Bergur og Bogi 50 ár

Mikudagin 28. januar fóru tvíburðarnir Bergur og Bogi Godtfred um tey hálvt hundrað.

Teir eru báðir kendir frá fjølmiðla? og samskiftisheiminum. Teir eru ættaðir úr Vági. Foreldrini eru Mia og Andrew Godtfred. Børnini hjá teimum eru Andrew, sum búði í Havnini og andaðist í 1999, Gunnvør, sum býr í Næstved og so Bergur og Bogi. Eftir realskúlan arbeiddu teir m.a. á skrivstovu í Keypmannahavn, og fyrst í sjeyti árunum fluttu foreldrini og tvíburðarnir til Havnar og búsettust í Jóannes Paturssonargøtu.
Bergur og Bogi fóru í Hoydalar at ganga í studentaskúla í 1972. Bogi leyk samfelagsligt/málsligt studentsprógv í Hoydølum í 1975. Ynskið hjá Bergi var at ganga á málsligu/musisku greinina. Sovorðið bar ikki til í Føroyum fyri tredivu árum síðani. Tí flutti Bergur eftir fyrsta árið í Hoydølum til Danmarkar, har hann í 1975 leyk studentsprógv frá Birkerød Statsskole.
Longu meðan hann gekk í Hoydølum hevði Bogi hug at fáaast við journalistik. Tað kom til sjóndar við, at hann hjálpti til á Tíðindablaðnum, sum Árni Absalonsen og Finnbogi Ísakson góvu út. Við studentspróvnum í hondini fór Bogi beina leið til Århus, har hann í 1980 leyk prógv frá Journalistháskúlanum. Meðan hann lærdi og eitt sindur aftaná arbeiddi hann sum freelance journalistur hjá DR TV, har hann eitt nú saman við Preben Heide, sum var kendur í Føroyum, var á Landet Rundt redaktiónini, sum tað tá kallaðist.
Fyrst í áttati árunum fór Bogi at arbeiða í Útvarpi Føroya, har hann var við til at leggja lunnar undir nýggjar aktuellar sendingar. Seinni flutti Bogi í Sjónvarp Føroya, har hann framvegis er millum teir hollastu tíðindamenninar.
Bogi er giftur við Ásu Isaksen, sum er ættað úr Klaksvík. Hon er yngsta barnið hjá Ester og Jens Sofusi Isaksen.
Bergur tók læraraprógv frá Tønder Semenarium í 1979. 1978?/1979 var hann lærari á Tinglev Kommunale Ungdoms-? og Musikskole, frá 1979 í Frederiksværk Folke?- og Ungdomsskole og eitt skifti eisini í musikkskúlanum?. Hann las sálarfrøði á DLH frá 1985-?1990. Skúlaárið 1993?/94 var Bergur lærari á Viðareiði, og síðani í 1994 hevur hann arbeitt á Adventistaskúlanum, á Handilsskúlanum og Tekniska Skúla í Havn. Bergur hevur skipað fyri hópum av skeiðum í eitt nú leiðslu og samskifti.
Bergur er giftur við Turið Dam. Hon er yngsta barnið hjá Kitty og Hans Hilmari Dam í Havn.