Hann var føddur í Fuglafirði, men hevur meginpartin av lívinum búð í Havn. Foreldrini vóru Rakul Malena Midjord og Steingrím Samuelsen, sum bæði vóru úr Fuglafirði.
Eilif er úr stórum systkinaflokki. Tey vóru ellivu - níggju dreingir og tvær gentur: Benny, Flemming, Eilif, Herbert, sum doyði 28. februar í 1996, Gunnar, Vilborg, Randi, sum doyði 11. november í 1995, Torleif, Aage, Hugo og Stanley.
Borgarliga arbeiðið hjá Eilifi hevur verið lærari, men úti um landið man hann vera mest kendur sum politikkari. Hann tók læraraprógv í Haslev í 1958 og var so í Fuglafirði, í Hvalvík, Tórshavnar Kommunuskúla og á Venjingarskúlanum. Eisini hevði hann tímar á Læraraskúlanum.
Eilif var á árskeiði á Danmarks Lærerhøjskole 1968-69 í donskum máli og bókmentum. Hann var formaður í Lærarafelagnum í 12 ár frá 1968, blaðstjóri á Skúlablaðnum 1947-81, limur í Landsskúlaráðnum 1992-94 og í Mentanargrunninum 1986-94. Hann hevur havt stóran áhuga fyri sangi og tónleiki og var dirigentur fyri Kristiliga Sangkórinum. Eisini var hann formaður í Tórshavnar Musikkskúla 1988-94.
Eilif er av góðari sambandsætt. Abbi hansara var Andras Samuelsen, formaður Sambandsfloksins og fyrsti løgmaður undir Heimastýrinum. Eilif var tingmaður fyri Sambandsflokkin í Suðurstreymoy 1978-90. Hann hevur eisini verið landsstýrismaður tvær ferðir: 1981-85 og 1994-98. Bæði skeiðini umsat hann skúlamál, og í seinna førinum var hann mest í andglettinum sum landsstýrismaður í kommunumálum. Hann var sera treiskur, tá ið hann vildi hava kommunurnar at gjalda skuld niður, áðrenn tær fóru at brúka pengar til nakað annað.
Eilif er giftur við Katrini Hansen úr Saksun. Tey eiga tvey børn. Sigrun, sum er fødd í 1956, býr í Havnini, og Jákup, sum er føddur í 1959, býr í Klaksvík. Sigrun eigur tríggjar dreingir: Rúnar, Høgna og Hugin. Jákup eigur dóttirna Beintu.