Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
?????????????????????????????????
"Tað var hann sum rópti, tað var Jesus, eg veit tað, tí eg havi hoyrt røddina aftur seinni í lívinum, og tá var so púrasta ongin ivi. Ein maður rópti á meg úr maskinrúminum á Glottanum, meðan vit lógu í briminum norðantil á Viðoynni við motorstoppi. Har var ongin maður, men luft var komin aftur í tangarnar, nóg mikið til at seta motorin í gongd aftur, her hendið eitt undur, sum hevur fylgt mær við einum smíli seinastu 46 árini, sigur 65 ára gamli Símun Hans Jacobsen av Hellunum, ættaður av Syrðadali á Kallsoynni.
Summi trúgva alt lívið á forsjónina uttan at hoyra tað minsta, síggja tað minsta ella droyma tað minsta og tey skulu vera sælari sambært halgu bók. Onnur fáa boð og klokkurein tekin frá máttum uttan fyri lívið, týdningarmikið boð, boð sum kunnu merkja lív ella deyða. Fleiri av teimum, sum lesa hesa greinina, trúgva als ikki upp á slíkt yvirnáttúrligt sum boð frá ósjónligum fólkum. Tá fólk ikki trúðu, spurdi ein kendur skipari, Hans Pauli í Hvannasundi, sáli, mangan: "Íðan var tú hjástaddur, tá tað hendi! Eeeg var"
Símun Hans sær hendingina fyri sær. Teir eru á veg heim aftur av útróðri. Motorurin er steðgaður, teir reka inn móti Viðoynni, tað er óslætt. Nú er bara brimið millum teir og høga bergið. Teir koma neyvan livandi frá hendingini, hendir ikki okkurt ógvusligt, og tað var júst tað sum hendi.
Símun Hans er kallsoyingum, sonur Ingeborg og Petur Juul Jacobsen. Hann býr á Hellunum og hann sær Kallsoynna hvønn dag, tó bara vestaru síðuna, sólsíðuna, og hendingin hann greiðir frá í dag hendi langt áðrenn hann visti nakað av týdningi um Hellurnar, bygdin sum seinni skuldi gerast karmurin um lívið og heimið og alt sum lívið fevnir. Símun Hans hevur verið sveisari seinastu mongu árini. Hann veit alt um slaggu, elektrodir, vánaligt stál og gott stál. Hann kennir til rust og ótespiligt arbeiði í ruskveðri umborð á útslitnum fiskiskipum, sum mødd av veiðu eru komin á skipasmiðju til heilsubótar. Hann hevur arbeitt á Skála Skipasmiðju síðan 1978 og undan tí hevur hann stríðst sum útróðrarmaður og við skipum, ein stóran part av tíðini sum motorpassari. Hendingin í 1957 hevur fylgt nógv í lívinum hjá Símun Hans og seinastu árini hevur hann havt sovornan hug at siga hesa søgu víðari til onnur, onnur tey nærmastu. Eg eri útvaldur at vera boðberi, hugsar hann. Hann hevur gjørt seg til fleiri ferðir hetta seinasta árið og eg havi merkt, at hann hevur okkurt stórt upp á hjarta. Nú hevur hann endiliga tikið seg saman. Hann situr í stovuni her á Hellunum. Her er heitt, í ovninum brennir eingilskt kol og vindurin knakar í gomlu bitunum. Vit eru aftur í 1957, sama ár eg sjálvur var føddur. Eg dugi ikki sjálvur at ímynda mær hvussu drúgv 46 ár eru, minnist bara frá tí eg var fýra. Símun Hans var 18 ára gamal, og ein leitandi sál tá undrið hendi..
Eingilskmenn lógu inni
? Hendingin fór fram millum 10-12 desember. Vit vóru farnir inn til Klaksvíkar sum vanligt sunnukvøld. Símun Joensen í Miðstovuni á Syðradali førdi Glottan og vit vóru fleiri manns úr bygdini við. Vit plagdu búgva umborð og fór ikki til hús fyrr enn leygarkvøld og síðan inn aftur til Klaksvíkar sunnukvøld. Hesa vikuna høvdu vit verið úti mánadag og týsdag, men mikudagin var so ringt veður, at vit fóru ongan veg. Út á mikudagin fingu vit boð um at egna. Símin segði, at í kvøld fóru vit út. Nógvir eingilskmenn lógu inni, so friðaligt fór at vera á Norðhavinum. Vit engdu 42 stampar og fóru avstað norður gjøgnum Haraldsund. Símun ætlaði at seta í einum lodskoti norður úr Viðoynni, sigur Símun Hans.
? Vit koma á ætlaða staðið og settu. Eg minnist, at eg hevði boyðuvakt hesa náttina og hinir tørnaðu inn. Vit mundu fáa 150 pund upp á stampin og tá vit vóru lidnir at draga tørnaði eg inn, sigur hann.
Vaknaði í kvirru
? Nú vakni eg og skilji ikki rættuliga hví tað er so kvirt umborð. Her er ongin motorur at hoyra og eg fekk tað ikki rættuliga at passa, at vit vóru komnir til Klaksvíkar longu. Her var okkurt áfatt. Eg fór upp og so var. Vit lógu við maskinstoppi og vit vóru komnir inn í munnan í Haraldsundi.
? Eg minnist, at skiparin Símun kemur úr maskinrúminum og sigur. Eg fái ikki motorin í gongd, her er ongin luft eftir ella í hvussu er ov lítil luft eftir. Ternan og Viðoyggin vóru hjálparskip um hetta mundi, vit kallaðu á bæði skipini, men tey kundu ikki koma, tí at tey hjálptu øðrum bátum, sigur Símun Hans.
? Hóast eg var ungur, so kendi eg eitt sindur til motorar, hevði verið niðri og hugt, tá maskinmeistarin arbeiddi. Eg fór niður, tørnaði motorinum og setti luft til. Har hoyrdist bara eitt lítið fís, og síðan var alt deytt aftur. Onnur fløskan var heilt tóm. Í hinari vóru 5 kilo, tað sást á vísaranum. Tað skuldu 15 kilo til at fáa hann í gongd, tá hann var heitur og 22 kilo, tá hann var kaldur.
Teir eru farnir at rigga til at flota redningsbátin á dekkinum Hetta var ein træbátur við galvi aftan, men tað gekk ikki so lætt, tí hann var fyri tað fyrsta tungur og síða fullur av øllum órúmi, grýtum og øðrum.
? Dia bróður rópar niður til mín og biður meg um at koma og hjálpa til. Og nú hendir eitt undur, tá eg líti aftur á. Tað var líka sum tað bleiv heilt stilt og eg kendi at samband var millum meg og himmalin. Eg fari upp gjøgnum leytarin sum gekk upp í stýrhúsið og skal út at hjálpa teimum. Framvegis er sama tøgnin, tað er líka sum alt ljóð av dekkinum er burtur. Meðan eg standi í leytaranum hoyrist ein rødd rópa úr maskinrúminum: "Símun Hans" ja, hon rópti mítt navn. Og har var ongin í maskinrúminum. Tað reistist hvørt hár á høvdinum á mær. sigur Símun Hans.
? Eg fari niður aftur í maskinrúmið. Eg var rættuliga illa heitin. Eg minnist eg vendi mær móti luftfløskunum, foldaði hendurnar, og bað faðir vár. Eg bað til Gud um at fáa motorin í gongd aftur. Dia bróður var nú aftur í lúkuni og rópti á meg, segði at vit vóru í briminum vit vóru riknir eystur móti norðendanum á Viðoynni, norðanfyri Fiskimúla, sigur hann.
? Eg fór ikki upp, eg hevði biðið til Gud og tí fór eg til motorin, tørnaði hann, snaraði regulatorin hálvan triðja umdrejning upp. So fari eg til luftfløskuna, hoyri at har er luft í, tá eg skrúvi ventin á fløskuni frá, hoyri hvussu luftin setir frá fløskuni og inn móti motorinum. Eg opni kúlvin, tað er ein ventilur á motorinum og luftin sleppur inn. Háli í startventilin og motorurin fer í gongd. Har vóru 22 kilo í tá eg startaði og stutt framman undan vóru bara fimm. Eg skuldi til at pumpa luft, men teir bóðu meg bíða, til vit vóru komnir leysir av landi.
? Tá vit vóru komnir á Klaksvík sigur Dánjal í Hoygarðinum á Syðradali við meg. Hann var við. Hatta var eitt ordiligt bragd tú gjørdi. Eg segði honum, at tað var ikki mær at takka fyri, men eini hægri makt.
Byrjanin til umvendilsi
Símun Hans er vísur í at hendan hendingin var byrjanin til hansara umvendilsi. Sum ungur hevði hann livað sum hinir ungu í bygdini, hann smakkaði sær eisini á í vertsskapi, uttan at hetta var ein stórur trupulleiki. Men hann var ikki nøgdur og kendi ikki frið.
Hann hevði møtt hellugentuni Sonju, sum var arbeiðsgenta heima hjá foreldrunum hjá honum og tey vóru nýgift um hetta mundi, tá seinasti ivin í trúarsakum varð fingin upp á pláss. Hetta var í januar 1960. Hann sigldi sum motorpassari við útróðrarbátinum Mækjuvík hjá Kjølbro. Hann var farin á Hellurnar at vitja konuna. Tey høvdu ikki bygt um hetta mundi. Hann hevði fingið eyga á eina byggigrund á Hellunum og var farin at hyggja eftir henni hetta kvøldið.
? Meðan eg standi og hyggi eftir grundini hoyri eg eina rødd, sum segði orðarætt soleiðis við meg: "Eg doyði fyri teg á Golgata og kvittaði tínar syndir." Hetta var sama rødd sum eg hoyrdi í maskinrúminum trý ár framman undan. Nú kendi eg vissuna og hon hevur fylgt mær síðan. Eg havi onkuntíð síðan hoyrt og fingið varskó, men ongantíð so týðuliga sum hesar báðar ferðir. Eg sá einki, bara hoyrdi. Eg gjørdist ótrúliga glaður, tá eg hoyrdi Jesus fyri aðru ferð á Hellunum, tá reistist einki hár, eg visti hvør hann var og takkaði honum, sigur Símun Hans Jacobsen.