Sjónarváttar mettu, at eldurin er kyknaður í miðhæddini. Ilt er at meta um eld-og roykskaða, men tað er greitt, at nakað væl av vatni er sprænt inn í summarhúsini undir arbeiðnum at sløkkja eldin. [...] eini hús í Trøðum á Sandi. Tá In.fo var á staðnum fyri løtu síðan, var líkt til, at tað fór at eydnast sløkkiliðnum at basa eldinum. Á staðnum var sløkkiliðsbilur og løgreglubilur, og her var eingin panikkur [...] royki stóð út úr húsnum, men at síggja til høvdu sløkkiliðsfólkini tamarhald á støðuni. Sagt verður av Sandi, at talan er um eini summarhús, sum eigarin júst er í holt við at seta í stand, og hann hevði
fólkatalið aftur at minka, arbeiðsloysið at vaksa og hall verður aftur á fíggjarlógini. Hann sigur, at við førda politikkinum er vandi fyri, at fleiri fara at missa arbeiðið og fara ístaðin at liva av ymsum [...] hann sipar til, er ólavsøkan hjá løgmanni, tí hann heldur, at tann greiði boðskapurin í henni var, at samgongan ætlar at halda fram við at taka yvirskotskapital úr vinnuni og geva hann útaftur sum gávu
í fráboðan. Feløgini meta, at tað tænir báðum feløgunum væl, at virkið á Strondum verður kryvjivirki hjá Marine Harvest burturav. – Væntandi fer tað at taka nakrar mánaðir at gera virkið klárt til framleiðslu [...] m. – Fyrimunurin hjá Marine Harvest at fáa sítt egna kryvjivirki er, at felagið fær betri stýrt, nær laksurin verður tikin og kann hava størri fleksibilitet til at taka fiskin, tá marknaðurin ynskir tað [...] avtalu um, at Marine Harvest keypir kryvjivirkið á Strondum frá Bakkafrost. Tað boðar Marine Harvest frá í dag. Feløgini hava í fleiri ár arbeitt í felag um kryvjing av laksi, men hava nú avgjørt at steðga
- Eg sigi ikki, at sáttmálin er ov góður ella ov ringur, men tað einasta eg vil hava at vita, er at tølini sum koma út eru verulig, at har ikki er nøkur kamuflerað lønarhækkan, og at lønarhækkingin er [...] Háfoss um, hvussu nógv lønarhækkingin hjá pedagogunum fer at kosta landskassanum og kommunukassunum um árið. Orsøkin til, at hann má spyrja, er at hann heldur tað vera so stóran mun á almennu útmeldingunum [...] løgtinginum, sigur Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýri. - Eg haldi tað er týdningarmikið, at Føroya fólk fær at vita, hvat hesir sáttmálarnir innibera, eisini fyri tey fakfeløg, sum koma aftan á, sigur
stjóri í Almannaverkinum sigur, at partarnir, sum varða av ungdómum í hesum trupulleikum, mugu seta seg saman fyri at tryggja, at slíkt ikki hendir aftur. - Tað er vist, at vit mugu ikki enda í einari støðu [...] Tað er neyðugt, at allir partar seta seg saman at finna eina loysn upp á teir trupulleikarnir, sum summir ungdómar stríðast við. Tað heldur Almannaverkið, og útsøgnin kemur í kjalarvørrinum av tí, sum [...] sum Vikuskiftis Sosialurin avdúkaði í farnu útgávu. Hetta var, at harðskapurin seinasta vikuskiftið, sum elvdi til, at fýra ungdómar vórðu skuldsettir fyri drápsroynd, byrjaði í einari vardari íbúð undir
Tey siga, at tey hava stuðul frá 27 tinglimum í ES tinginum og endamálið við kæruni er at fáa ES at staðfesta, at Danmark brýtur altjóða lóg við tað, at vit drepa grind í Føroyum. Tey vísa á, at hvalaveiða [...] í Føroyum, sum eru undir Danmark. Tey ásanna, at Føroyar eru ikki við í ES og tískil ikki eru umfatað av ES lóggóavu, men tey halda seg hava prógv fyri at danskir myndugleikar, hálpa til við grindadrápi [...] bæði við politistum og við verjuskipum. Við at stuðla føroyingum, gongur Danmark ímóti ES reglum, sigur Sea Shepherd í Niðurlondum. Paul Watson sigur, at hetta stigið verður tikið, nú Sea Shepherd ikki
gjár bragdaði tó og nú er klárt at fáa uppskotið til lóg. Tað fór ígjøgnum parliamentið við stórum meirluta. Tað verður mett, at tað eru fleiri politikkarar, sum er ímóti at Bretland fer úr ES, serliga úr [...] úr Labour flokkinum, men tora ikki at gera ímóti eini fólkaatkvøðu. Nær Theresa May fer at seta alt í gongd er óvist, men nú er tað komið uppí, at Skotland hevur biðið um eina fólkaatkvøðu um loysing frá [...] bretska stjórnin aktivera artikkul 50 mannagongdina, hvørs endamál er at lima Bretland úr ES. Tingið í London hevur í eina tíð roynt at fáa lógina um úrtøkur úr ES ígjøgnum skipanina, men yvirhúsið, House
Tjaldrið er á staðnum. MRCC váttar, at skipið hevur slitið, og at skipið hongur í einum enda framman. Tó verður sagt, at tað er kanska at taka munnin ov fullan at siga, at Tjaldrið hevur tikið sær av hesum [...] Fyrr í kvøld frættist, at Vesturland hevði slitið inni á Skála.. Sløkkilið og bjarginarfólk royndu at gera sítt, men ikki nógv var at gera, og ongin motororka er í skipinum. Skipið hevði slitið endarnar [...] hesum. Tjaldrið liggur hjá Vesturland. Ættin er soleiðis, at um skipið slítur, so rekur skipið ikki á land á Skála, men rekur til Runavíkar, frættist frá MRCC. Tjaldrið er til reiðar, skuldi nakað meira hent
í umhvørvismálum, sigur, at eitt, sum samgongan umhugsar, er at skipa eina sjálvstøðuna náttúrufyrisiting, sum skal umsita øll mál, ið hava við náttúruna at gera. Hon sigur, at eitt málsøki, hendan nát [...] kunngerðin um at týna rottu og sum verður sett í gildi í næstu framtíð. Annars hevur talan verið um at tað skal vera Umhvørvisstovan, sum skal umsita rottukunngerðina, men Sirið Stenberg heldur, at tað er eisini [...] eisini væl trúligt, at ein sjálvstøðug náttúrufyrisiting verður sett á stovn. Hon sigur, at serliga nú er tað tað áhugavert at skipa eina sjálvstøðuga náttúrufyrisiting, tí í løtuni verður arbeitt við eini
kendastu sangarum okkara fara at syngja: Tey eru Magni Christiansen, Heine Lützen, Eyðun Jacobsen og Brita á Váli Smith. Umframt at tey fara at syngja, sleppa vit onnur eisini at syngja saman við sangarunum [...] og Njál Djurhus at hava stuttar hugleiðingar og samrøðu. Páll á Lakjuni fer at leiða sangløtuna. Svenning av Lofti, sum skipar fyri sangløtuni í Ebenezer, sigur, at hann gleðir seg til at síggja Ebenezer [...] kendar evangeliskar sangir. So at sangkvøldið kann eisini bera heitið ”Øll syngja við.” Sangararnir hava teirra egna ljómlið við sær. Hesi spæla á fleiri ymisk ljóðfør, sum fara at geva sanginum flog og ljóma