Danskur toppvenjari upp á tal í Klaksvík

Tað verður skjótt greitt, um tað verður Flemming Nielsen, sum nú er venjari í FC Nordjylland, sum skal hava ábyrgdina, tá ið KÍ fer at halda hundrað ára føðingardag

KÍ VENJARI

Tað er ikki avgjørt. Men nú tykist tað at ganga tann vegin, at greiða fer at fáaast á, hvør skal hava ábyrgdina av KÍ liðnum næsta kappingarár. Tað verður eftir øllum at døma ein dani. Valið stendur millum tveir, og higartil er bara navnið á øðrum teirra komið fram.
Um heimasíðani hjá Norðlýsinum og prátið annars í Klaksvík er nóg gott grundarlag at meta út frá, so hava fótbóltshugaðu klaksvíkingarnir hesar seinastu vikurnar rættuliga ótolnast. Teir hava bíðað eftir at frætta, hvussu tað verður við KÍ næsta ár. Felagið fyllir hundrað 24. august, og í Klaksvík verður vónað, at fótbóltsflaggskipið hjá teimum næsta ár rættuliga fer at vera við í kappingini. Um tað skal eydnast, so hevur tað nógv at siga, hvør verður venjari, og hvørjir spælarar fara at vera tøkir.
Leiðlsan í felagnum hevur ikki viljað meldað út, fyrrenn teir høvdu fingið greiðu á venjaraspurninginum. Ætlanirnar hava verið, at sáttmálin við venjaran skuldi undirskrivast, tá ið felagið síðsta vikuskiftið í hesum mánaðinum fer at hava sølustevnu.
Í Klaksvík hevur tað víst seg at vera soleiðis, at tað hevur verið meiri enn ilt at halda nakað loyniligt um fótbólt. Hesa ferð hava teir verið heilt tættir. Kanska eisini tí teir ikki hava havt so nógv at siga frá. Men nú eru hava søgurnar fingið bein at ganga á.
Næstsíðsta vikuskifti vóru Gestur Hovgaard, formaður í KÍ, og Markus Tummas Jacobsen, formaður í fótbóltsnevdini, á flatlondum og tosaðu við møguligar venjarar. Einki frættist um hvørjar talan var um fyrrenn fríggjadagin. Tá visti danska heimasíðan bold.dk at siga, at Flemming Nielsen er upp á tal sum nýggjur KÍ venjari.
Tað hava verið fleiri Flemming Nielsenar í donskum fótbólti. Eitt nú AB spælarin, sum var á silvurliðnum í olympisku leikunum í Rom í 1960 og sum seinni arbeiddi sum ítróttartíðindamaður á Politiken og seinni BT.
Keldan til hesa søguna er tann Flemming Nielsen, sum nú er venjari hjá FC Nordjylland í næstbestu donsku deildini. Hann sigur, at KÍ hevur sett seg í samband við hann um venjingina næsta ár.
? Eg umhugsi støðuna í nakrar dagar. Mær dámar sera væl at vera her í FCN, men framtíðar útlitini síggja einki serlig út. Í Klaksvík ætla teir at spenna bogan høgt, nú felagið verður hundrað. Bæði viðvíkjandi venjara og spælarum, so tað ljóðar spennandi, sigur Flemming Nielsen, sum altso er annar av teimum dønunum, ið KÍ leiðslan hevur verið í sambandi við.
Gestur Hovgaard, formaður í KÍ, og Markus Tummar Jacobsen, formaður í fótbóltsdeildini, vóru ikki at hitta fyrrapartin í gjár. Bill Jacobsen, sum arbeiðir við umsiting og venjing í KÍ, váttar, at Flemming Nielsen, sum í fjør hevði ábyrgdina av FC Nordjylland, tá ið teir fluttu upp, og sum í ár hevur megnað at fingið liðið fram á sætta plássið í næstbestu deildini, er ein venjari, sum teir hava tosað við. Hann sigur, at tað skjótt verður avgjørt, hvør verður venjari, og at ætlanin er framvegis, at sáttmáli skal undirskrivast í sambandi við sølustevnuna hjá KÍ.
? Um spælararnar fái eg ikki sagt nakað ítøkiligt enn. Vit rokna við, at teir flestu, sum spældu við í ár, eisini fara at vera á liðnum næsta ár, og vit arbeiða við at styrkja um liðið, sigur Bill Jacobsen, sum annars vísir til leiðsluna í felagnum.

Breiða útbúgving
Hesin Flemming Nielsen, sum nú hevur sagt donsku pressuni, at KÍ hevur fregnast hjá honum um venjarasamstarv, spældi fótbólt á besta liðnum hjá OB. Hann er føddur 16. juli í 1954. Hann spældi fimm landsdystir. Fýra meðan hann umboðaði OB og ein eftir, at hann var seldur til Fortuna Köln í Týsklandi. Flemming Nielsen var vongverji í høgru, og hann var fyrstu ferð á landsliðnum 16. august í 1978. At hann bara spældi seks ferðir á landsliðnum komst av, at hann rættuliga tíðliga var noyddur at gevast at spæla orsaka av álvarssamum skaða í knænum.
Flemming Nielsen hevur útbúgving sum fysioterapetur, umframt at hann hevur lokið allar venjaraútbúgvingar, sum kunnu fáast í Danmark. Áður hevur hann verið venjari í Svendborg, har ein av spælarunum var Jan Allan Müller sum í eitt heilt stutt tíðarskeið fyri fýra árum síðani spældi við KÍ. Áður hevur Flemming Nielsen eisini roynt seg sum venjari í Fjareystri.
Enn hevur einki verið at hoyrt um, hvør hin møguligi KÍ venjarin er. Leiðslan í felagnum vil einki siga, fyrrenn avtala er komin upp á pláss. Men teir fingu sjálvandi ikki vart seg fyri, at danska pressan undan vikuskiftinum visti frá øðrum venjaranum, at hann hevði fingið fyrispurning úr Klaksvík.