Flott dreingir!


Var tað ikki fyri deyðbóltsserfrøðingin úr Lazio, kundu Føroyar skapt eina veruliga sensatión niðri í Beograd, men avrikið hjá okkara var kortini avbera gott. Ikki minst tykist liðið seinastu tíðina at vera styrkt rættiliga nógv á taktiska økinum

 

Landsdystur


Tað mundi vera við blandaðum kenslum, at føroyingar sum heild litu fram til fótbóltsdystin í Beograd, har okkara kosnu skuldu royna seg móti stjørnusetta jugoslaviska landsliðnum.

Jugoslavia kann á ongan hátt sigast at vera lívrætturin hjá fótbóltslandsliðnum. Hetta var sætta ferðin, at liðini hittust, og meðan talan tvær ferðir hevur veirð um sera heiðurlig tap, hevur orðið »avbukaðir« tríggjar ferðir verið havt á lofti eftir hesar dystir. At dysturin so eisini skuldi spælast á hesi árstíð við nógvum hita í Beograd, mundi heldur ikki gera vónirnar til dystin størri.


Byrjaði sum væntað

Føroyar hava annars í nógvum av hesum dystum sýnt hampuliga gott fótbóltsspæl, men hinvegin hevur hetta mest sum eisini verið loyvt tilvitað av jusoslavunum, sum jú hava sín heilt serliga hátt at spæla fótbólt uppá. Mest sum dølskir kela teir við bóltinum. Seta ferðina á spælinum niður, so mótstøðumenninr nærum verða ruraðir niður, fyri síðani at eksplodera í ógvusligum temposkiftum, sum hava til endamál at renna mótstøðumenninar um koll, meðan teir ikki halda nakran vanda vera á ferð.

Dysturin mikukvøldið byrjaði eisini á sama hátt. Jugoslavia hevði sjálvandi eitt avíst trýst oman móti føroyska málinum, men hinvegin var tað ikki soleiðis, at okkara stóðu við 10 monnum niðri í egnum brotsteigi og vardu. Tvørtur ímóti fingu teir loyvi at taka lut í spælinum longri frammi á vøllinum, og hóast tað í sjálvum sær er gleðiligt, so var tað kortini júst her, at stórsti vandin lúrdi.


Hildu seg í skinninum

Tíbetur vísti tað seg tó fyri tað mesta, at óttin, fyri at føroyska spælið gjørdist ov framrættað, var ógrundaður hesaferð. Talan var alla tíðina um sera kontrollerað føroyskt spæl. Tað varð ongan tíð soleiðis, at ov nógvir mans royndu at ditta sær fram við í álopsroyndunum, og hetta viðførdi partvíst, at jugoslaviska spæliætlanin ikki riggaði.

Teir royndu annars í eyðkendum stíli trilla føroyingarnar runt í einari endaleysari bóltjagstran. Serstakliga seinna partin av fyrra hálvleiki riggaði tríkantsspælið á miðvøllinum væl, soleiðis at sentralu leikararnir komu eitt sindur úr útgangsstøðuni, og har við ikki høvdu møguleika at hjálpa vongverjunum, tá bóltar vórðu stungnir út í síðuna. At Óli so heldur ikki var so raskur at bakka upp úti í síðunum, men heldur savnaði seg um miðverjuøkið, gjørdi, at talan í nøkrum førum gjørdist um vandamiklar støður.

Í einum av hesum avsluttaði Mijatovic sera væl úr spískum, men Jákup var sum ein køttur, tá hann við eini refleks-bjarging steðgaði skotinum.

Annars spurdist ein rúgva av innleggum burtur úr jugoslaviska spælinum, men væl vaksna føroyska miðverjan tóktist kortini at hava tamarhald á tí allar mesta. Eisini tóktist Jákup sera tryggur, og at kalla hvørja ferð valdi hann røttu loysnina, tá valið stóð millum at lofta bóltinum ella boksa hann burtur.


Býtt fríspark

At føroyingar høvdu somikið væl fatur á jugoslaviska álopsspælinum gjørdi tað eisini eyka keðiligt, at Jugoslavia miðskeiðis í hálvleikinum kom á odda.

Mijatovic dróg inn á vøllin stutt uttan fyri brotsteigin, og tað eydnaðist honum eisini at framprovokera eitt fríspark í »Mihaijlovic-økinum«. Sinisa Mihajlovic hevur í mong ár verið mettur sum ein hin besti frísparkssjúttin í heiminum, og nú hann fekk møguleikan, sýndi hann eisini føroyingum, hví so er. Við einum væl tiknum skoti skrúvaði hann bóltin upp um føroyska manngarðin, soleiðis at Jákup Mikkelsen mest sum einki fekk gjørt.

Eitt vakurt mál, men tað skerst ikki burtur, at føroyingarnir iðraðu seg um hetta. Ikki minst tí frísparki ímóti Mijatovic var rættiliga óneyðugt, tí vinstrabeinti leikarin var sum so eingin hóttan í júst hesi løtuni, tí bólturin lá til kalda høgra beinið, sum hann neyvan hevði gjørt nýtslu av úr 20 metrum.


Broyttir jugoslavar

At okkara bert vóru eitt mál aftan fyri í hálvleikinum, var tó kortini ikki heilt av leið, og tá seinni hálvleikur byrjaði, var eisini sjónligt, at hetta ikki var nakað, sum hóvaði vertunum so øgiliga væl.

Teimum so ólíkt byrjaðu teir nevnliga seinna hálvleik við at leggja eitt stórt trýst oman móti føroyska málinum í royndunum at fáa seinna málið, sum kundi gera teir ivaleysar í sigrinum. Júast hetta massiva trýstið er tó nakað, sum okkara leikarar trívast væl í, og tí spurdust ikki teir heilt nógvu málmøguleikarnir burtur úr, tó at Jákup enn eina ferð mátti stórbjarga einum skoti, sum varð avrættað á vegnum móti málinum.

Nakað seinni mundi ósketni í frísparksstøðu kosta eitt mál, men tíbetur varð eisini tann royndin blokera, og spakuliga tóktist tað sum um trýstið frá jugoslavunum minkaði.

Um hetta mundi kom Kurt Mørkøre eisini inn á vøllin fyri Christan Høgna Jacobsen, og hóast talan bert var um ein hálvan hálvleik, so gav Kurt so dyggiliga prógv um, at hann enn hevur nógv at geva landsliðnum.


Nýggir møguleikar

Tað var nevnliga hendan seinasta hálva hálvleikin, at Føroyar høvdu sína bestu løtu á vøllinum. Sjálvandi hevði tað nógv at siga, at jugoslavar nú vóru alt meira frustraðir, men tað broytti eisini nógv í føroyska spælinum, at Kurt kom á vøllin.

Avrikið hjá Christiani Høgna skal ikki niðurgerast á nakran hátt, tí hann stríddist eins væl og allir av liðfeløgunum, men dygdirnar hjá Kurt eru øðrvísi. Meira kontantar kundi ein sagt, og møguleikarnir hjá liðfeløgunum at spæla bóltin niðan eftir vóru nú eisini betri. Í fleiri førum eydnaðist nú okkum at fáa fatur á bóltum, sum bara vórðu sparkaðir niðan, og tískil varð spælið eisini flutt einar 20 metrar niðan eftir vøllinum, soleiðis at okkara menn so spakuliga kundu gerast ein hóttan móti málinum hjá jugoslavum.


Tað var eisini sjónligt, at sálarliga trýstið á jugoslavarnar gjørdist alsamt størri. Áskoðararnir góvu ljódliga sína misnøgd um avrikið til kennar. Spælararnir gjørdust alt meira frustreraðir. Ikki minst mundi stórbjargingin hjá Jákupi av stútaranum frá Kovacevic gera sítt til, at teir hildu føroyska málið vera ganda,. og tí varð fagnaðurin um seinna málið eisini sera sjónskur.

Enn eina ferð var ein deyðbóltur upprunin til málið, og enn eina ferð var tað Sinisa Mahaijlovic, sum tók sær av hesum. Á Tórsvølli gav hann fleiri dømi um, hvussu væl eitt hornaspark kann skjótast, og tað gjørdi hann aftur, nú fimm minuttir vóru eftir at spæla. Skrúvandi innleggið ferðaðist høgt fram við málinum, áðrenn tað kavaði niður við handaru stong, og har hevði Dukic snildisliga runnið seg leysan av Kurt Mørkøre, soleiðis at hann at kalla bert skuldi stýra bóltinum inn.

Sum sagt, skuldi Kurt kanska havt mannin, men hann stóð við rygginum til, so har gjørdist einki. Hinvegin kundi ein maður við handaru stong bjarga støðuni, men hesin var so onga staðni at síggja.

Hetta var sum so avgerðin á dystinum, men Føroyar mundu tó fingu seinasta orðið í dystinum. Kurt Mørkøre, sum annars sjálvur var nær við at slíta seg leysan einar tvær ferðir, megnaði fyrst at taka bóltin niður, áðrenn hann við eini djúpari sending spældi júst innkomna Súna Olsen leysan. Súni var kanska á rangstøðumarkinum, men floytan tagdi, og einsamallur kundi hann halda oman móti málinum. Neyvan hevði málið gjørt nakað við jugoslaviska sigurin, men tað var tó stórt spell, at Súni ikki fekk nyttu burtur úr møguleikanum, tá Kralj sýndi stórt hegni. Í øllum førum hevði úrslitið sæð penari út, um bólturin var endaður í kassanum.


Sterkir taktiskt

Hóast iðranina um misnýtta møguleikan, so talan so avgjørt um eitt sera virðiligt avrik frá okkara monnum. Stríðsviljin var neyvan størri, tá spælt varð í Landskrona á sinni, og ivaleyst hekk hetta eisini saman við dygga tapiunum á heimavølli.

Mest merkisverdi parturin av avrikinum var tó helst á taktiska økinum, har liðið veruliga hevur ment seg nógv seinnu árini. Verður sæð burtur frá 6-0 tapinum fyri Jugoslavia, sum vit tá nevndu »jugoslaviska sjúkan« og dystinum í Sveis fyri einum ári síðani, sum var ein kollektivu »off-day«, so hava okkara leikarar taktiskt staðið seg eins vøl og mótstøðumenninir seinastu tvey ella trý árini. Lopið verður ikki longur framav, hóast vit fáa loyvi at koma longur fram á vøllin. Ístaðin royna leikararnir alla tíðina at halda tær avtalur, sum eru gjørdar undan dystinum, og hetta inniber so eisini, at sannlíki fyri stórtapið minkar. Ein vandi, sum vit altíð eiga at verða greið um, men sum hinvegin tykist minni og minni fyri hvønn dystin.


Nýggja ættarliðið og Allan

Nakað annað, sum eisini eigur at geva orsøk til bjartskygni millum fótbóltshugaðar føroyingar, er tann sannroynd, at vit so spakuliga eru farin at hóma eitt nýtt ættarlið av landsliðsleikarum.

Seinasta árið ella so eru fleiri nýggir leikarar slúsaðir inn í hópin, og tá teir hava fingið møguleikan, hava teir so avgjørt prógvað, at vit so avgjørt skulu rokna við teimum í framtíðini.

Hetta reisur so aftur ein annan spurning, og tað er, um Allan Simonsen hevur ítøkjuligar ætlanir um at halda fram í venjarasessinum, eftir at verandi sáttmálin rennur út í heyst.

Um so var, at hann ikki hevði hug til tess, er óguliga ósannlíkt, at hann var undir at búna nýggjar leikarar til komandi uppgávurnar. Heldur hevði hann tá valt at hildið fast um teir leikarar, sum nú í seks ár hava tænt honum somikið væl. Tað er jú altíð ein ávísur vandi í at taka óroyndar leikarar inn á liðið, og ta risiko hevði venjarin neyvan vilja átikið sær, um hann hevur vónir um at sleppa víðari út í Europa við venjarayrki sínum. Ein møguleiki sum ikki er so fjarður, tí Allan Simonsen er framvegis eitt stórt navn í føroyskum fótbóltshøpi, og ein einstøk sensatión frá okkara monnum kundi væl hugsast at vakt áhgua fyri venjaranum hjá europeiskum stórfeløgum, sum ofta skifta venjarar í bæði tíð og ótíð.

Sjálvur hevur Allan tó konsekvent avvíst at tosa um framtíð sína, og tí verður omanfyri standandi ikki annað enn gitingar, men fyri føroyskan fótbólt er bara at vóna, at Allan heldur fram í sessinum. Atfinngingarnar móti honum hava ofta verið fleiri, og ivaleyst hevur hann eisini sínar manglar, men samanlagt hevur hansara ávirkan á føroyskan fótbólt verið ótrúliga stór. Tað hava úrslitini seinastu seks árini eisini borið týðuliga boð um, og avrikið í Beograd mikukvøldið var enn ein undirstrikan av hesum.


Dysturin í tølum:

Jugoslavia-Føroyar 2-0 (1-0)

1-0: Mihajlovic, 23

2-0: Dukic, 85.


Stadion Crvena Zvezda í Beograd

20.000 áskoðarar


Jugoslavia: Kralj ? Dukic, Mihajlovic, Tomic ? Mirkovic, Dorovic, Mijatovic, Drulovic (Lazetic, 62.), Dmitrovic (Dordjevic, 68.) ? Kezman, Milosevic (Kovacevic, 45.)

Føroyar: Jákup Mikkelsen ? Hans Fróði Hansen, Óli Johannesen, Johan Byrial Hansen ? Jákup á Borg, Julian Johnsson, Jens Kristian Hansen, John Petersen (Súni Olsen, 83.), Fróði Benjaminsen (Rógvi Jacobsen, 88.), Øssur Hansen ? Christian Høgni Jacobsen (Kurt Mørkøre ,63.)