Karin Kjølbro 60 ár

Í dag, leygardagin 27. mars, fyllir Karin Kjølbro, sosialráðgevari, á Argjum 60 ár.

Karin er ættað úr Klaksvík. Hon tók studentsprógv í 1963 og bleiv útbúgvin sosialráðgevari í 1968 og alkoholráðgevari í 1994.

Hon sat á løgtingi umboðandi Tjóðveldisflokkin í Suðurstreymoy í nógv ár, fyrst sum varalimur frá 1970-74 og síðan sum valdur løgtingslimur frá 1978 til 1990, tá hon ikki stillaði upp aftur.

Hon var leiðari av Andveikraverndini frá 1969-71 og byrjaði heimflytingina av føroyingunum á Rødbygård til Føroya. Eisini var hon stigtakari til felagið Javna í 1971.

Frá 1972-76 arbeiddi hon á amtssjúkrahúsinum í Glostrup.

Síðan 1976 hevur hon verið leiðari á Kriminalforsorgini í Føroyum, og hon stovnaði felagið Barnabata í 1980.

Karin var stigtakari til Kvinnutingið, ið var frá 1979-83, og hon
gjørdi fyrsta uppskotið um eina javnstøðunevnd, ið var lagt fyri tingið í 1979 av Ingrid Sondum.

Síðan 1996 hevur hon verið formaður í stýrinum fyri ALS og limur í stýrinum fyri Norðurlandahúsið í Føroyum.

Hon var blaðstjóri á 14. September frá 1983-84 og forkvinna fyri Kvinnufelagssamskipan Føroya frá 1990-93.

Hon hevur undirvíst nógv á skeiðum í kvinnupolitiskum høpi og verið stigtakari til at undirvísa í Alkoholpolitikki á arbeiðsplássum í Føroyum. Hetta var á Føroya Handilsskúla og nevndist: Starvsfelagin, vit tosa um men ikki við..

Síðani 2001 hevur hon verið limur í Kærunevndini í Almannamálum. Eisini er hon í herðaklappanevndini hjá Leikpalli Føroya.

Karin er dóttir Turid f. Thomsen, úr Skúvoy, og Poul Nolsøe Kjølbro, úr Klaksvík. Hon er gift við Ørvi Thomassen, sum eisini er ættaður úr Klaksvík

Karin eigur trý børn: Brynhild, sum býr á Velbastað og Bergtóru og Hanus, sum búgva í Keypmannahavn. Hon eigur eisini fýra ommubørn: tvíburarnar Karin og Beintu í Keypmannahavn og Niklas og Høgna á Velbastað.