Sea Sheperd kærir grindadráp fyri ES nevndini

Tey krevja, at Danmark skal standa til svars fyri grindadrápið í Føroyum

Sea Shepherd í Niðurlondum hava nú formliga klagað grindadráp í Føroyum fyri ES nevndini.

 

Tað sigur Sea Shepherd í Niðurlondum.

 

Tey siga, at tey hava stuðul frá 27 tinglimum í ES tinginum og endamálið við kæruni er at fáa ES at staðfesta, at Danmark brýtur altjóða lóg við tað, at vit drepa grind í Føroyum.

 

Tey vísa á, at hvalaveiða er ólóglig í ES men kortini drepa vit grind í Føroyum, sum eru undir Danmark.

 

Tey ásanna, at Føroyar eru ikki við í ES og tískil ikki eru umfatað av ES lóggóavu, men tey halda seg hava prógv fyri at danskir myndugleikar, hálpa til við grindadrápi, bæði við politistum og við verjuskipum.

 

Við at stuðla føroyingum, gongur Danmark ímóti ES reglum, sigur Sea Shepherd í Niðurlondum.

 

Paul Watson sigur, at hetta stigið verður tikið, nú Sea Shepherd ikki longur sleppur til Føroya.