Danska liðkappingin av bakkastokki

15. og 16. november verða fyrstu tvey umførini í donsku 1. deild telvað. Í hesu aðru upptaktsgrein verður sagt frá vónum føroyinga í donsku elituni undan vikuskiftið.
Eisini verður í hesi og komandi greinum ein lýsing av hvørjum einstaka á føroyska liðnum

Upptakt

Talvfelagið Føroyar í Keypmannahavn, sum er talvfelag føroyskra útiseta, bleiv stovnað 14. september 1984. Felagið hevur líka síðan stovnanina luttikið í donsku liðkappingini. Fyrstu tíggju árini vann felagið seg longur og longur upp í lokalu seriunum, fyri síðani í 1995 at rykkja upp í donsku 3. deild. Í triðju deild eru fimm bólkar við átta liðum í hvørjum bólki. Árini 1995-2003 hevur felagið havt lið í triðju og aðru deild, sum hevur tveir bólkar við átta liðum.
Seinasta kappingarár eydnaðist endiliga at røkka ovastu rók innan danska liðtelving, tá ið felagið rykti upp í donsku 1. deild, har bert átta feløg eru umboðað.

Fyrsta umfar
Leygardagin 15. november skal TF-Føroyar (Talvfelagið Føroyar) telva móti Nørresundby. Nørresundby vann eins og TF-Føroyar sín bólk í 2.deild í fjør, 2. deild øst, og vann sær tískil sæti í fremstu deildini. Nørresundby er eitt siðvant og ársgamalt felag - stovnað í 1934 - sum fleiri ferðir hevur leikað á ovastu rók. Royndirnar hava tó ikki verið av teimum bestu, tí seinastu árini hava teir úr Nørresundby bert klárað at hildið sær í bestu deildini eittans ár, áðrenn leiðin er farin í 2.deild aftur. Teir kunnu í veruleikanum rópast eitt elevator-lið.
Líkindi eru fyri, at teir møguliga mugu somu leið aftur hesu ferð, tí Nørresundby er nevniliga styrkismett sum veikasta liðið í deildini í ár. Nørresundby verður væntandi mannað, sum sæst á talvuni niðanfyri.
Teir eru her settir upp móti føroysku manningini og sum tað sæst á talvuni, eru góð útlit hjá TF-Føroyum at vinna henda dyst. Væntaða úrtøkan er 4,6 stig móti 3,4. Hesi tøl hevur hagfrøðingurin og liðskiparin á liðnum Regin Reinert roknað seg fram til eftir eini hagfrøðisligari skipan, sum Arpad Elo útleiddi miðskeiðis í 20. øld. Hesa skipan rópa telvarar elo-skipanina.

FøroyarELONørresundbyELOVæntað úrslit
1Einar Gausel2525Per Næsby Andreasen22840,80-0,20
2Nikolaj Borge2408Eric Bentzen23720,55-0,45
3John Arni Nilssen2426Tommy Nielsen22230,76-0,24
4Flóvin Tór Næs2337Svend Pedersen22750,58-0,42
5Heini Olsen2264Bent Sørensen22870,47-0,53
6Eyðun Nolsøe2227Jørgen Jørgensen22660,45-0,55
7Carl Eli Nolsøe Samuelsen2194John Bauneborg Nielsen22010,49-0,51
8Heini Danielsen2165Niels Henrik Willumsen21640,50-0,50
Miðal 2318 22594,60-3,40
Væntað_ manning í fyrsta umfari

2. umfar móti SK68
Leygardagin 16. november stendur SK68 úr Århus fyri skotum. SK68 hevur 35 ár á baki, og telvaði í 1.deild fyrstu fer í 1980. Síðani hevur gongdin verið eitt sindur up og niður millum 1. og 2. deild. Seinastu trý árini hava teir tó verið fastir fúsir í ovastu deildini og besta úrslitið hjá teimum varð eitt triðja pláss í 2001. Seinasta kappingarár gjørdust teir nr. 5.
SK68 er sambært elo-skipanini styrkismett sum næstveikasta liðið í deildini. Útlit eru tí fyri, at teir kunnu fáa eitt hart kappingarár, men manningin hevur nógvar royndir á ovastu rók, so lættir verða teir helst ikki at syfta.
SK68 verður væntandi mannað sum tað sæst á talvuni niðanfyri. Teir hava nevnliga havt somu støðugu manning seinastu mongu árini. Góð útlit er hjá TF-Føroyum at vinna henda dyst. Væntaða úrtøkan er 4,49 stig móti 3,51, sum tað sæst á talvuni.
Eitt er framanundan væntað úrslit, eitt annað er at fáa stigini til høldar. Vónandi klárar føroyska liðið seg eins væl ella betur sum metingin og tølini hesir fyrstu tveir dystir vísa á. Ein skal eisini hava í huga, at oftani er tað ein torfør uppgáva at klára seg væl fyrsta árið sum uppflytari. Telvararnir skula venja seg við sterkari mótstøðu, nýtt umhvørvið, og tað kann taka sindur av tíð, men vónandi ikki ov langa tíð hjá føroyska felagnum.

SK68ELOFøroyarELOVæntað úrslit
1Allan Holst2347Einar Gausel25250,27-0,73
2Arne Matthiesen2312Nikolaj Borge24080,37-0,63
3Magnus Lindfeldt2252John Arni Nilssen24260,27-0,73
4Lars Hansen2242Flóvin Tór Næs23370,37-0,63
5Erik Søbjerg2259Heini Olsen22640,49-0,51
6Pelle Rødkjær Bank2249Eyðun Nolsøe22270,53-0,47
7Martin Matthiesen2272Carl Eli Nolsøe Samuelsen21940,61-0,39
8Thomas K. Christensen2235Heini Danielsen21650,60-0,40
Miðal227123183,51-4,49
Væntað_ manning í øðrum umfari

Eftir dystirnar
Um alt gongur sum tølini vísa, vil TF-Føroyar væntandi vera á triðja plássi eftir fyrstu tvey umførini í kappingini. Væntaðu tølini siga, at Helsinge tá hevur lagt seg á odda framman fyri Skolerne úr Aarhus og TF-Føroyar.
Tí eru góð líkindi fyri, at dysturin hjá TF-Føroyum tann 7. desembur í triðja umfari móti donsku meistarunum seinastu trý árini úr Helsinge, verður oddadystur í 1. deild!

Vangamynd av manningini hjá TF-Føroyum
Í hvørjari av upptaktsgreinunum er ætlanin at lýsa onkrar av monnunum á liðnum hjá TF-Føroyum. Hesa ferð verða tveir fyrrverandi føroyameistarar lýstir. Teir eru Flóvin Tór Næs og Eyðun Nolsøe.

Flóvin Tór Næs:
Flóvin er føddur 6.juni 1978 og vaks upp fyrstu árini í Íslandi. Í 1985 vísti hann seg fyrstu ferð í hølum Havnar Telvingarfelags bert sjey ára gamal. Skjótt sást, at her var ein drongur við serligum dygdum á teimum 64 puntunum.
Nógv FM-heitið hevur Flóvin vunnið sum smádrongur og unglingi. Hann hevur verið fastur maður í landsliðbólkinum síðani 1994, og í ár 2000 gjørdist hann føroyameistari, tá hann vann í umdysti á John Rødgaard og Torbjørn Thomsen.
Við hesum endaði framgongdin tó ikki. Í juli 2002 vann Flóvin sær, sum fyrsti føroyingur, sín fyrsta IM-norm. Hetta er ein partur av tí, sum krevst fyri at fáa heitið altjóða meistari.
Flóvin hevur umboðað Føroyar á tveimum Talvolympiadum, í 1998 og 2000.
Flóvin er eyðmerktur sum ein ástøðisliga sterkur og positionellur telvari. Hann er væl fyrireikaður. Flóvin er somuleiðis kendur sum ein treiskur telvari, ið altíð berjist fyri at fáa sum mest burturúr øllum talvum. Ein sannur stríðsmaður, serliga tá illa stendur til. Hetta hava nógvir sterkir telvarar merkt.
Flóvin telvaði burturav í eitt ár, 1999-2000. Nú er hann í lestrarørindum í Keypmannahavn, og gevur tað honum góðar møguleikar at luttaka í nógvum kappingum í Danmark og harvið mennast sum telvari.

Eyðun Nolsøe:
Eyðun er føddur 11. august 1966 og uppvaksin í Klaksvík. Eyðun er í Føroyum eisini kendur sum tónleikari í Frændum, har eisini tveir aðrir sterkir telvarar mynda bólkin. Eyðun hevur altíð telvað, men var fyrstu árini ikki roknaður millum stóru talentini. Hann hevur tó stillisliga og áhaldandi arbeitt seg miðvíst fram sum ein av sterkastu telvarum í Føroyum.
Í nógv ár hevur Eyðun verið fastur maður í landsliðsbólkinum. Í 1995 gjørdist Eyðun føroyameistari og hevur hann umboðað Føroyar á trimum Olympiadum, í 1996, 2000 og 2002.
Eyðun er eyðkendur sum ein taktiskur og kombinatoriskur telvari. Eyðun er væl fyrireikaður uppá byrjanartalvið, er ástøðisliga væl fyri, og er ein energiskur telvari. Við svørtum gongur ikki altíð eins væl, men við hvíta fólkinum hevur Eyðun nógv góð úrslit, harav sigrar á stórmeistarum.
Eyðun er búsitandi í Keypmannahavn , og hevur hann havt góðar møguleikar at styrkja telvingina í danska talvlívunum, eins og hann hevur verið føroyska talvfelagnum í Keypmannahavn ein hollur stuðul seinastu mongu árini.