyst er hetta nakað, sum fer at batna við fleiri altjóða royndum.
5. Hans Fróði Hansen, B68
20/1
Tað er eftir hondini við at vera langt síðani, at Hans Fróði hevur spælt nakran ringan dyst fyri landsliðið. Var sum vanligt einaráðandi í luftini, og tá hann stútar burtur, er talan ikki bara um eitt nikk út um brotsteigin, men langt niðan og út í síðurnar. Stóð seg eisini væl niðri á jørðini, og hevði enn tá sjálvsálit til at koma niðan á vøllin, har hann stóð fyri tveimum føroyskum skotroyndum.
6. Øssur Hansen, B68
46/2
Hevði eins og felagin í høgru síðu trupulleikar av skjótu jugoslavisku vongspælarunum í fyrra hálvleiki, tá hann fleiri ferðir varð yvirspældur í djúpdini. Hetta batnaði tó nógv í seinna hálvleiki, tá føroyska liðið tóktist betri skipað.
Frameftir vøllinum var Øssur ikki heilt so sjónligur, sum hann vanliga er á landsliðnum, men ivaleyst komst hetta eisini av taktiskum bindingum. Fekk fram móti dystarenda gult kort fyri eina alt ov seina takling, og sleppur tí ikki at vera partur av dystinum móti Luksemburg, men verður ivaleyst at síggja aftur fýra dagar seinni.
7. Fróði Benjaminsen, B68
12/0
Hevði serstakliga í byrjanini stórar trupulleikar, og eftir skjóta gula kortið var veruligur vandi fyri einum reyðum, tá hann framhaldandi gjørdi fleiri minni fríspørk.
Spældi seg tó sera væl upp, og bendir hetta so avgjørt á stóra sálarliga styrki. Ein styrki, sum eisini kemur til sjóndar í spælinum fram eftir vøllinum, har Fróði telist millum teirra, sum tora at bjóða seg til, umframt at hann eisini er nóg kaldur til at taka ferðina av spælinum, hóast nógv stendur á.
8. Julian Johnsson, Hull City
41/1
Orðini eru helst við at verða heldur slitin, men tað er ófatuligt, hvussu nógva orku Julian hevur. Var so at siga alla tíðina í sentrum av hendingunum á vøllinum. Hann vann hópatals bóltar við høvdunum og longu beinunum, og ikki minst kom hetta til góðar frameftir vøllinum. Gaman í var talan ikki um tey nógvu føroysku álopini, men Julian var partur av teimum flestu, og eisini hjálpti tað føroyingum at fáa luft, tá hann í nógvum førum fekk longt langar bóltar við høvdinum.
9. Jákup á Borg, B36
15/0
Var aftur á høgra vongbakki, sum hann at kalla hevur ognartikið, og sum heild má avrikið eisini sigast at vera nøktandi. Hevði tó stórar trupulleikar í fyrra hálvleki, tá jugoslavar fleiri ferrðir komu ígjøgnum hansara síðu, men tað hoyrir eisini við til ta søguna, at Jákup hesi trý korterini var rættiliga einsamallur.
Í seinna hálvleiki fekk hann nógv betri hjálp í so máta, og umframt at styrkja verjupartin opnaði hetta eisini fyri møguleika at koma fram eftir vøllinum, har hann fleiri ferðir var partur av samanspælið við serliga Julian Johnsson.
10. John Petersen, B36
34/3
Var framrættaði maðurin á føroyska miðvøllinum, og sýndi enn einaferð, at hetta er plássið, sum hann trívist best á á landsliðnum. Var óræddur at bjóða mótstøðumonnum av, og í fleiri førum eydnaðist eisini at halda somikið væl upp á bóltin, at samanspæl við viðleikarar spurdist burturúr.
Varð tikin út seinastu løtuna, men hetta mundi meira vera av møði enn misnøgd frá Allani Simonsen, tí John sýndi enn eina ferð, at hann er ein hin týdningarmesti liðurin á landsliðnum.
11. Chistian Høgni Jacobsen, NSÍ
6/1
Varð tikin fram um Kurt Mørkøre, tá Allan Simonsen skuldi sálda annan áleyparan frá, og í høvuðsheitum má sigast, at talan varð um eina sera ótakksama uppgávu. Royndi tó tað hann var mentur at órógva jugoslavisku verjuna, men við hvørt hevði verið ynskiligt, at hann var eitt sindur dólskari í so máta, tí arbeiðshugur hansara førdi hann í fleiri førum aftur í egnum brotsteig. Fekk ta einu ferðina roynt seg móti jugoslaviska málinum, men tíverri fór tann royndin omanfyri.
Kann tó á ongan hátt sigast at hava spælt seg av liðnum, tí arbeiðsumstøður hansara vóru somikið torførar, at metingargrundarlagið gerst ógvuliga tunt.
12. Súni Olsen, FC Zwolle
3/0
Lítla løtan á vøllinum kann ikki nýtast sum veruligt metingargrundarlag, men fáu minuttirnir fara kortini at verða leingi í minninum. Súni fekk nevnliga ein risa møguleika, tá Kurt spældi hann leysan av miðvøllinum, men tíverri las jugoslaviski málverjin, hvørjar ætlanir gøtumaðurin hevði, og so spurdist einki burturúr.
13. Kurt Mørkøre, KÍ
35/3
Fekk seinasta hálva tíman á vøllinum fyri Christian Høgna, og hóast avmarkaða tíð, so prógvaði Kurt veruliga, at hann framvegis hevur nakað at geva landsliðnum. Føroyska liðið hevði eisini sína bestu løtu hendan hálvan tíman, og partvíst hekk tað saman við innskiftanini av Kurt. Fram um Christian Høgna dugir Kurt betri at vera veruligur áleypari. Hann megnaði at halda bóltinum, og so hevur hann eisini kropsligu styrkina at slíta seg leysan. Var tvær ferðir um reppið at sleppa frá verjuni við bóltinum, og átti eisini fríspælingina til Súna Olsen, sum átti at givið mál.
17. Rógvi Jacobsen, HB
11/0
Eins og hjá Súna vóru minuttirnir á vøllinum alt ov fáir til, at ein verulig metan av avrikinum kann fara fram.