Reyni Service er ein gomul fyritøka, ið hevur røtur heilt aftur til 1947, tá Sigird av Reyni (1916-1994) stovnaði fyritøkuna. Tað vísir seg at starvsfólkini støðast væl, og tey eru fleiri, ið hava arbeitt har í mong ár.
2. januar 2004 høvdu tveir av veteranunum í fyritøkuni, Frits Joensen og Heri Guttesen, 30 ára starvsdag.
Frits Joensen, ið er 57 ára gamal, var í handils- og goymslulæru hjá Thomas Dam, og arbeiddi har til hann fekk starv á eykalutagoymsluni hjá Reyni Service í Rættará.
Frits er leiðari á eykalutagoymsluni, og hann hevur verið við til at bygt eina nútímans og væl virkandi eykalutagoymslu upp. Hann hevur eisini arbeitt nógv við marknaðarføring av fyritøkuni.
Heri Guttesen, ið er 47 ára gamal, byrjaði sum 17 ára gamal á eykalutagoymsluni í Rættará 2. januar 1974. Nýggju mánaðir seinni fór hann í læru sum bilmekanikari á verkstaðnum. Heri hevur altíð havt sera stóran áhuga fyri bilum, og hann hevur fylgt væl við í mekanisku og tøkniligu menningini av bilunum hesi seinastu 30 árini. Eisini hevur hann fingið góðar umstøður at dagføra sína vitan. Eitt tíðarskeið í 80-unum var Heri verkførari hjá Reyni Service.
Tá Frits og Heri byrjaðu hjá Reyni Service seldi fyritøkan ensku Morris bilarnar. Í 1978 flutti Reyni Service í nýggj hølir í Hoyvík, og í 1980 fingu teir umboð uppá Toyota.
Teir siga báðir at 30 ár er long tíð á sama arbeiðsplássi, men av tí at Reyni Service er gott arbeiðspláss, og fyritøkan er í støðugari menning, hava teir trivist væl.
Hjá Reyni Service starvast umleið 50 fólk, deildin í Klaksvík íroknað.