og longur upp í lokalu seriunum, fyri síðani í 1995 at rykkja upp í donsku 3. deild. Í triðju deild eru fimm bólkar við átta liðum í hvørjum bólki. Árini 1995-2003 hevur felagið havt lið í triðju og aðru [...] telvarar merkt. Flóvin telvaði burturav í eitt ár, 1999-2000. Nú er hann í lestrarørindum í Keypmannahavn, og gevur tað honum góðar møguleikar at luttaka í nógvum kappingum í Danmark og harvið mennast sum telvari [...] sterkastu telvarum í Føroyum. Í nógv ár hevur Eyðun verið fastur maður í landsliðsbólkinum. Í 1995 gjørdist Eyðun føroyameistari og hevur hann umboðað Føroyar á trimum Olympiadum, í 1996, 2000 og 2002
nýggjur KÍ venjari. Tað hava verið fleiri Flemming Nielsenar í donskum fótbólti. Eitt nú AB spælarin, sum var á silvurliðnum í olympisku leikunum í Rom í 1960 og sum seinni arbeiddi sum ítróttartíðindamaður á [...] FC Nordjylland í næstbestu donsku deildini. Hann sigur, at KÍ hevur sett seg í samband við hann um venjingina næsta ár. ? Eg umhugsi støðuna í nakrar dagar. Mær dámar sera væl at vera her í FCN, men framtíðar [...] dønunum, ið KÍ leiðslan hevur verið í sambandi við. Gestur Hovgaard, formaður í KÍ, og Markus Tummar Jacobsen, formaður í fótbóltsdeildini, vóru ikki at hitta fyrrapartin í gjár. Bill Jacobsen, sum arbeiðir
tíðarskeið í 80-unum var Heri verkførari hjá Reyni Service. Tá Frits og Heri byrjaðu hjá Reyni Service seldi fyritøkan ensku Morris bilarnar. Í 1978 flutti Reyni Service í nýggj hølir í Hoyvík, og í 1980 fingu [...] ið hava arbeitt har í mong ár. 2. januar 2004 høvdu tveir av veteranunum í fyritøkuni, Frits Joensen og Heri Guttesen, 30 ára starvsdag. Frits Joensen, ið er 57 ára gamal, var í handils- og goymslulæru [...] eykalutagoymsluni í Rættará 2. januar 1974. Nýggju mánaðir seinni fór hann í læru sum bilmekanikari á verkstaðnum. Heri hevur altíð havt sera stóran áhuga fyri bilum, og hann hevur fylgt væl við í mekanisku og
til Havnar og búsettust í Jóannes Paturssonargøtu. Bergur og Bogi fóru í Hoydalar at ganga í studentaskúla í 1972. Bogi leyk samfelagsligt/málsligt studentsprógv í Hoydølum í 1975. Ynskið hjá Bergi var [...] teimum eru Andrew, sum búði í Havnini og andaðist í 1999, Gunnvør, sum býr í Næstved og so Bergur og Bogi. Eftir realskúlan arbeiddu teir m.a. á skrivstovu í Keypmannahavn, og fyrst í sjeyti árunum fluttu foreldrini [...] bar ikki til í Føroyum fyri tredivu árum síðani. Tí flutti Bergur eftir fyrsta árið í Hoydølum til Danmarkar, har hann í 1975 leyk studentsprógv frá Birkerød Statsskole. Longu meðan hann gekk í Hoydølum hevði
bæði á fundi í Klaksvík og á fundi hjá Sambandsflokkinum í Havn leygardagin og í skrivi til leiðsluna í Sambandsflokkinum gjørt vart við sítt krav. Flokkurin hevur nærum trífaldað atkvøðutalið í norðoyggjum [...] ri í Klaksvík og hevur verið kommunalpolitikari í eitt mannaminni. Eitt annað boð hjá Fólkaflokkinum upp á innlendismálaráðharra er Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, sum hevur verið formaður í Føroya [...] Tað einasta, sum í skrivandi løtu er heilt vist, er at Jóannes Eidesgaard verður løgmaður og at Hans Pauli Strøm verður landsstýrismaður í heilsu- og almannamálum. Fólkaflokkurin situr í skrivandi løtu (kl
hon á flakavirki eina tíð, og í 1978 tók hon prógv á HF í Klaksvík. Eitt skifti var hon gongsgenta á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og í 1978 tók hon handelsmedhjælpereksamen. Í 1981 fór hon niður á Københavns [...] sjúkrasystir og varð hon útlærd í 1984, og í 1989 tók hon Sygeplejefaglig Diplomeksamen við sergrein í leiðslu. Í 1996 tók hon prógv sum civilokonom við Handilsháskúlan í Keypmannahavn. Meðan Gretha hevur [...] tað er høvuðsstaðar sjúkrahúsfelagsskapurin í Danmark. Gretha er 45 ára gomul og starvast í løtuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hon er fødd og uppvaksin í Klaksvík, dóttir Almu og Mikkjal Lenus Petersen. Eftir
Karin er ættað úr Klaksvík. Hon tók studentsprógv í 1963 og bleiv útbúgvin sosialráðgevari í 1968 og alkoholráðgevari í 1994. Hon sat á løgtingi umboðandi Tjóðveldisflokkin í Suðurstreymoy í nógv ár, fyrst [...] til felagið Javna í 1971. Frá 1972-76 arbeiddi hon á amtssjúkrahúsinum í Glostrup. Síðan 1976 hevur hon verið leiðari á Kriminalforsorgini í Føroyum, og hon stovnaði felagið Barnabata í 1980. Karin var [...] javnstøðunevnd, ið var lagt fyri tingið í 1979 av Ingrid Sondum. Síðan 1996 hevur hon verið formaður í stýrinum fyri ALS og limur í stýrinum fyri Norðurlandahúsið í Føroyum. Hon var blaðstjóri á 14. September
hann endiliga tikið seg saman. Hann situr í stovuni her á Hellunum. Her er heitt, í ovninum brennir eingilskt kol og vindurin knakar í gomlu bitunum. Vit eru aftur í 1957, sama ár eg sjálvur var føddur. Eg [...] pi og vit vóru komnir inn í munnan í Haraldsundi. ? Eg minnist, at skiparin Símun kemur úr maskinrúminum og sigur. Eg fái ikki motorin í gongd, her er ongin luft eftir ella í hvussu er ov lítil luft eftir [...] hendurnar, og bað faðir vár. Eg bað til Gud um at fáa motorin í gongd aftur. Dia bróður var nú aftur í lúkuni og rópti á meg, segði at vit vóru í briminum vit vóru riknir eystur móti norðendanum á Viðoynni
Danmarks Lærerhøjskole 1968-69 í donskum máli og bókmentum. Hann var formaður í Lærarafelagnum í 12 ár frá 1968, blaðstjóri á Skúlablaðnum 1947-81, limur í Landsskúlaráðnum 1992-94 og í Mentanargrunninum 1986-94 [...] úr Saksun. Tey eiga tvey børn. Sigrun, sum er fødd í 1956, býr í Havnini, og Jákup, sum er føddur í 1959, býr í Klaksvík. Sigrun eigur tríggjar dreingir: Rúnar, Høgna og Hugin. Jákup eigur dóttirna Beintu [...] men úti um landið man hann vera mest kendur sum politikkari. Hann tók læraraprógv í Haslev í 1958 og var so í Fuglafirði, í Hvalvík, Tórshavnar Kommunuskúla og á Venjingarskúlanum. Eisini hevði hann tímar
Mission í Wisconsin í USA. Hann fór á skúlan við tí í hyggju at byrja aftur sum sunnudagsskúlalærari, tá hann kom heim aftur til Føroyar. Skúlin byrjaði í august 1974. Tá Ragnar skuldi í summarfrí í 1975 [...] lidnan við skúlan í USA og kom heim aftur til Føroya á jólum í 1975. Í januar 1976 fór hann á ein venjingarskúla fyri trúboðarar í Ontario í Kanada. Har møtti hann Liz, sum er úr Nova Scotia í Kanada, hon var [...] hjá felagsskapinum í miðbýnum í høvuðsstaðnum Manila, har tey hava havt ábyrgdina av at umsita tað, sum myndugleikarnir krevja, fyri at trúboðararnir kunnu virka í landinum. Í februar í ár fluttu tey til